hósdagur 24. mai 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018
SOSIALURIN 58
16
TRÓDUR ARGE
S
unnudagin verður 12.
umfar í Betri deildini hjá
monnum. Størsti dysturin
er í Gundadali, har B36
tekur móti NSÍ. Talan er um tveir
av avbjóðarunum í FM stríðnum,
sum hava nakrar av sterkastu
bóltspælarunum í landinum.
Í Gøtu skal Víkingur reisa seg
eftir tveir ósigrar móti høvðus
staðnum, meðan KÍ skal halda
fast í hinum FM avbjóðarunum.
Á pappírinum hevur HB lættastu
uppgávuna. Teir eru á vitjan á
Argjum. Seinast liðini møttust
endaði tað við 5-0 sigri til HB, sum
við enn einum sigri dregur frá
minst tveimum av avbjóðarunum.
Í hinum endanum nærkast
seinasta útkalli hjá 07 Vestur, sum
tekur móti einum skerdum Skála-
liði. Á Eiði spæla EB/Streymur
og Suðringar, sum bæði halda
seg kunna meiri enn at verða ein
partur av botnstríðnum, men tað
krevur stig.
B36 – NSÍ
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: RÚNI GAARDBO
Tað var dreymafinalan í fjør.
Tey bæði liðini, sum spæla besta
fótbóltin í Føroyum í eini steypa
finalu. Fyri B36 er framvegis talan
um álopsfótbólt, meðan NSÍ tykist
hava trupult við at umstilla seg til
stílin hjá nýggjan venjaranum,
Sámali Erik Hentze.
Runavíkingar eru trýstir at fáa
stig í Gundadali, tí HB er longu átta
stig frammanfyri. Gera teir sína
skyldu á Argjum, so kann munurin
í ringasta føri verða 11 stig eftir 12
umfør. NSÍ er framvegis uttan
Klæmint A. Olsen, sum júst hevur
verið undir skurð við hondini.
Væntandi spælir hann ikki aftur
fyrr enn um einar fimm ella seks
vikur. Seinast spældi Pól Jóhannus
Justinussen í álopinum. Hann er
annars miðvallari og skoraði eitt
mál í 5-0 sigrinum á 07 Vestur,
meðan innskifti Øssur Dalbúð
skoraði tvey.
Fyri B36 eru framvegis fleiri
skaðar. Í seinastuni hevur Alex
Mellemgaard verið sjúkur, og tað
er ivasamt um hann verður tøkur
til dystin móti NSÍ. Ungi miðverjin,
Bjarni Petersen, fór av vøllinum við
eini fipur í tjúkkanum, tá B36 vann
2-1 á Víkingi.
Hóast spælarar sum Róaldur
Jakobsen, Jónas Tór Næs og
Christian R. Mouritsen hava sitið
uttanfyri at kalla alt árið, so hevur
B36 nú vunnið níggju dystir upp í
slag.
Í løtuni tykist B36 hava munin,
meðan NSÍ ikki hevur umstillað
seg til nýggja venjaran. Tí er ikki
óhugsandi við einum sigri til
heimaliðið.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-1
Víkingur – KÍ
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: ALEX TROLEIS
Maurice Ross var alt annað enn
nøgdur við deyðbóltsstøðurnar, tá
Víkingur tapti 2-1 fyri B36 í Gunda
dali mánadagin. Meðan Jákup á
Borg, venjari hjá B36, rósti sínum
monnum fyri at verða djarvir í
brotssteiginum, so var venjarin
hjá Víkingini hinvegin vónbrotin
av sínum monnum.
Fleiri hava longu avskrivað Vík
ing í FM stríð, eftir at lopið upp til
HB er blivið heili 11 stig.
Víkingur fekk ársins býttasta
reyða kort, tá Philip Djordjevic
fekk tvey gul kort, eftir at dómarin
hevði bríkslað av í Gundadali
millum B36 og Víking. Hann situr
uttanfyri saman við Gunnari Vatn
hamar, sum hevur fingið fýra gul
kort. Hinvegin, so er Heðin Hansen
við aftur.
Í Klaksvík er Jákup B. Andreasen
við aftur, eftir at hann sat yvir á
Argjum við leikbanni. KÍ tykist
hava fótað sær, eftir eitt keðiligt
tíðarskeið.
Tað stendur ein javnleikur á
hesum dystinum. Bæði Víkingur
og KÍ hava trupult við at vinna
dystir í løtuni, men víkingarnir tola
illa leikbannini. Fyrimunurin er, at
dysturin er í Gøtu.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-1
07 Vestur – Skála
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
Tað er kreppa í 07 Vestur, um hugt
verður eftir stigatavluni. Eitt stig
í 11 dystum er alt ov lítð, men tað
merkisverda er, at bara ein sigur
ella tveir kunnu sparka nýtt lív í
kappingarárið hjá vágamonnum.
Argjamenn hava gjørt júst
tað sama fyrr. Tað krevur eitt
vendipunkt. Tað vendipunktið
má tó koma skjótt, um frástøðan
upp til bjargingina ikki skal blíva
ov stórt. Tað verður tó uttan Jón
Krosslá Poulsen, sum hevur upp
sagt sáttmálan við 07 Vestur. Tað
kundi sæð út til, at hann fer til
AB ella aftur til Suðringarnar. Eitt
annað boð kundi verið EB/Streym
ur, sum spælir uttan ein áleypara
í løtuni.
Skálamenn eru nakað skerdir
til uppgávuna á Dungasandi. Brian
Jakobsen hevur leikbann eftir fýra
gul kort, meðan hvørki Teitur R.
Joensen ella Ahmed Mujdragic
verða tøkir. Ahmed Mujdragic
verður helst við, men byrjar ikki.
Skal 07 Vestur í gongd, so er
hetta ein góður møguleiki, men
tað er storført at síggja teir vinna
í løtuni.
SOSIALURIN TIPPAR: 0-1
Hvítusunnan tóktist prógva, at føroyskur fótbóltur aftur er í hæddini. Premier League
kappingarárið er komið at enda, meðan vit framvegis bíða eftir HM endaspælinum
í Russlandi. Í nakrar vikur eigur føroyskur fótbóltur allan ítróttarpallin
Ikki við: Hørður Tórsson (økslin,
2 vikur), Absalon Eliasen (knæið,
óvist)
Ikki við: Róaldur Jakobsen (fótlið,
langtíðarskaddur), Jónas Tór
Næs (nakki, langtíðarskaddur),
Christian R. Mouritsen (fótlið, 2-3
vikur), Høgni Eysturoy (lærkrikin,
langtíðarskaddur), Bjarni Petersen
(fipur, 2-4 vikur), Rói Mørk Hentze
Ivasamur: Alex Mellemgaard
(sjúkur)
Ikki við: Jóhannes Hansen
(liðband, langtíðarskaddur)
Ivasamur; Arnar Dam (knæið)
Við aftur: Oddur Á. Højgaard
(eftir leikbann)
Ikki við: Sebastian Pingel
(knæið, óvist), Teit Jacobsen
(skurðviðgjørdur, spælir ikki
aftur í ár), Dan í Soylu (leikbann,
4 gul).
Ikki við: Hákun Edmundsson
(lærkrikin), Kristoffur Jakobsen
(vøddaskaði)
Ivsamur: Ólavur Niclasen
Við aftur: Jákup B. Andreasen
(leikbann)
LIÐ TÍÐINDI
B36
KÍ
HB
AB
EB/STREYMUR
Upptakt 12.umfar:
NÚ ER
FØROYSKUR
FÓTBÓLTUR
Í HÆDDINI