hósdagur 24. mai 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018
SOSIALURIN 58
12
HAVNAÚTBYGGING
Ragnhild førir hvønn dag 7.000 rúmmetrar
av gróti av Glyvursnesi og til nýggju
havnarútbyggingina í Havn.
DANJAL AV RANA
V
it vóru ein túr við Eyð
finni Poulsen og Poul á
Kák, tá teir førdu 350
rúmmetrar av gróti av
Glyvursnesi inn til nýggju bryggj
una í Havn.
- Vit hava 12 tímars vaktir og
megna eini 10-11 slíkar túrar hvørja
vakt, sigur Eyðfinnur Poulsen,
sum er skipari hendan dagin.
Teir eru tveir mans við skipinum á
hvørjari vakt. Tilsamans sigla átta
mans við skipinum, ein mánað til
arbeiðis og ein frí.
Brøytin lossar grótið umborð
í Ragnhild. Hendan dagin er stilt
í sjónum, so skipið flytir seg ikki
stórvegis, meðan vit liggja og bíða.
- Í dag buldrar ikki nógv, men
um veturin kann verða øgiliga lív.
Tá kann hon sláa hart inn móti
bryggjuni. Tá mugu vit onkuntíð
fara út frá eina løtu, greiðir skip
arin frá.
Teir trívast væl umborð, Eyð
finnur og Poul báðir, men vaktir
nar eru langar. Arbeitt verður alt
samdøgrið, so antin arbeiða teir
dagtímarnar ella um náttina.
Tvey skip sigla millum Glyvurs
nes og nýggju havnaútbyggingina,
Ragnhild, sum tekur 350 rúm
metrar, og Siri, sum tekur eini
240 rúmmetrar. Seinastu vikurnar
hevur Ragnhild verið einsamøll, tí
at Siri hevur verið til umvælingar
í Vági. Hon kemur tó aftur í sigling
í dag. J&K Petersen, sum stendur
fyri arbeiðinum við nýggja havna
lagnum, eigur skipini.
Nýggja útbyggingin verður
95.000 fermetrar til víddar. Til
samans er talan um 900 bryggju
metrar við 15 metra dýpi. Sambært
arbeiðsskjalinum skulu okkurt
um 3,5 milliónir rúmmetrar av
gróti flytast. Siri og Ragnhild sigla
tí í pendulfart millum Gulan og
Havnina.
- Teir burdu havt hildið seg til
upprunaligu ætlanina og bygd
havnina enn størri. Vit síggja
longu nú, at her verður ov lítið, tí
á molanum er altíð upptikið, sigur
Poul á Kák.
Dýpið uttanfyri verandi mola
er góðar 30 metrar. Tað skal fyrst
fyllast upp til eini 10 metra dýpi
við lítlum gróti. Síðani skulu
størri klettar nýtast til at fylla
upp á tveir metra dýpi. At enda
verða upp aftur størri klettar
nýttir at laða brimgarðin við,
meðan minni grót skal fyllast
innan fyri brimgarðin, greiða
arbeiðsmenninir frá.
Umframt teir báðar umborð
á skipinum arbeiða eini 10 fólk á
hvørjari vakt á landi við at koyra
grót úr grótbrotinum og oman á
bryggjuna á Gulanum.
Væntandi fer nýggja havna
lagið at kosta umleið 500 milliónir
krónur.
Á FERÐ VIÐ
Brøytin dregur slepta grótið inn móti molanum
til Ragnhild kemur við næstu last.
Hví søkkur Ragnhild ikki? Hóast hon letur botnin
upp, flýtur hon omaná á báðum ørmunum.