mánadagur 28. mai 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59
Í annaðkvøld -
týskvøldið klokkan 21
til mikumorgunin
klokkan 06 - verður
partur av Gerðagøtu í
Klaksvík stongdur
vegna asfaltarbeiði
Gongur betur
á upsaveiði
Væntandi verða fleiri
ísfiskalandingar, sum
henda vikan gongur
Vilmund Jacobsen
Fleiri partrolarapør eru til
fiskiskap, og í løtuni fáa
skipini onkur brúkilig hál.
Væntandi er, at nøkur par
trolarapør koma inn at landa
hesa vikuna.
Fríggjadagin vóru bara
tveir djúpvatnstrolarar til
fiskiskap undir Føroyum, og
teir koma helst eisini inn at
landa í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at tríggir
trolbátar eru á landleiðini, og
tríggir fiska tosk, hýsu, upsa
og flatfisk norðanfyri.
- Væntandi er, at onkrir
trolbátar koma inn at landa
fyrst í hesi vikuni og fleiri
seinni í vikuni.
Trý garnaskip eru til fiski
skap eftir svartkalva. Tey
koma væntandi inn at landa
miðskeiðis í hesi vikuni.
- Eitt garnaskip hevur lagt
og verður nú pussað upp,
siga tey á Fiskamarknaði
Føroya.
Gongur
væl at
leggja
graslíki
Vilmund Jacobsen
Í farnu viku byrjaði
arbeiðið at leggja
nýggjan graslíkisvøll á
fótbóltsvøllin á
Eiðinum í Vági.
Í Vágs kommunu vísa
tey á, at hin gamli
vøllurin varð tikin av
fyri hvítusunnu, og
síðan hevur verið
arbeitt við at leggja
nýggja vøllin á.
Nýggi vøllurin er ein
Domo Sportgrass-
vøllur frá Føroya
Møblasølu, sum fyrr í
ár eisini legði graslíki á
vøllin í stóru
Marghøllini í Vági.
- Umframt at skifta
graslíkisvøllin á
Eiðinum, er eisini gjørd
nýggj girðing kring
vøllin, eins og
leikaraskýlini eru gjørd
av nýggjum.
Í Vágs kommunu siga
tey, at arbeiðið hevur
gingið væl.
- Vit rokna við, at
arbeiðið verður liðugt,
soleiðis at nýggi
graslíkinvøllurin
verður handaður
okkum í hesi vikuni.
Hjá Føroya Møblasølu
siga tey, at graslíki,
sum nú verður lagt á
fótbóltsvøllin á
Eiðinum, er rættiliga
framkomið, og Domo
Sportgrass er størsti
veitari av graslíki í
Evropa.
SUMMARKVØLD:
Týskvøldið 29. mai
klokkan 18 verður
tiltakið summarkvøld
við Toftavatn. Hetta er
afturvendandi tiltak,
ið Nes kommuna og
Runavíkar kommuna eru
felags um. Í ár hugleiðir
Tórður Mikkelsen, og eisini
verður felagssangur.
Grønt átak
- lán eina trillibøru
Í Nólsoy hava tey nú átta fagurt littar
trillibørur, sum læntar verða út til bæði
bygdafólk og ferðafólk - ókeypis
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki tí, at nólsoyingar
hava so nógv brúk fyri bili í
bygdini, at nøkur taka bilin
við sær út um fjørðin, tá alt
er sum vanligt, og Ternan
røkir siglingina um Nólsoy
arfjørð.
Nú eitt nýtt og grønt
átak er farið av bakkastokki
í bygdini, kunnu øll, sum
búgva í Nólsoy - ella ferðast
í bygdini - lána trillibørur
ókeypis at koyra viðføri og
annað við.
- Øll kunnu læna trillibør
urnar - bygdafólk eins væl og
ferðafólk - og púra ókeypis.
Í Nólsoy siga tey, at
fimm slíkar trillibørur eru
úti bryggjuni á Klivum, har
Ternan leggur at - og tríggjar
eru við Avhaldshúsið, sum er
beint við matvøruhandilin.
- Tað er Vígdis Bjarnadótt
ir, sum eigur hugskotið, og
tað er Ívar Bærentsen, sum
hevur syrgt fyri at heingja
trillibørurnar upp, soleiðis
at tær altíð eru tøkar og ikki
fúka burtur í vindi.
Í Nólsoy siga tey, at tað
eru fleiri raskar ungar dam
ur, sum hava hjálpt til við at
litprýða trillibørurnar.
Grønt í Nólsoy
Tað er ikki so sjáldan, vit
síggja, at nólsoyingar slóða
fyri við nýggjum hugskotum.
Tá ruddingardagur var í
Nólsoy herfyri, tóku tey stig
til eisini at rudda á sjónum
við kavarum.
Umframt
ruskið,
sum
savnað varð kring um í bygd
ini og fjøruni henda dagin,
tóku kavarar eisini nógv
ymiskt upp av víkini, eitt nú
fleiri bildekk.
Í Nólsoy kunnu nú átta litfagrar trillibørur lánast bygdarfólki og ferðafólki
sum koma til bygdar
- Ísfiskatrolarar, sum fiska upsa, gera nú onkur góð hál.
Mynd: TJ-myndir