hósdagur 24. mai 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018
SOSIALURIN 58
14
JÓANNES HANSEN
MYNDIR: EYÐBJØRN JACOBSEN
I
valeyst varð søga skrivað í
føroyskum fótbólti annan
hvítusunnudag. Tríggir
brøður vóru á vøllinum í
sama umfari. Tað er komið fyri áð
ur. Eitt nú vóru tríggir beiggjar á
tiltikna TB liðnum í sjeyti árunum
– Sigmund Nolsøe í verjuni og tví
burarnir Ásmund og Trond longri
frammi á vøllinum.
Og fimm Hansen beiggjar á
Toftum vóru seinnapartin av
áttati árunum og fyrst í níti árun
um á B68 liðinum – Asbjørn, Jens
Christian, Petur Hans, Heri og
Øssur. Og tað er fleiri ferðir komið
fyri, at beiggjar hava spælt ímóti
hvørjum øðrum.
Um kaga verður út um
landoddarnar eru tað fleiri dømi
um beiggjar, sum hava spælt sam
an og ímóti hvørjum øðrum. Fót
bóltsserfrøðingurin Ivan Egins
son, sum um nakrar dagar fer
til Russlands at fylgja við í HM
endaspælinum, har hann eld
hugaður tekur á við Íslandi og
Uruguay, vísir á onkur áhugaverd
dømi:
-Tríggir Guðjónsson brøður vóru
samstundis á íslendska landsliðn
um – Joey, Bjarni og þórður. Hetta
var kring túsund ára skiftið. Teir
eru ættaðir av Akranesi og vóru
yrkisspælarar uttanlands, har teir
umboðaðu ymisk feløg. Eitt skifti
vóru fýra brøður á landsliðnum
hjá Honduras, og í Onglandi er
tað komið fyri, at fleiri brøður um
somu tíð hava umboðað hvør sítt
felag í bestu deildini, men hetta
er avgjørt ikki hvønndagskostur,
heldur Ivan Eginsson.
Tað skal leitast væl og leingi –
og kanska ber tað ikki til at finna
annað dømi um tað – fyri at finna
tríggjar brøður, sum á sama leik
degi heima á landi hava verið á
vøllinum fyri hvør sítt felag og í
somu deild. Tó eigur at verða lagt
aftrat, at teir tríggir Danielsen
brøðurnir tvær ferðir síðsta heyst
vóru á vøllinum lítla løtu í senn.
Soleiðis var tað aftur annan
hvítusunnudag, og í góðveðrinum
mikukvøldið syrgdi pápin eftir
áheitan frá Sosialinum fyri, at
teir tríggir vórðu avmyndaðir í
búnunum, sum teir í ár spæla í, og
á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík,
har teir allir eru aldir til fótbólts
spælarar.
Niels Pauli Danielsen var mill
um teir fyrstu ellivu hjá Skála, og
Ragnar Danielsen var millum teir
fyrstu ellivu hjá EB/Streymi ann
an hvítusunnudag. Teir spældu
dystirnar á tamb, og teir hava
báðir verið drúgvir á sínum liðum
higartil í ár.
Annan hvítusunnudag var
yngsti beiggin eisini á vøllinum í
bestu deildini. Aksel varð skiftur
inn á KÍ liðið á Argjum, tá ið tað
restaðu tveir minuttir. Ein minutt
seinni skoraði hann og staðfesti
harvið 2-0 KÍ sigurin. Nú hava teir
allir tríggir skorað hvør sítt mál í
bestu deildini í ár.
OLGAR HELDU
TRIMUM LIÐU
Pápin ferðast saman við synunum Niels
Paula, Ragnar og Aksel Danielsen, sum síðsta
sunnudag vóru í bestu deildini fyri hvør sítt
lið – ávikavíst Skála, EB/Streym og KÍ
Frá vinstru: Olgar, Niels
Pauli, Ragnar og Aksel