hósdagur 24. mai 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018
SOSIALURIN 58
9
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Esmar E.S. Petersen
Tað mest týðningarmikla fyri meg
er umsorgan fyri teimum veiku í
samfelagnum.
Tí havi eg hesi hjartamál.:
1.
Tryggar karmar til familjurnar:
Neyðugt er við bústaðarstuðli fyri at
hjálpa familjum at seta búgv.
2.
Skattalætta til láglønt: Gera tað liviligt
fyri láglønt at liva gott í landinum.
3.
Betri kor til Pensionistar: Skal verða
lættari at fáa nøktandi røktina.
4.
Gera tað møguligt fyri at "pengarnir
fylgja barninum" soleiðis kunnu
barnafamiljurnar velja at verða heima
hjá børnunum.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
CITAT
"peningur, ið tað almenna veitir sum stuðul til ansing av børnum, eldri
ella á ymsikan hátt tarnaðum, eigur at fylgja brúkaranum"
(úr stevnuskrá Miðfloksins)
Vangamynd
Antin almenn ella privat
feløg, ikki bæði!
Í Føroyum eru flestu fyritøkur privatar, meðan nakrar eru almennar. Tó var,
fyri nøkrum árum síðani, byrjað at skipa almennar fyritøkur í sokallað almenn
partafeløg.
Privatu feløgini verða stýrd av tí ella teimum, sum eiga tey, tey almennu av
nevndum, sum politiska valdið setur og leiðarum, sum nevndirnar velja. Almenn
partafeløg er ein roynd at loysa almenn feløg frá beinleiðis almennari/ politiskari
ávirkan. Tosað verður um armslongdarprincipp, har politiska valdið, sum annars er
fíggjarliga grundarlagið undir hesum virkjum, ikki skal hava møguleika at ávirka
dagliga virksemið.
Men hendan skipan, við almennum partafeløgum, skapar ávísar trupulleikar. Av
teimum mest sjónligu kunnnu nevnast:
1.
trygdarnetið, sum altíð er har, slangan í landskassan, sum liggu sum ein
freisting, møguleiki og fyrimunur.
2.
ovurhonds lønirnar, sum stjórar og nevndir, á einhvønn óskiljandi hátt, tykjast
halda seg hava rætt at játta hvør øðrum
3.
ójavna kappingin, tey skapa. Tey hava jú allan landskassan og skattapening tín
og mín sum garant, um ikki gongur sum væntað, og kunnu tí lætt yvirbjóða
privat feløg.
Av almennum feløgum ella stovnum kenna vit t.d. Strandfaraskip Landsins og
Landsverk
Av privatum kunnu vit úr rúgvuni nevna Bakkafrost, Varðan (Pelagic), Christian í
Grótinum o.m.ø. feløg, hvørs virksemi tryggjar góðu tilveru okkara.
Av almennu partafeløgunum eru best kendu óivað Føroya Tele og Posta.
Miðflokkurin fer at virka fyri, at almennu partafeløgini antin verða privatiseraði,
tvs. seld, ella broytt aftur til at vera almenn burturav. Hetta so vit sleppa undan tí
ruðuleikanum tey elva til, fyrst og fremt ójøvnu kappingina, harnæst misbrúkinum
av almennum peningi til ovurhonds lønir til nevndir og stjórar.
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo