Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018 SOSIALURIN 58 17 EB/Streymur – Suðringar Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN EB/Streymur og Suðringar hava samlað sær nøkur góð stig saman, og niðurflytingarstríð er ikki fyrst á dagskránni, men taprin av hesum dystinum kann standa eftir við ringum kortum á hondini. Tey hava hvør síni tíggju stig, men tað eru bara tvey stig niður til niðurflytingarstrikuna, har argjamenn eru farnir at gera um seg. Sundalagsmenn komu nú bara væl frá uppgávuni í Havn móti HB, tá teir mánadagin taptu 1-0, men sum heild tykist liðið mangla eitt sindur av orku, fyri at kunna spæla upp ímóti teimum orkuríku lið­unum. Suðringar hava nú havt nakr­ ar dagar at hvíla seg í. Teir hava fleiri dystir fyri framman, men ein sigur á Eiði kann geva teimum møguleikan at raðfesta steypa­ kappingina í næstum. Hetta líkist eisini einum javnleiki. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 AB – HB Sunnudagin klokkan 17.15 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ Argjamenn skulu vaska einasta stór­tapið í ár av sær, tá HB kemur á vitjan sunnukvøldið. Seinast lið­ ini møttust var í 9. umfari, tá HB vann heili 5-0 í Gundadali. Annars hevur AB bara tapt við í mesta lagi tveim­um málum í ár. - Vit skulu prógva, at vit eru betri enn 5-0 tapið. HB er sjálvandi favoritt­ ur, men vit skulu spæla okkara møguleika og trúgva upp á tað, sigur Sorin Anghel, venjari hjá HB. Í Gundadali vænta tey sær heldur ikki ein 5-0 sigur á Argjum sunnu­dagin. Hjálparvenjarin hjá HB, Rasmus Nolsøe, heldur fyri, at talan verður um heilt øðrvísi dyst. -Hetta verður ein heilt annar dystur. Eg haldi ikki at fimm mál er munurin á liðunum. Tú skal eisini minnast til, at í tí dystinum skora vit ikki fyrr enn aftaná 70 minuttir, og teir fáa eina útvísting, sigur Rasmus Nolsøe. Liðini skulu spæla móti hvørjum øðr­um tríggjar ferðir undan summar­steðginum, tí tey møtast eisini í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Argjamenn hava ikki eins nógvar spælarar at taka av, sum HB. Tað ásannar Sorin Ang­hel eisini, men krevur bara at spælar­arnir geva alt teir eiga. -Hetta er ein spennandi tíð, tí tað eru nógvir dystir og nú fara leik­bann og annað eisini at gera um seg. Eg havi sagt tað alltíð, vit skulu læra okkum at spæla slíkar dystir. Eg var vónbrotin um, at vit ikki fáa stig móti KÍ. Vit skulu hava tíggju prosent afturat, so koppar marginalarnir okkara veg, sigur Sorin Anghel. Í HB verður ikki spekulerað í hálv­finaludystunum enn, men HB ætlar at trýsta AB. -Vit hugsa ikki um júst tað, men vit fara altíð á vøllin fyri at spæla við høgari leikferð. Tað er ikki tí, at vit spæla móti AB og skulu spæla móti teimum aftur í steypa­ kappingini. Hetta gera vit til hvønn dyst, sigur Rasmus Nolsøe. Í løtuni vinnur HB – tí er verður tað eisini tippið. SOSIALURIN TIPPAR: 1-3 Ikki við: Klæmint A. Olsen (brotið armin - ógreitt hvussu leingi), Símun Rógvi Hansen (slitið krossbandið - langtíðarskaddur), Bárður J. Hansen (vøddaskaði) Ikki við: Jan Ingason Hansen og Jákup Johansen (langtíðarskaddir), Haraldur R. Højgaard (lærið), Brian Jakobsen (leikbann, 4 gul), Teitur R. Joensen (uttanlands) Ivasamur: Ahmed Mujdragic (knæið) Ikki við: Rani Johansen (fótskaði, nakrar vikur), Teitur Mortensen (lærkrikin) Ivasamir: Milos Budakovic (fótskaði), Heri E. Kjærbo (lærkrikin) Við aftur: Dánjal Godtfred (eftir leikbann) Ikki við: Gunnar Vatnhamar (leikbann 4 gul), Philip Djordjevic (leikbann, 4 gul) Við aftur: Heðin Hansen (leikbann) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ 07 VESTUR Ikki við: Martin Tausen (skaði), Jón Krosslá Poulsen (givin) Ivasamur: Ken Fagerberg Betri deildin støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. HB 11 9 1 1 21-7 (+14) 28 2. B36 11 8 1 2 24-11 (+13) 25 3. KÍ 11 7 2 2 19-9 (+10) 23 4. NSÍ 11 6 2 3 21-10 (+11) 20 5. Víkingur 11 5 2 4 16-13 (+3) 17 6. SKÁLA 11 4 2 5 10-13 (-3) 14 7. EB/Streymur 11 2 4 5 11-14 (-3) 10 8. TB/FCS/Royn 11 3 1 7 8-16 (-8) 10 9. AB 11 2 2 7 7-19 (-12) 8 10. 07 Vestur 11 0 1 10 7-32 (-25) 1 Betri deildin 12. umfar: Víkingur-KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2 B36-NSÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2 07 Vestur-Skála (15.00) EB/Streymur-Suðringar (15.00) AB-HB (17.15) Beinleiðis á Rás2 TB/FCS/ROYN Toppskjúttar: 1: Adrian Justinussen, HB 9 2: Kaimar Saag, B36 7 2: Meinhard E. Olsen, B36 7 4: Jóannes Bjartalíð, KÍ 6 5: Brian Jakobsen, Skála 5 5: Gilli Samuelsen, 07 Vestur 5 (mál) (mál) Kringvarp Føroya hevur í dag boðað fótbóltsfeløgunum frá, at tað gevst at stroyma lands­kapp­ ingar­dystir í fótbólti. Kringvarp Føroya grundgevir avgerðina við, at KVF hevur mist sítt redak­sjó­nella frælsi at velja dag­sins dyst, nú so nógv feløg nokta teimum at stroyma sínar heima­dystir. Tískil hevur KVF valt ikki at stroyma nakran dyst komandi landskappingarumfar. - Hetta harmar okkum sjálv­andi almikið. Vit halda, at lands­kappingardystir eru savn­andi fyri nógv fólk, og vit ynskja serliga, at útisetar, sjófólk og onnur, sum ikki hava møguleika at koma til dystir­nar, skulu hava møguleika at vera við, skrivar Leivur Fredrik­sen, ítróttarredaktørur í Kring­varpi­ num. Kringvarpið leggur nú bólt­ in til feløgini og sigur, at um tey finna eina nøktandi loysn fyri feløgini og ynskja, at Kring­varp­ ið skal taka sær av upp­gávu­ni, er væl hugsandi, at KVF aftur fer at stroyma fótbólt. Í vikuskiftissosialinum her­fyri viðgjørdi Miðlahúsið stríðið millum feløgini, FSF og Kringvarpið og vísti á, at júst hetta bleiv ein sannlíkur endi á stríðnum. Tá segði Vir­gar Hvidbro, aðalskrivar í FSF, at júst hetta málið fór at verða við­gjørt á næsta for­mans­ fundi­num millum feløgini, sum verður fyrst í juni. KÍ, EB/ Streym­ur og AB hava fyribils nokta Kringvarpinum at senda sínar heimadystir. Vit mugu sleppa at velja dystirnar - Vit føla okkum noyddar at taka hesa avgerðina, tá arbeiðs­ um­støðurnar nú eru, sum tær eru, sigur Leivur Frederik­sen, ítróttarredaktørur í Kring­varpi­ num. AB tók sakina í egnar hendur í seinasta umfari og valdi at stroyma dystin móti KÍ sjálvir, á eini skipan hjá FSF. - Hetta umfarið vildu vit sleppa at vísa dystin millum B36 og NSÍ, men fingu fyrr í vikuni at vita frá B36, at hesaferð ynsktu teir ikki, at vit vístu dyst­in. Tá tað er støðan í løtuni, hava vit valt heldur at gevast, sigur Leivur Frederiksen. Hann vísir á, at tá so nógv feløg ikki vilja loyva Kring­varpi­ num at senda, gerst úrvalið av dyst­um heldur avmarkað. Tá er tað, at Kringvarpið sigur seg missa redaksjónella frælsið, sum tað stendur í skrivinum, sum feløgini hava fingið frá KVF. Hann vísir á, at tað er týdn­ingarmikið fyri KVF, at tað sjálvt sleppur at avgera, hvørjar dystir, teir vísa, og frítt kunnu taka hesa avgerðina út frá journalistiskum ávum. Ítróttarredaktørurin heldur, at tað er stórt spell at fjepp­ar­ar­ nir skulu missa hesa tænastuna. Leivur Frederiksen sigur, at van­liga hyggja um 500 fólk eftir stroym­ingini og okkurt um ein triðing­ur av teimum uttan fyri Føroyar. - Hetta rakar jú serliga úti­ setar, sjófólk og tey gomlu, sum kortini ikki hava høvi at fara til dystirnar, og tað er sera harmi­ligt, sigur hann og leggur afturat: - Hetta er okkara støða nú. Um feløgini finna eina loysn um, hvussu stroymingin skal skip­ ast, so eru vit í KVF tilreiðar at byrja aftur, um feløgini ynskja tað, sigur Leivur Frederiksen. DANJAL@SOSIALURIN.FO Kringvarpið gevst at stroyma