hósdagur 24. mai 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
10
HALLUR AV RANA
L
ongu á fyrsta degnum í
rættarmálinum móti 42
ára gamla føroyinginum,
ið danska ákæruvaldið
hevur ákært fyri at hava ráðgivið
og eggjað einari danskari kvinnu
til at fremja kynsligan ágang móti
fýra ára gamla soni sínum, gjørdist
klárt, at verjan hjá manninum er
at halda upp á, at alt sum er hent
millum hann og kvinnuna er
heilaspuni ella fantasi, ið hann
nevndi tað.
Ákæruvaldið hevur eina heilt
aðra uppfatan av hvat hendi
millum tey bæði og hevur reist 40
ákærir móti føroyinginum fyri í
tíðarskeiðinum frá 7. juni 2017 til 19.
september í 2017 at hava ráðgivið
og eggjað donsku kvinnuni í
áganginum móti soninum.
Próvførslan er fyrst og fremst
samskiftið millum teirra, ið
ákæruvaldið hevur fingið hendur
á. Talan er um tveir mánaðir av
samskifti á sosiala miðlinum
LinkedIn, ein mánað samskifti
gjøgnum teldupost og harumframt
myndir og video, ið tey hava sent
hvørjum øðrum. Harumframt er 43
ára gamla danska kvinnan dømd
fyri ágangin eftir at hon játtaði seg
sekan í øllum ákærum.
Hann tók fyrsta stigið
Bente Schnack, ákæri, fór gjøgnum
tað mesta av samskiftinum millum
tey bæði og vildi millum annað fáa
greiðu á hvussu tvey fremmand
fólk byrjaðu at skriva saman 7. juni.
42 ára gamli føroyingurin
greiddi frá, at samband kom í lag
millum tey bæði eftir, at hann
hevði sent eina vinarumbøn til
kvinnuna á sosiala miðlinum
LinkedIn og var byrjaður at skriva
til hana. Tað gjørdi hann tí hann
helt at kvinnan var vøkur og
virkaði bæði klók og áhugaverd.
Samskiftið teirra millum fór
skjótt inn á eina seksuella kós
og greiddi ákærdi frá, at hann
ynskti at staðfesta um danska
kvinnan hevði eitt opið sinn ella
var konservativ, tí hann ynskti vita
hvørji hennara mørk vóru.
Sum dagarnar gingu gjørdist
samrøðan alsamt meira seksuell
og skriva tey bæði saman um
seksuella tørvin hjá fýra ára
gamla soninum og hvussu hon
kann venja hann upp seksuelt.
Harumframt eggjar hann hana
til at hava samlegu við pápa sín
og dóttir sína.
Handtikin
Løgreglan handtók tó kvinnuna
áðrenn nakað seksuelt hendi
við pápanum og dóttrini, men
í samskiftinum teirra millum
greiðir hon í smálutum frá
hvussu hon ger seg inn á sonin,
meðan føroyingurin eggjar henni
at halda á, leggur henni lag á og
biður um myndir og video av tí.
Fleiri ferðir greiðir hann kvinnuni
frá, at seksuelt samband millum
mammu og son er púra vanligt.
Í rættinum gjørdi hann tó greitt,
at fyri hansara viðkomandi, so var
talan um heilaspuni og at hann var
óvitandi um, at hon gjørdi hesi
tingini í veruleikanum. Sjálvur leyg
hann um síni familjuviðurskifti og
annað, ið tey skrivaðu um, og gekk
hann bara út frá, at hon gjørdi tað
sama. Tað fall honum ikki inn, at
ein kvinna, ið tóktist at vera so
intellektuell, kundi fremja slíkan
ágang í veruleikanum.
Tá ið hann bleiv spurdur um
myndirnar og videoini, ið kvinnan
sendi honum, ikki vóru prógv fyri,
at her var talan um veruleika og
ikki heilaspuni, svaraði ákærdi
føroyingurin, at hann gekk bara
út frá, at talan var um myndir
og videoir, ið hon hevði funnið á
netinum.
Samskiftið teirra millum
var tó ikki bara á netinum, tí tey
bæði møttust fýra ferðir, harav
einaferð í H.C. Ørstedparkini í
Keypmannahavn og einum hotelli.
Spurdur um hann tá ikki varð
greiður yvir, at fyri kvinnuna var
talan ikki um heilaspuni, svaraði
føroyingurin, at tey møttust mitt
um dagin og vóru so stutt saman,
at tey ikki tosaðu so nógv saman,
men høvdu bara sex.
Bangin fyri at verða
uppdagað
Tá ágangurin var byrjaður á fýra
ára gamla sonin viðgekk mamman,
at hon varð bangin fyri, at
LinkedIn ikki var eitt nóg tryggur
pallur hjá teimum at samskifta
á. Føroyingurin gav henni tá boð
um, at bara sletta alt beinanvegin,
ið hon fekk og skrivaði, tí tað gjørdi
hann. Í rættinum vísti ákærdi
eisini á, at um so var, at hann
visti, at ágangurin var veruligur,
so hevði hann aldrin verið so
býttur, at brúkt ein so ótryggan
samskiftispall sum LinkedIn.
11. juli varnaðust tey bæði, at
tey vórðu útistongd frá LinkedIn,
men kortini helt samskiftið teirra
millum fram gjøgnum teldupost.
Samskiftið teirra millum endaði
19. september, tá kvinnan bleiv
handtikin, aftaná at hon hevði
koyrt sonin í barnagarð. Sonurin
bleiv sama dag avhoyrdur av
løgregluni og vóru prógvini so
mikið tyngjandi, at mamman
bleiv varðhaldsfongslað. Umleið
ein mánað seinni, 16. oktober,
bleiv føroyski maðurin handtikin
á flogvøllinum í Kastrup, tá hann
kom úr flogfarinum úr Føroyum.
Danski ákærin upplýsti í
rættinum, at tað var amerikanska
samveldisløgreglan FBI, ið umvegis
amerikansku sendistovuni í
Keypmannahavn, meldaði málið
til donsku løgregluna, aftaná at
LinkedIn hevði gjørt vart við
barnapornografisku myndirnar,
ið blivu send millum tey bæði.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
HEILASPUNI
ELLA VERULEIKI
Tá ið hann bleiv spurdur um myndirnar og videoini, ið kvinnan sendi
honum, ikki vóru prógv fyri, at her var talan um veruleika og ikki
heilaspuni, svaraði ákærdi føroyingurin, at hann gekk bara út frá,
at talan var um myndir og videoir, ið hon hevði funnið á netinum