Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mai 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59 Triðja Christiansborg Slott fyllir 100 ár í dag Í dag eru 100 ár síðani, at Christiansborg Slot á Slotsholmen í miðbýnum í Keypmannahavn varð tikið í nýtslu Christiansborg hýsir danska tjóð­artinginum, Fólka­ting­ inum, Hægstarætti og For­ sæt­is­mál­a­ráðnum. Harumframt hevur Kongs­húsið nøkur høli á slott­i­num, eitt nú De Kon­g­e­ lige Re­præ­senta­ti­ons­lok­al­er, Slots­kirkj­una og Kongaligu Stall­ar­nar. Slottið í dag er tann nýggj­ asti av fleiri bygningum, sum hava ver­ið á sama stað síðani 1100 talið, og sum síðani mið­ skei­ðis í 1400 árunum hevur hýst vald­i­num í Danmark – og tað ger tað enn. Christiansborg er brunn­ ið í grund og bygt uppaftur tvær ferðir. Fyrru ferð var 26. februar í 1794. Tá kom eldur í ein skorstein í kong­a­ligu stovunum hjá arva­prins­ i­num. Eldurin breiddi seg skjótt næstu tím­ar­nar, og ein rúgva av fólki hjálpti til at bjarga tí, ið bjargast kundi – og ikki minst húsunum í granna­lagnum, tí glóðir regn­aðu yvir húsini. Slottið og Slots­kirkjan brunnu í grund, og rættiliga nógv virði fóru fyri skeyti. Seinni eldurin var 3. ok­to­ b­er í 1884. Tá breiddist eldur­ in ikki eins skjótt, og tí varð rætt­i­liga nógv av innbúgvi og list­ar­verk­um bjarg­að und­ an eldinum. Í 1906 var farið at end­ur­ byggja slottið, men ikki fyrr enn 28. mai í 1918 var klárt hjá Fólk­a­tingi og Ríkisdegi at flyta inn í slottið. Hægstirættur flutti inn aft­ur á slottið í 1919, og bygn­ ing­urin varð endaliga latin stat­i­num. Men ikki fyrr enn 12. jan­uar í 1928 kundi kongur taka síni høli í nýtslu, og har­ við var slottið endaliga lið­ ugt. Verna Rasmussen ættað úr Lopra, búsitandi í Sør­vági, andaðist í heim­i­num hósdagin 24. mai, 72 ára gomul. Olaf Joensen, vanliga nevnd­ur Olaf hjá Boy, and­aðist á Rík­ is­sjúkra­hús­i­num 24. mai, 76 ára gamal. Regin Hentze, Tórs­havn andaðist á Lands­sjúkra­ hús­i­num hósdagin 24. mai, 68 ára gamal. Jacobina Høj, Strondum, vanliga nevnd Bina, and­að­ist týsdagin 22. mai á Rík­is­sjúkr­a­hús­ i­num, 75 ára gomul. Jóhanna Jacobsen, nevnd Hanna, ættað av Stondum, búsitandi á Skála, andaðist á Lands­sjúkra­hús­i­num 22. mai, 81 ára gomul. Regin á Rógvi, Vest­ manna, andaðist 2. Hvít­ u­sunn­u­dag, 82 ára gamal. Birthe Poulsen, andaðist í Dan­mark sunnudagin 20. mai, 86 ára gomul. Birthe var kona Herálv Poul­sen úr Havn. Hans Jacobsen, Tórs­ havn, vanliga nevnd­ ur Hans hjá Sjedd­ik, andaðist á Lands­sjúkr­ ahúsinum 2. hvít­u­sunn­u­ dag 21. mai, 67 ára gamal. Hildegerð Guttesen Backhurst, búsitandi í Kent í Onglandi andaðist, 82 ára gomul. Hildegerð var dóttir Hjalmar Gutt­e­sen í havn. Ragnhild Thomassen, á Ryggi í Miðvági and­ að­ist 19. mei á Sýn­ ini, 95 ára gomul. John Debess, ættaður úr Vági, búsitandi á Ell­ing­s­oy við Ålesund, and­aðist í heiminum 18. mai, 80 ára gamal. Terje Petersen, Tórs­havn, andaðist á Lands­sjúkr­a­húsinum leyg­ar­dagin 19. mai, 66 ára gamal. Eyðbjørg Gudmundsson, Skop­un, andaðist á Rík­is­sjúkr­ a­húsinum, týsdagin, 15. mai, 62 ára gomul. Karl Fridtjof Jóhansson, føddur Hovgaard, ætt­að­ ur úr Hovi, bú­sit­ andi á Akureyri í Ís­landi, andaðist 10. mai, 93 ára gamal. Eilef Frederiksen, ætt­ að­ur úr Múla, and­aðist á Klaksvíkar Røktarheimi týs­kvøld­ið, 84 ára gamal. Martin Salomon Poul­sen, úr Miðvági, andaðist á Sýn­ini hósdagin, 17. mai, 85 ára gamal. Gunnar Eli Holm, ætt­ að­ur av Tvøroyri, son­ur Sannu og Poul Holm, andaðist á Lands­sjúkr­ a­húsi­num mikudagin 16. mai, 66 ára gamal. Marjun Simonsen, van­liga nevnd Marjun hjá Leo í Toft, Klaksvík, and­að­ist í heiminum mánadagin 14. mai, 68 ára gomul. Jákup Oluf Langgaard, Søldarfjørður, ættaður úr Leir­vík, andaðist á Rík­is­sjúkrahúsinum mán­a­kvøld­ið 14. mai, 84 ára gamal. Inger Elise Haacke, and­aðist í Sambýlinum í Hvalba sunnudagin 13. mai, 85 ára gomul. Johnhild Danbjørg, Klaksvík, ættað úr Pork­ eri, andaðist leygardagin 12. mai, 79 ára gomul. Poul Nolsøe Mikkelsen, van­liga nevndur Nøddi, and­aðist á Klaksvíkar Sjúkr­a­ húsi sunnunáttina, 90 ára gamal. ANDLÁT Í dag eru liðin 100 ár síðani, at Christiansborg Slott aftur varð tikið í nýtslu eftir at tað brann í grund seinnu ferði í 1884 MATHIAS RUST LENDI Á REYÐA TORGINUM Í 1987 tók 19 ára gamli Mathias Rust øll á bóli, tá hann lendi við einum Cessna flogfarið á Reyða Torginum í kommunistiska Moskva handan jarntjaldið. Hann heðvi tá flogið 900 km úr Helsinki gjøgnum russisk loftrúm. Týski flogskiparin, sum fyllir fríggjadagin 50 ár, fleyg gjøgnum loftverju og lendi á eini brúgv við Reyða Torgið. hann varð dømdur fýra ára fongsul fyri »brotsverkið«, men varð latin leysur 14 mánaðir seinni. Hann gjørdist heimskendur av hesi gerð. Irdi E. Toftegaard og Dánjal Pauli Højgaard, Fuglafjørður, fingu 7. mai ein son. Hann vigaði 3655 gr. og var 51 cm. Sára Allansdóttir Joensen og Jørgen Frants Jørgensen, Sørvágur, fingu 13. mai ein dótt­ir, Ann-Mary Jørg­ens­dót­tir. Longd: 51 cm. Vekt: 3570 gr Tað kostaði 19 ára gamla Mathias Rust 24 mánaðir fongsul at lenda við flogfari sínum á Reyða Torginum í Moskva VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN Blowin' in the Wind í 55 ár Hendan dagin í 1963 gav Bob Dylan út plátuna The Freewheelin' Bob Dylan, har eitt nú lagið Blowin' in the Wind er á. The Freewheelin' Bob Dylan, er onnur útgávan hjá amerikanska tónleikaranum Bob Dylan. Columbia Records gav út. Í mun til ta fyrru útgávuna hjá Bob Dylan, har hann bert hevði skrivað tveir sangir sjálvur, skrivaði hann á hesi útgávuni 11 av teimum 13 sangunum. Fyrsta lagið er »Blowin' in the Wind«, sum er ein hin kendasti hjá Dylan. Aðrir kendir eru »A Hard Rain's A-Gonna Fall«, »Girl from the North Country« og »Don't Think Twice, It's All Right«. Daniel úr Matador koyrdi Sjúrð á Christiansborg Sjúrður Skaale, fólka­tings­ mað­ur, var í Danmark Radio í síðstu viku í kjaki um, at dan­ir vita so lítið um Føroyar – hetta var í sambandi við, at un­i­vers­i­tet­ ið í Keypmannahavn hevur strik­að undirvísingina í før­ oy­sk­um. Tá hann tók ein hýru­vong aftur á Christ­ ians­borg var tað ikki hvør sum helst, sum koyrdi hýru­ vogn­in: – Tá eg klokkan sjey koyrdi frá DR inn á Christ­ia­ ns­b­org tosaði eg við taxa­sjaf­ førurin um tað, eg hevði ført fram í útvarpinum. Hann vísti seg at vera gamal sjón­ leik­ari. Vit tosaðu um hans­ ara sjónleik, mítt stand-up – og hann hoyrdi ikki til tey, sum vita lítið um Føroyar. Ser­liga okkara mentan og bók­ment­ir kendi hann væl til. Og sí – eg kendi eisini nógv til Danmark júst orsaka av m. a. honum. Maðurin var nevni­liga Niels Martin Carl­ sen, sum m.a. spældi Daniel í Mat­a­dor – tá Daniel var bliv­ in ungur maður. Kanska onk­ ur kennir hann aftur, hó­ast hann er eldur, skrivar Sjúrð­ ur Skaale millum annað. Sjúrður Skaale og Niels Martin Carlsen, sum spældi tann ungi Daniel Skjern í Matador