Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 25. mai 2018 59 ÓLI HAMMER ER ERRIN AV AT HAVA FINGIÐ GYLTA MØGULEIKAN AT FYLGJA Í FÓTA­SPORUNUM HJÁ ABB­A­NUM OG PÁPANUM, MEN HANN ÁSANNAR, AT HANN HEVUR NÓGV AT LIVA UPP TIL. - TEIR BÁЭIR GÓVU ALT, TEIR MEGN­AÐU, BÆÐI TIL SKIP OG REIÐARÍ. FYRI TEIR VAR HETTA IKKI BARA EITT STARV, MEN MEIRA EIN LÍVSSTÍLUR. SMYR­IL LINE HEVUR FYLT NÓGV Í OKKARA FAM­ILJU, SIGUR NÝGGI YV­IR­STÝR­ I­MAÐURIN UMBORÐ Á NORRÖNU ­Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Óli Hammer, sum í dag er 29 ára gam­al og nýliga hevur fingið kjans um­borð á Norrönu sum yv­ir­stýr­i­ mað­ur, byrjaði at sigla við Norrönu longu sum tannáringur. – Tá tað lá fyri í feriunum, hjálpti eg millum annað til í shoppini, goymsl­ uni og hjá tí, vit róptu house-keep­ ing. Tá fólkaskúlin var lokin, byrjaði eg sum dekkari umborð á Norrönu fyri at savna mær siglingartíð, so eg kundi taka skipsføraraútbúgvingina. Á sumri í 2008 fór eg í gongd við skipsføraraútbúgvingina á Vinnu­há­ skúl­a­num í Havn, og í 2011 stóð eg við skips­førarapróvnum í hondini. – Longu í 2011 var eg so heppin at fáa hýru hjá danska reiðarínum A2SEA, sum er eitt heldur øðrvísi reið­arí. A2SEA eru serkønir innan vind­orku í frálandavinnuni. Høv­uðs­ end­a­málið hjá skipunum hjá A2SEA er at seta upp og hava eftirlit við vind­myllum á sjónum. Óli Hammer sigur, at hann mynstr­aði fyrstu ferð í Bremerhaven sum 2. stýrimaður umborð á skip­i­ num, Sea Energy. – Uppgávurnar hjá Sea Energy vóru at ser­visera vindmyllur. Eitt ár seinni gjørd­ist eg 1. stýrimaður á spild­u­r­nýggja skipinum, Sea In­stal­l­ er, sum var komið til Esbjerg úr Kina, har skipið varð bygt. Umleið eitt ár seinni varð Óli Hamm­er boðin at fara til Cosco Ship­yard í Quidong í Kina at heinta enn eitt spildurnýtt skip, sum kallast Sea Challenger. – Her var eg so heppin at gerast yv­ir­stýrimaður á sama skipi eitt ár seinni og helt fram í tí starvinum líka til 31. mars í ár, tá eg mynstraði við Norr­önu sum yvirstýrimaður, sigur ungi maðurin. Heilt ymiskar uppgávur Men, hvør er so munurin á tí, sum Óli Hamm­er hevur fingist við og kjans­ i­num, hann nú hevur átikið sær um­ borð á Norrönu? – Ja, tað er ein víður spurningur. Mun­urin er stórur, og hetta eru á nógv­an hátt tvær heilt ymiskar upp­ gáv­ur og avbjóðingar. Sea Chall­eng­ er og Norröna eru tvey skip við heilt hvør sínum endamáli. Seta vit skipini upp ímóti hvørjum øðrum, eru størstu munirnir helst, at Norröna ikki hevur fýra bein, sum kunna lyfta hana high & dry, sum vit rópa tað, úr sjógnum, og Norr­öna hevur ongar kranar, har Sea Chal­l­enger hevði ikki minni enn seks kran­ar, har hin eini kann lyfta heili 900 tons. Hinvegin, so var einki bila- og trail­ara­dekk umborð á Sea Chall­eng­er, manningin taldi ikki 118, og skip­ið kundi ikki taka stívliga 1400 ferð­a­fólk. Óli Hammer vísir á, at arbeiðið, sum gjørt varð við Sea Challenger, var eitt slag av byggi-ella kon­struk­ tiónsar­beiði. – Høvuðsuppgávurnar hjá okk­ um á brúnni vóru at tryggja, at stab­i­ lit­et­urin á skipinum var í lagi, at sigla trygt fram til vindmyllulundirnar og at posi­ti­onera skipið heilt neyvt - ja, inn­an fyri 0,5 metrar, og síðan at seta “bein­ini” niður á havbotnin fyri at reisa skipið úr sjónum. Soleiðis Óli Hammer, 3. ættarlið á brúnni á Norrønu: – Eg eri ómetalig henda møguleika – Norröna er eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss, og skipið er á tremur við d - Tá eg mynstraði umborð á Sea Challenger hin 7. mars í ár, hevði eg ikki væntað, at eg skuldi standa á brúnni umborð á Norrönu longu hin 31. mars. Men, eg eri ómetaliga glaður fyri hendan møguleika, sigur Óli Hammer, her undir liðini á unnustuni, Sólgerð Hansen