Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018 SOSIALURIN 58 7 boð um at lætna. Men tað hendir okk­urt inni í høvdinum á einum, tí genturnar samanbera seg alla tíð­ ina við hvørja aðra, og tað órógv­ar kropsidealið, sigur Birgit Hel­ena, sum heldur, at tann nógva styrki­ venj­ingin eisini hevur gjørt hana sál­ar­liga sterka. – Tá eg gjørdi fimleik, hugsaði eg bara um at vera kløn. Nú, tá eg styrkivenji, hugsi eg um at vera sunn, sigur hon og vísir á, at tað krevur øgiliga sálarliga styrki at klára at byggja seg sjálv­an upp kropsliga. Tað krevur eis­ini eitt sterkt sinni at luttaka í fitnes­s­ kapp­ingum, sigur Birgit Helena, sum er sannførd um, at hon fer at klára bæði sálarligu og kropsligu av­bjóð­ingarnar, tá hon fer at gera her­tænastu. Upptøkuroyndin Tað var ikki so einfalt hjá Birgit Hel­enu at søkja um at gera her­ tæn­astu. – Tað var eitt sindur trupult at fáast við. Fyri tað fyrsta eri eg føroyingur, og so eri eg genta aft­urat. Allir danskir menn hava hern­aðarskyldu og verða inn­kall­ að­ir, men kvinnur skulu søkja. Sum føroyingur skal ein útfylla eitt eyka umsóknarblað. Eg hevði held­ur ikki sjúkratryggingarkort og ymiskt annað, sum var ein trupul­leiki, sigur hon, sum eftir samskifti við danska herin í nakrar vik­ur fekk boð um at koma til upp­ tøk­uroynd tann 7. mai. Upptøkuroyndin var á her­ manna­búðini Høvelte. Millum annað tók Birgit Helena eina roynd á teldu í logiskari hugsan, donskum og rokning, hon varð kannað hjá lækna og tosað varð eisini um, hvussu hon er fyri likamliga og sál­ar­liga. Eftir upptøkuroyndina fekk Í DANSKA HERIN – Eg skilji væl familjuna hjá mær. Eg skilji væl, at tey eru ivingarsom og eisini skelkað. Tað er jú púra óvæntað fyri tey, at hetta er leiðin, sum eg ætli at fara, sigur Birgit Helena, sum umhugsar at útbúgva seg víðari innan herin, tá hon er liðug við hertænastuna. Framhald á síðu 8