hósdagur 24. mai 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018
SOSIALURIN 58
8
Birgit Helena at vita, at hon er
skikkað at gera hertænastu, og
komandi ár fer hon til Aalborg,
har hon byrjar at gera hertænastu
4. februar. Hertænastan tekur 4
mánaðir.
Læra at skjóta
Hertænastan er grundútbúgvingin
í herinum. Dagurin byrjar longu
klokkan hálvgum seks um morg
unin, tá tey skulu upp at reiða
songina, pussa skógvarnar og
vaska, og tey fáa ikki frí fyrr enn
klokkan tíggju um kvøldið.
Birgit Helena greiðir frá, at tey
verða lærd alt tað grundleggjandi
sum til dømis, hvussu ein pakkar
ryggsekkin, hvussu tjaldið skal set
ast upp, hvussu ein ger mat á her
mótinum, hvussu tey skulu ganga,
og hvussu tey svara sersjantinum
aftur. Hertænastan er fyrireiking
til kríggj, og tí verða tey eisini lærd
at handfara vápn.
– Tað haldi eg vera sera spenn
andi, og eg gleði meg til tað, sigur
Birgit Helena, sum ikki hugsar um
skjótivenjingina sum nakað, ið
hevur til endamáls at læra hana
at skjóta onnur menniskju.
Tá mett verður, um ein um
søkjari er skikkaður til hertæn
astuni, verður ikki hugt eftir, um
umsøkjarin er í góðari kropsligari
venjing ella ikki. Men tað er avgjørt
ein fyrimunur, tí hertænastan er
sera krevjandi, greiðir hon frá.
– Vit verða send út at gera
royndir á hermótinum, og vit skulu
eitt nú renna fleiri kilometrar við
tungum ryggsekki. Og tey, sum
ætla sær á sersjantskúla eftir her
tænastuna, fáa upp aftur størri
avbjóðingar, sigur Birgit Helena,
sum sjálv umhugsar at fara víðari
og útbúgva seg til sersjant.
Leiðaraútbúgving
í herinum
Hon greiðir frá, at hon ætlar at søkja
um at sleppa inn á sersjantskúlan,
tí hon kundi hugsað sær at roynt
at verið leiðari.
Sersjanturin hevur ábyrgdina
av teimum, sum gera hertænastu,
og tað er ein tanki, sum lokkar
Birgit Helenu.
– Tað hevði eg væl tímað, og tað
er eisini ta leiðina, eg fari, um eg
velji at útbúgva meg víðari innan
herin.
Tá søkt verður um at sleppa inn
á Sersjantskúlan, krevst gott um
mæli frá hertænastuni.
– Umsøkjararnir skulu til eina
roynd fyri at vita, um teir eru nógv
væl fyri kropsliga at sleppa inn á
Sersjantskúlan. Eisini verður hugt
eftir, hvussu raskur ein var, tá ein
gjørdi hertænastu, og hvussu væl
ein fylgdi boðunum, sum vórðu
givin, sigur hon.
– Um eg klári meg væl, hevði eg
tikið av, um eg fekk í boði at byrja
á Sersjantskúlanum. Eg eri von við
at venja nógv og pressa meg sjálva,
og eg giti, at hetta er nakað, sum
eg hevði kunnað lært frá mær eftir
grundútbúgvingina innan herin,
greiðir hon frá.
Tað eru eisini nógvir framtíðar
møguleikar innan herin, sigur Birg
it Helena og vísir á, at tað ber til at
arbeiða seg upp gjøgnum hernað
arskipanina.
– Um ein tekur ábyrgd, so fær
ein eisini meira ábyrgd á ymiskum
økjum, sigur Birgit Helena, sum eitt
nú heldur, at útbúgvingin sum
heryvirmaður ljóðar sera spenn
andi.
– Talan er um eitt høgt leiðara
starv innan herin, sum eisini kann
brúkast í vinnulívinum annars.
Tað er ein strævin útbúgving, sum
krevur nógv, men tað hevði av
gjørt verið spennandi at farið tann
vegin, sigur hon. Hon leggur aftur
at, at hon tekur endaliga støðu til,
um hon heldur fram í herinum, tá
hertænastan er liðug.
Send í kríggj
Birgit Helena Dahl Hansen hevur
ikki enn hugsað so nógv um,
hvussu hon hevur tað við, at hon
kann verða send í kríggj, um hon
velur at útbúgva seg innan herin.
Hon sigur, at tað eru eisini hern
aðarligar uppgávur, sum ikki eru
so vandamiklar, men at tað altíð er
ein ávísur vandi kortini.
– Velji eg at fara víðari innan
herin, so má eg taka støðu til
møguleikan fyri, at eg verði út
send. Tað er eisini nakað, sum ein
fær undirvísing í, so ein verður
fyrireikaður til tað, sum tað hevur
við sær at verða útsendur.
– Tað er ringt at fyrireika meg
til tað, nú tá eg siti á skúlabonki
í Hoydølum. Men eg dugi væl at
síggja, at tey tøttu bondini, sum
verða knýtt, í einari herdeild hava
við sær, at ein kennir seg noyddan
at vera við allan vegin, sigur Birgit
Helena.
– Verður øll herdeildin send av
stað, so er tað torført at siga nei og
halda, at ein hevur meira týdning
enn onkur annar, sigur hon og
ásannar, at hetta er eitt mál, sum
hon verður noydd at taka støðu til.
Hertænasta ein góð íløga
Sama hvørja leið Birgit Helena
velur, tá hon er liðug við hertæn
astuna, er hon sannførd um, at
hertænastan er ein góð íløga í
framtíðina.
Hon sigur, at hertænastan er
blivin sera væl umtókt, og at tað
eru nógv, sum fara sjálvboðin í her
in í Danmark.
– Tað er ikki tí, at tey hugsa um, at
tey skulu verða klár at fara í kríggj.
Tað er meira tað, at øll upplivingin
er øgiliga mennandi fyri tann ein
staka, sigur Birgit Helena, sum
heldur, at hertænastan hevur eisini
stóra ávirkan á siðmenningina
sum heild.
Hon sigur, at tað eru í hvussu so
er nógv, sum gera hertænastuna og
velja ikki at fara víðari í herinum.
Tey hava ofta eitt fríár og hava
hug at royna okkurt spennandi,
vísir hon á.
– Sama um ein bara tekur her
tænastuna í fýra mánaðir og fer
víðari til okkurt annað, so lærir ein
nógv um samanhald. Tað er menn
andi at noyðast upp klokkan hálv
gum seks hvønn morgun, pussa
skógvar og vaska og renna úti í
ringum veðri við tungum rygg
sekki.
– Tað er ein góð barlast at hava
og ger ein disiplineraðan í lívinum,
heldur Birgit Dahl Hansen, sum
komandi ár fer til Aalborg at gera
hertænastu.
PERSÓNSØGA
– Vit verða
send út at
gera royndir á
hermótinum,
og vit skulu eitt
nú renna fleiri
kilometrar
við tungum
ryggsekki.
Og tey, sum
ætla sær á
sersjantskúla
eftir
hertænastuna,
fáa upp
aftur størri
avbjóðingar,
sigur Birgit
Helena, sum
sjálv umhugsar
at fara víðari
og útbúgva seg
til sersjant.