hósdagur 24. mai 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
6
25. mai 2018
59
Norröna eitt trailaradekk og tvey bil
dekk, íroknað heingidekkið. Her
koyrir nógv tung ferðsla, tá skipið
liggur við bryggju. Her ræður um at
halda høvdið kalt og hava eitt gott
yvirlit. Bæði fyri trygdina hjá fólki,
sum starvast á dekkinum og fyri
tann operationella partin, so last
ing og lossing gongur fyri seg á
ein virknan hátt og uttan ov nógvar
ferðslutøppar.
Yvirstýrimaðurin sigur, at alt hetta
tó bara er ein brøkpartur av øllum.
– Norröna hevur tær dynamisku
og
áhugaverdu
avbjóðingarnar,
nevniliga ferðafólk. Hetta er ein stór
ábyrgd og hevur nógvar avbjóðingar
fyri manningina.
Óli Hammer leggur dent á, at
reiðarríið Smyril-Line ynskir at veita
eina so góða tænastu sum gjørligt,
so ferðafólkini hava eina góða og
hugnaliga løtu umborð á Norrönu.
– Hetta leggur ikki minni trýst á
dugnaligu manningina umborð á
Norrönu, sum ger eitt megnar arbeiði
fyri at lyfta hesa uppgávu.
Eingin dagur er eins
Sum yvirstýrimaður situr tú við stór
ari ábyrgd og einum havi av ymisk
um spennandi uppgávum.
– Yvirstýrimaðurin hevur ábyrgd
av arbeiðsumhvørvinum, trygdini og
trygdarútgerð. Tað er eisini ábyrgdin
hjá yvirstýrimanninum at halda
venjingar saman við manningini, at
tilrættaleggja arbeiðsdagin saman
við starvsfeløgunum á brúnni og
dekkinum, ganga brúgvavaktir und
ir vanligari sigling og at gera lasta
planir.
Óli Hammer vísir á, at av og
á henda eisini óhapp, har onkur
kanska skurslar seg ella gerst sjúkur.
– Norröna hevur ongan lækna
umborð, og tí liggur hetta eisini á yv
irstýrimanninum. Eins og allir hinir
stýrimennirnir umborð á Norrönu
hava, so havi eg eisini eitt sjúkra
viðgerðara skeið, sum gevur mær
førleika at veita fyrstu hjálp og at
útflyggja ymiskan heilivág til ferða
fólk og starvfólk. Hetta verður sjálv
andi gjørt í samráð við lækna á landi.
Hetta eru nøkur av starvs
økjunum, ið fylla dagin hjá Óla
Hammer sum yvirstýrimaður.
– Eingir dagar er eins, og alt í alt
ger hetta, at starvið sum yvirstýr
imaður umborð á Norrönu er eitt
ómetaliga spennandi starv, sigur
hann.
Altíð ligið mær nær
Hevur tað verið ein dreymur hjá tær
at fáa møguleikan at gerast yvirmað
ur umborð á Norrønu?
– Ja, á ein hátt hevur tað altíð verið
ein dreymur at sleppa at starvast hjá
Smyril Line sum yvirmaður. Eg má
vera erligur at siga, at tá eg mynstr
aði umborð á Sea Challenger hin 7.
mars í ár, hevði eg ikki væntað, at
eg skuldi standa á brúnni umborð á
Norrönu longu hin 31. mars - ella bert
nakrar fáar vikur seinni. Men, eg eri
ómetaliga glaður fyri hendan møg
uleika.
Bæði pápin og abbin hava starv
ast fyri Smyril Line í nógv ár. Hvønn
týdning hevur tað fyri teg?
– Ja, teir hava starvast her í langa
tíð, og av tí sama hevur Smyril Line
altíð ligið mær nær, tá felagið altíð
hevur verið ein partur í familjuni.
Sjálvur havi eg eisini gingið nógv
umborð á Norrönu, tó ikki altíð sum
starvfólk. Mær er fortalt, at eg var bert
sjey dagar gamal, tá eg fyrstu ferð
var umborð á gomlu Norrönu, og
síðan tá havi eg verið nógv umborð,
bæði fyri at vitja pápa, í arbeiði og
sum ferðafólk. At eg nú kundi taka
við starvi umborð sum triðja ættarlið,
hevur stóran persónligan týdning
fyri meg.
Ongantíð hoyrt eitt suk
Hvussu følist tað nú at ganga í teirra
fótasporum?
– Eg eri errin av at hava fingið
henda gylta møguleika at fylgja í
teirra fótasporum. Men, her er eisini
nógv at liva upp til. Tí, teir báðir hava
givið alt tað teir megnaðu til bæði
reiðarí og skip. Tað hevur verið lætt
at merkja, at hetta ikki bert hevur
verið eitt starv fyri teir, men meira
ein lívsstílur. Hettar merkist eisini á
teimum báðum, tí alt fellir teimum so
náttúrligt.
Óli Hammer kann ikki minnast
seg at hava hoyrt eitt “suk” frá pápa
sínum, tá hann er farin til arbeiðis.
Um hetta er eitt gott ella minni gott
tekin, kunnu fólk sjálvi meta um,
heldur hann fyri.
– Men eg haldi, at hetta vísir,
hvussu góður trivnaðurin er umborð
á Norrönu. Tí, hvørja ferð eg havi sett
fótin umborð á skipið, so merkist
tann góði og glaði tónin beinavegin.
Hetta er smittandi og ger, at tú sjálv
ur verður í góðum hýri.
Tú hevur verið umborð á Norrønu
sum yvirstýrimaður tínar fyrstu vikur.
Hvussu kendist tað, og væntar tú, at
tú fert at trívast á brúnni?
– At sleppa at standa á brúnni á
hesum stóra føroyska ferðamanna
skipi og vita, at tú ert ein partur av
brúnni, gevur tær bæði eina stolta og
gleðiliga kenslu. Tó vil eg viðganga,
at fyrsta fráferðin var við eitt sindur
av blandaðum kenslum, tí tað gingu
jú bert tríggir dagar frá tí, at eg stóð á
brúnni á Sea Challenger og maner
eraði, til eg stóð á brúnni á Norrönu.
Hann sigur seg onga løtu vera í
iva um, at hann kemur at trívast væl
umborð á Norrønu.
– Fyrstu fimm vikurnar, sum eg
var umborð, gingu so ómetaliga
skjótt. Hetta er eitt spennandi og
avbjóðandi arbeiðspláss, og skip
ið er á tremur við dugnaligum og
blíðum starvfólki, sigur nýggi yvir
stýrimaðurin umborð á Norrönu, 29
ára gamli Óli Hammer.
– Bæði abbi og pápi mín hava starvast fyri Smyril Line í nógv ár, og
av tí sama hevur felagið altíð ligið mær nær, eins og felagið altíð hevur
verið ein partur av familjuni, sigur Óli Hammer. Á myndini eru Óli
Hammer (eldri) og Henrik Hammer