Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mai 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tvøroyrar býráð hevur samtykt ársroknskapin fyri 2017. Í fíggjarætlanini fyri varð roknað við halli á 10.276 miljónir, men ársroknskapurin vísir eitt avlop á 9.425 miljónir krónur Selmar heldur fram sum formaður Vilmund Jacobsen Á fundi seinasta hósdag skipaði nevndin í Ráðgevarafelagnum seg við Selmari Nielsen sum formanni og Eyðbirna Brimnes sum næstformanni. Aðalfundur var í felagnum hin 24. apríl, og tá varð nevndin afturvald. Í nevndini sita eisini Árni Jakobsen, Svend Sivertsen og Rúni Abrahamsen.  Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag. ÚTFERÐ: Í góðveðrinum fríggjadagin vóru starvsfólk hjá Sands kommunu á útferð í Tindhólmi. Felagsmyndin er tikin vestantil í Tindhólmi - við Vágoynni og Kvívíksskor í baksýni. Línuskip landa seinni í vikuni Hóast streymur og veður eru til vildar, roynist veiðan hjá útróðrarbátum einki serligt í løtuni Vilmund Jacobsen Tað verður helst ikki fyrr enn síðst í hesi vikuni, at fyrstu línu­ skip­ini koma inn at landa. Eitt ísfiskalínuskip er til fiski­ skap í íslendskum sjógvi og kem­ ur helst inn at landa síðst í hesi vik­uni.  Trý ísfiskalínuskip eru til fiski­ skap undir Føroyum, og hesi trý skipini koma helst øll inn at landa síðst í hesi vikuni. Umframt ísfiskalínuskipini, eru eisini tvey frystilínuskip til fiski­skap undir Føroyum í løtuni. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin verður góð­ur, og veðrið verður eisini gott. - Tí kann roknast við nakað av útróðri í hesi vikuni, men út­róðr­ ar­bátarnir hava smáligan fiski­ skap, verður lagt aftrat. Shippingvinnan ekur fult undir við altjóða svávul hámarkinum Alheims skipae igarar ávara móti ruðuleika í 2020 í samband við altjóða svávulhámark Vilmund Jacobsen International Chamber of Shipp­ ing (ICS), har Reiðarafelagið fyri Farmaskip er limur saman við reið­ ara­feløgum úr øllum heiminum, hevur herfyri havt ársaðalfund sín í Hong Kong. - Fremsta niðurstøðan á aðal­ fundinum var, at ICS óttast ruðu­ leika og ógreiður, um ikki IMO sum skjótast loysir nakrar álvarsamar spurn­ingar í samband við verk­set­ anina av 0,5 % hámarkinum fyri svávul í brennievni til skip, sum eftir ætlan fer at virka um allan heim frá degi til dags hin 1. januar 2020.  Í Vinnuhúsinum vita tey í dag at siga, at slíkur ruðuleiki hevði havt við sær álvarsamar avleiðingar fyri flutning av heimsins orku, rávørum og framleiddum vørum, tá 90% av heimshandlinum verður fluttur sjóvegis.  Formaðurin í ICS, Esben Poul­ sen, segði úr Hong Kong, at shipp­ ingvinnan tekur fult undir við altjóða svávul hámark­in­um hjá IMO og tí positivu umhvørvis­ ávirk­an, hetta fer at hava við sær, og er klár at átaka sær ta munandi hækk­ing í brennievniskostnaði, sum stendst av hámarkinum. - Men, um nakrir álvarsamir spurn­ingar hesar komandi mán­að­ irnar ikki verða nøktandi viðgjørdir av stjórnunum kring heimin, kann hetta fara at verða til ampa fyri javna rákið av sjóvegis flutningi. Tað er enn langt frá sikkurt, at nóg stórar mongdir av brennievni, sum lúka treytirnar, verða tøkar í øllum heimsins havnum hin 1. januar 2020. Hann vísti á, at orsaka av vantandi altjóða standardum fyri fleiri av teimum nýggju brenni­ evnissamansetingunum, sum olju­ reinsiverk hava lovað, eru møguligir trygdarspurningar orsaka av ósam­ bæri­ligum brennievni. - Stjórnir, oljureinsiverk og chartr­arar mugu skilja, at skip hava tørv á byrja at keypa brennievni, sum lúka krøvini fleiri mánaðir fyri 1. januar 2020. Men, í løtuni veit eing­in, hvat slag av brennievni fer at verða tøkt og við hvørjum prísi, útgreiningum ella mongd. Um ikki øll fara undir hetta skjótast, kunnu vit standa frammanfyri einum hurli­vasa við skipum og farmi, strandað í havnum ymsastaðni, segði Esben Poulsen. ICS leggur dent á, at stjórnirnar mugu gera munandi framstig á hes­ um økinum á IMO fundinum, sum verð­ur í juli, og sum snýr seg um kom­andi altjóða svávul hámarkið, har ICS - saman við øðrum altjóða vinnu­greinafeløgum - fer at senda inn fleiri teknisk pappír til tess at stuðla undir eina væleydnaða verk­seting av tí, sum ICS kallar ein broyt­ing í reglunum – og sum eisini broytir spælureglurnar. Tað er Vinnuhúsið sum ber hesi tíðindi á síni heimasíðu í dag.