Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018 SOSIALURIN 56 11  Eg kendi meg noydda at geva honum tað hann vildi hava, hóast tað var markbrótandi fyri meg, segði mamman at 4 ára gamla dronginum, sum vitnar móti 42 ára gamla føroyingunum hósmorgun. Hon varð dømd fongsuls­ revs­ing í trý ár og níggju mán­ að­ir fyri ágang móti sín­um fýra ára gamla soni. Ágang­ur, sum sambært danska ákæru­valdi­ num varð framdur eftir umbøn frá tí 42 ára gamla føroyinginum, sum var í rættinum í Lyngby hós­dagin. Og hóast hon varð dømd í mars, so er hon aftur í rættar­ salinum hósdagin. Høvið er, at hon vitnar móti tí 42 ára gamla føroyinginum.  Mamman greiddi millum annað frá, at hon undraði seg, tá ið hon fekk eina vinarumbøn frá føroyinginum á LinkedIn. Men júst tá vinarumbønin kom var hon í einum ringum staði í hjúnabandinum, og hon og maðurin høvdu tað trupult um tað mundið.  Hon greiddi frá, at føroy­ ingurin nøktaði hennara tørv, og hevði loysnina uppá allar hennara trupulleikar. Hon segði seg gloyma alla pínu, tá ið hon tosaði við hann. Og sambandi við føroyingin fór skjótt at ávirka alt lívið – eisini arbeiði hjá mammuni.  Dømda mamman segði, at alt samskiftið við mannin var markbrótandi, og at hon kendi tað sum, at hon mátti levera og bróta mørk, so at hann ikki misti áhugan fyri henni, tí hon gjørdist bundin av honum.  Hon segði seg vita, at tað ikki var í lagi, sum tey skrivaðu um, og at nógv av tí, sum hon skrivaði til føroyingin, ongantíð er hent í veruleikanum.  Hósmorgunin segði hon, at hon í dag er kedd av øllum tí, sum er hent, men at hon var forelskað í manninum. Hon kendi tað sum, at hann hevði valdið á henni og at hann legði henni ein ræðuligan manual, sum hon skuldi fylgja. Samstundis sigur mamman í rættinum, at hon ongantíð hevur gjørt soninum nakað áðrenn hon møtti manninum.  Samskiftið millum tey bæði byrjaði, sambært mammuni við, at føroyingurin sendi eina vinarumbøn á LinkedIn, og at hann sendi henni leinkjur til ymiskt, sum hann segði seg arbeiða við. Millum annað sendi hann leinkju til heimasíðu, sum hann segði minna um filmin Eyes Wide Shut, og sum hevur seksuellan undirtóna. Maðurin segði við mammuna, at hann búði í London, men var í Danmark í arbeiðsørindum. Tey byrjaðu beinan vegin at tosa um sex og eftir eina viku hittust tey fyrstu ferð. Dømda mamman greiddi eisini frá, at 42 ára gamli før­oy­ ingurin eggjaði henni til sam­ legu við 18 ára gomlu dóttir sína og pápa sín. Føroyingurin segði í rættinum tó tað sama, sum hann segði í farnu viku. At hann veruliga helt, at tað var fantasi og ikki veruleiki. (Blaðið fór til prentingar áðrenn føroyingurin varð liðugt avhoyrdur, og tí kanst tú lesa meira frá tí á in.fo) Hann hevði valdið á mær Mamman: