hósdagur 24. mai 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018
SOSIALURIN 58
15
-Máltevið hevur hann ikki frá
fremmandum, helt onkur fyri mill
um áskoðararnar á Argjum.
Pápin er Olgar Danielsen,
sum sambært faroesoccer.com
í fimtan ár – frá 1984 og fram til
1999 – var á besta KÍ liðinum í 164
landskappingardystum og 50 dyst
um um løgmanssteypið. Hann
skoraði 53 mál í landskappingini
og 25 í steypakappingini.
Nú eru tað synirnir, sum royna
seg, og Olgar fylgir væl við teimum.
Synirnir standa fremstir
Upplagt er at spyrja Olgar, hvørjum
felag hann heldur við, tá ið ein
sonur er á liðinum hjá Skála, ein
er á EB/Streyma liðinum, og tann
yngsti er á liðinum hjá KÍ:
-Tað er nógv fótbóltsprát heima
við hús, og fótbólturin hevur altíð
verið og er bæði pallur og amboð í
samskiftinum okkara millum. Vit
umrøða dystir og støður og venda
og snara, hvat kundi verið øðrvísi
og hvussu. Soleiðis hevur tað verið
frá tí, at teir vóru smádreingir. Tá
ið tað hevur borið til, havi eg altíð
roynt at síggja teir venja og spæla,
og onkuntíð havi eg verið venjari
hjá teimum. Tá ið eg skal svara
spurninginum, hvørjum eg haldi
við, so er tað sjálvandi soleiðis, at eg
fyrst og fremst vóni, at tað gongst
synunum væl, sigur Olgar Daniel
sen, og hann heldur fram:
-Eg havi serligt samband við
øll feløgini, sum teir nú umboða.
Niels Pauli spælir á Skála, sum var
fyrsta felagið, ið eg vandi og spældi
við. Pápi var prestur, og vit búðu í
Ónagerði á Viðareiði, inntil eg var
sjey ár, so búðu vit á Gjaranesi, og
tá spældi eg fótbólt á Skála, inntil
eg var fjúrtan. Í 1980 fluttu vit til
Klaksvíkar, og KÍ hevur framum øll
onnur verið felagið hjá mær.
Tað er eisini tætt samband mill
um Olgar og felagið, sum miðlinga
sonurin Ragnar nú umboðar:
-Eg var venjari hjá næsbesta
liðinum hjá EB/Streymi 2007-2011
og í 2016 venjari hjá besta liðnum,
sum hetta árið vann næstbestu
deildina. Niels Pauli fekk ikki
møguleikan á besta liðinum í
Klaksvík, tí flutti hann fram ímóti
kappingarenda í 2011 til EB/Streym,
og har var hann fastur maður á FM
liðinum í 2012.
Ragnar hevði ikki sama hug
at leggja so nógva orku í fótbólt
in, sum Niels Pauli altíð hevur
havt. Hann var mest sum givin
í Klaksvík og hugnaði sær á triði
besta liðinum, tá ið teir í EB/
Streymi, eftir at hann hevði verið
við beiggjanum til nakrar vetr
arvenjingar, bóðu hann koma at
spæla við teimum. Hetta var í 2014,
og síðani hevur hann verið í EB/
Streymi, har honum dámar væl. So
eg havi gott samband við Skála, EB/
Streym og KÍ.
Hvussu fært tú tað at ganga
upp, tá ið tú fegin ynskir at síggja
dystirnar hjá øllum synunum?
-Tá ið Aksel higartil í ár fyri tað
mesta hevur verið á næstbesta
liðinum hjá KÍ, hevur spurningurin
sunnudag verið, um eg skal hyggja
á Skála ella á Eiði – um liðini eiga
heimavøll. Fleiri ferðir hava
dystartíðirnar ikki verið tær somu,
og so havi eg koyrt ímillum. Sunnu
dagin var eg í Gundadali og sá B36
og NSÍ, og so fór eg út á Argir. Har
var eg allan dystin á tamb, tí eg
hevði varhugan av, at Aksel fór at
fáa møguleikan, og nú eri eg fegin
um, at eg bíðaði og sá hann skora.
Tað bar so við sær, at eg bara sá
seinna hálvleik í Gundadali millum
HB og EB/Streym og Ragnar.
Annan sunnudag hittast Skála
og EB/Streymur á Skála. Hvørjum
fert tú tá at taka meiri á við – Niels
Paula og Skála ella Ragnari og EB/
Streymi?
-Teir hava longu spælt ímóti
hvørjum øðrum fyrr í ár. Tað kenn
ist eitt sindur undarligt. Tá haldi eg
meg heilt óheftan av liðunum, men
sjálvandi eri eg spentur í, hvussu
tað gongur synunum báðum. Eg
eri spentur, men eg havi ongantíð
verið millum áskoðararnar, sum
tað hoyrist mest til, og tá ið syn
irnir dystast innanhýsis, eri eg
uppaftur meiri tigandi.
Altjóða møguleikin
Olgar Danielsen skoraði fyrsta før
oyska málið yvirhøvur í europeisk
ari liðkapping, og hann var eisini
fyrsti føroyingurin at skora hattr
ikk í europeiskari kapping.
Í landsliðshøpi var talan um
tvær innskiftingar, tá ið donsku
veteranarnir á sumri í 1989 við All
ani Simonsen og Morten Olsen á
odda vitjaðu.
Tað hava ongantíð verið lands
liðsboð eftir Niels Paula og Ragnari.
Tann yngsti – Aksel – hevur verið á
U17 og U19 landsliðinum.
Tá ið Niels Pauli og EB/Streym
ur spældu í Europa, var Niels
Pauli millum málskjúttarnar. Tað
eru ikki so nógvir føroyingar, sum
hava gingið í faðirsporum sum mál
skjúttar í hesum kappingunum,
síðani føroyingar fóru at luttaka í
1992. Kanska eru feðgarnir Olgar og
Niels Pauli teir einastu.
-Vit fylgja eisini við í altjóða
fótbólti og sita ofta saman og
hyggja. Tað er góður karmur um
felagsskapin millum ættarliðini.
Sjálvandi er tað hugaligt, um boð
eru eftir synunum at umboða føði
landið, men hetta er ikki nakað,
sum fyllir í gerandisdegnum, sigur
Olgar Danielsen.
UR VIÐ
UM
Olgar Danielsen
Føddur 6. februar 1966
•
KÍ 1984 – 1999
•
164 landskappingardystir í bestu deildini – 53 mál
•
50 steypadystir – 25 mál
•
FM 1991 og 1999
•
Steypavinnari 1990 og 1999 (tá ið KÍ vann steypakappingina í 1994 var
Olgar burtur frá fótbólti í eitt ár orsaka av knæskaða)
•
Champions League 2 dystir – 1 mál (19. august 1992 tá ið KÍ í fyrsta
dystinum yvirhøvur hjá føroyskum felag í hesi kappingini tapti 3-1 á
Svangaskarði ímóti Skonto Riga úr Letlandi)
•
UEFA Cup 2 dystir – 1 mál (30. juli 1997 tá ið KÍ tapti 3-2 á Svangaskarði
ímóti Ujpesti úr Ungarn)
•
Cup Winners Cup 2 dystir – 3 mál (24. august 1995 tá ið KÍ vann 3-2
á Svangaskarði ímóti Maccabi Haifa úr Ísrael. Olgar varð skiftur inn
beinanvegin eftir steðgin og skoraði frá 54. og til 72. minutt fyrsta
føroyska hattrikkið í europeisku kappingunum)
•
Olgar spældi fimm hálvleikir í Europa kappingum á heimavølli og skoraði
fimm mál – fimm tey fyrstu hjá KÍ í Europa
•
Leikandi venjari 2000 – 2002 KÍ í 1. deild
•
Venjari 2007 – 2011 og 2016 hjá EB/Streymi í 1. og 2. deild.
•
Hjálparvenjari 2003 KÍ og 2017 ÍF
Niels Pauli Bjartalíð Danielsen
Føddur 18. januar 1989
•
KÍ – 2007, EB/Streymur 2008, KÍ 2009 – 2011, EB/Streymur 2011 –
2015, KÍ 2016, ÍF 2017, Skála 2018
•
177 landskappingardystir í bestu deildini – 21 mál
•
26 dystir í steypakappingini – 4 mál
•
2 stórsteypadystir – 1 mál
•
FM 2012
•
Steypavinnari 2016
•
Champions League 4 dystir – 1 mál (23. juli 2013 tá ið EB/Streymur
tapti 3-1 á Tórsvølli ímóti Dinamo Tbilisi úr Georgia)
•
Europa League 2 dystir
Ragnar Bjartalíð Danielsen
Føddur 24. apríl 1992
•
KÍ – 2014, EB/Streymur 2015 – 2018
•
55 landskappingardystir í bestu deildini – 4 mál
•
8 dystir í steypakappingini
Aksel Bjartalíð Danielsen
Føddur 3. apríl 1999
•
KÍ 2014 -
•
7 landskappingardystir í bestu deildini – 1 mál
•
1 dyst í steypakappingini
•
7 dystir á U17 landsliðnum
•
2 dystir á U19 landsliðnum
Kelda: faroesoccer.com