Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mai 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59 6 Sosialurin PÁPI JAMES BOND 110 í dag eru 110 ár síðani enski journalisturin, fregn­ar­tæn­ astu­agent­ur­in og rithøvundurin, Ian Lancaster Fleming, varð fødd­ur. Hann doyði í 1964. Mest kendur var hann fyri fik­tiva agentin James Bond. Ian Fleming skrivaði tilsamans 14 Bond-bøkur. Tann fyrsta, Casino Royale, kom í 1953. Onn­ur hava síðani tikið við og ført James »TEIR GOMLU« VIÐ VALDIÐ Í HAVN Eina løtu á býráðsfundinum hóskvøldi, sótu Heðin Mortensen og Jógvan Arge aftur í lið um lið, Heðin í formansstólinum. Orsøkin var, at Annika Olsen var inhabil. Jógvan Arge var sum varamaður hjá hjá Gunvør Balle, sum er varaborgarstjóri, og Heðin Mortensen er 2. varaborgarstjóri. Selmar Nielsen afturvaldur sum formaður Selmar Nielsen er formaður í Ráðgevarafelagnum Selmar afturvaldur sum formaður í Ráð­gevar­a­ felagnum Á nevndarfundi hós­dag­in í farnu viku skip­aði nevndin í Ráð­ gev­ar­afelagnum seg við Selm­ar Nielsen sum for­manni og Eyð­bjørn Brimnes sum næst­for­ manni. 24. apríl var aðal­fund­ ur í Ráðgevarafelagnum og tá var nevndin aft­ ur­vald. Á nevndarfundi í farnu viku skipaði nevnd­in seg við Selmar Nielsen sum formanni, Eyð­bjørn Brimnes sum næstformanni. Í nevnd­ini sita eisini Árni Jakobsen, Svend Siv­ert­ sen og Rúni Abra­ham­ sen. Sirið Stenberg fimmti Sama dag sum Danmark fekk sín krúnprins, 26. mai í 1968, var Sirið Stenberg fødd. Sirið Stenberg trein inn á lands­politiska pallin, tá hon varð vald á ting í 2011 við 319 atkvøðum á sætta plássi á listanum. Á valinum í 2015 varð hon afturvald á øðrum plássi við ikki færri enn 755 atkvøðu, næst eftir Høgna Hoydal. Sirið Stenberg er gift Jón Paula Olsen. Tey hava trý børn og búgva á Vági. Sirið er útbúgvin sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ ing­ur og heilsufrøðingur. Sirið Stenberg hev­ur ver­ið forkvinna í lands­stýr­ is­mál­a­nevnd­ini 2011-2015 og sama tíðarskeið var hon limur í Trivnaðarnevnd Løg­ tings­ins. Sirið Stenberg er næst­for­ kvinna í Tjóðveldi. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Jógvan Sundstein 85 ár Fríggjadagin 25. mai, fylti Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, 85 ár. Hann og konan, Lydia, búgva nú í Holbæk. Tey eiga trý børn, Hans Pauli, Rutt og Eivind, sum øll búgva niðri Tað eru fimm fyrrverandi løg­menn, sum framvegis eru á lívi, og Jógvan Sundstein er tann elsti av teim­um. Um­ framt Sund­stein eru teir Edmund Joensen, An­finn Kalls­berg, Jóannes Eid­es­ gaard og Kaj Leo Holm Jo­ hann­e­sen. Jógvan Sund­stein ar­ beiddi í Sjó­vinnu­bankanum, gekk á handilsskúla í Keyp­ manna­havn, leyk í 1963 prógv sum rík­is­góð­kend­ur grann­skoð­ari og var fyrsti ríkisgóðkendi før­oyski grann­skoð­ar­in, sum hevði eg­ið virki í Føroyum. Í 1970 varð hann valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eyst­ ur­oyar valdømi. Seinni flutti hann í Suð­ur­streym­oy­ar val­ dømi, sum hann umboðaði í løg­ting­i­num, inntil hann í 1994 gavst í politikki. Jógvan var formaður í Fólka­flokkinum í trettan ár og løg­maður í tveimum sam­ gong­um 1989-1990, tá ið tað var neyðugt við ógv­usligum politiskum og bú­skap­ar­ ligu­m á­tøk­um fyri at bjarga bú­skap­i­num og føroyska sam­fel­agnum, sum var í svár­ari kreppu. Tá ið Atli P. Dam í 1991 skip­aði sam­gongu mill­um Javn­að­ar­flokk­in og Fólka­ flokk­in var Jóg­van Sund­ stein fíggj­ar­málaráðharri. Sam­gong­an helt inntil í 1993. Jógvan Sundstein var løg­tings­for­mað­ur 1980-1984, og aft­ur eitt stutt skifti 1988- 1989, áðrenn hann varð lø­g­ mað­ur. Nýtt graslíki á Eiðinum í Vági Týsdagin byrjaði ar­beið­ ið at leggja nýtt gras­líki á vøllin vesturi á Eið­ inum í Vági. Ar­beiðið hevur gingið væl, og roknað verður við, at tað verður liðugt, og vøllurin handaður Vágs kommunu í næstu viku. – Hetta graslíki er sera fram­komið og kem­ ur frá Domo Sport­grass, sum er størsti veit­ari av gras­líki í Eu­ropa, siga tey í Føroya Møbla­sølu, sum standa fyri arbeiðnum i Vági. Fyrr í ár stóð Føroya Møbl­a­søla eisini fyri at legga graslíki á stóru Mar­g­høllina í Vági, nú verð­ur so hildið fram vesturi á Eiðinum í somu kommunu. Jógvan Sundsten var politikari í 24 ár. Hann var tvær ferðir valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi og fimm ferðir í Suðurstreymoyar valdømi. Hann var løgmaður frá 1989- 1991, tá hann fór frá at vera løgmaður til at vera fíggjarmálaráðharri