Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mai 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59 ganga serligum ynskjum frá við­ skifta­fólki á møti. Hilmar Eliasen heldur, at hetta uppfata fólk onkuntíð sum ólaga­ lig­heit av Strandferðsluni, og tað elvir til ónøgd. Men orsøkin er tann einfalda, at tey mugu síggja alt virksemið í eini heildarmynd og rásarrúmið at ganga serligum ynskj­um á møti, er ógvuliga av­ markað. Samstundis noyðist Strand­ ferðsl­an alla tíðina at geva seg und­ir altjóða reglur, sum verða al­samt strang­ari og strangari bæði um hvíli­tíðir, og annað, og sum sostatt av­marka virksemið alla tíðina, ser­liga tí at skipini hjá Strand­ferðsl­uni eru so gomul, at tað er javnan okk­urt í vegin við teimum. Hilmar Eliasen leggur dent á, at tað er bara ein máti at bøta um støðuna, og tað er at bøta um ferðasambandi. – Fáa vit ikki økt um kapasitetin, fáa vit ikki loyst trupulleikan, tí hann kann hvørki loysast við bílegg­- ­ing­arskipanum, ella ferða­seðla­ skip­anum, ella nøkrum øðr­um, stað­festur hann. Ein spurningur um stoltleika Men Hilmar Eliasen heldur eis­ ini, at samanum tikið átti Strand­ ferðsl­an at verið ein spurningur um stoltleika og tí áttu vit, sum eitt oyggja­fólk, við eini drúgvari sigling­ar­søgu, at havt eina strandferðslu, har skipini kunnu samanberast við tey bestu skipini, onnur hava. Í hesum sambandi hugsar hann um, at aðrastaðni verða skip, sum sigla styttri leiðir, rikin við el­ orku og tað merkir, at tey dálka als ikki, og eru púra ljóðleys. Og stjór­in heldur, at Strandferðslan átti avgjørt at verðið tikin við í tann grøna politikkin, landsins myndug­leik­ar hava sett sær fyri at føra SAMFERÐSLAN Vit hava ikki klárað at fylgt við NÓGV BROYTT Viðurskiftini eru broytt ómetaliga nógv hesi seinastu árini – men vit hava ikki klárað at fylgt við Áki Bertholdsen Krøvini til Strandferðsluna fara ikki at minka, hóast vit fáa fleiri undir­sjóvartunlar. Tað er Henrik Old, lands­stýris­ maður í samferðslumálum, púra sann­førdur um. Á fundi um støðuna hjá Strand­ ferðsl­uni nú, og frameftir, vísti hann á, hvussu ómetaliga nógv krøv­ini til Strandferðsluna eru økt hend­an seinasta mansaldurin. Sjálvur man Henrik Old verða ein hin trúgvasti og drúgvasti ferða­maðurin við Strandferðsluni, tí hesi seinastu 35 árini hevur hann siglt ímillum Suðuroynna og Havn­ ina einar 105 – 110 ferðir um árið. Hesi árini eru krøvini til Smyril munandi økt. Tey fyrstu árini førdi Smyril at kalla ikki ein stert av fiski, tí farmaskip sigldu bygd úr bygd eftir farmi. Men í fjør førdi Smyril 30.000 - 40.000 tons av fiski, og bara í fyrradagin stóðu 11 bingjur av fiski á dekkinum á Smyrli, umframt ein stórur treylari. Hann vísir eisini á, at í fyrstuni, tá ið hesin Smyril fór at sigla, kom eina ferð ein persónbilur umborð, drag­andi ein kampingvogn við sær. Tá vóru tað summi, sum ristu við høvdinum, at skuldi Smyril nú brúk­ast til at flyta kampingvognar, minn­ist landsstýrismaðurin. Men í dag er støðan tann, at tá ið serlig tiltøk eru, er stórur partur av biladekkinum upptikið av nettupp kampingvognum. Fara ikki at minka Hansara niðurstøða er, at hesi sein­ astu árini eru krøvini til Strand­ ferðsl­una økt heilt ótrúliga nógv. Men vit mugu samstundis ásanna, at vit hava ikki klárað at fylgt við og hava ikki ment Strandferðsluna til­svarandi. Og hann heldur ikki, at krøv­ini fara at minka, hóast undir­sjóv­ar­ tunl­ar verða gjørdur. Í næstum fáa svín­oyingar nýggja ferjulegu og Hen­rik Old er púra sannførdur um, at tá fer tað, sum frálíður, at vera eitt ófrávíkiligt krav, at bilaferja fer at sigla upp á Svínoyar. Tað gongur beint upp eftir FLEIRI FERÐAFÓLK Í ár fer Strandferðslan at føra upp ímóti 100.000 fleiri ferðafólk enn í fjør Áki Bertholdsen –  Pílarnir hjá Strandferðsluni ganga bara ein veg, og tað er beint upp eftir. Tað var niðurstøðan hjá Dániali Paula Davidsen, samferðslu- og markn­að­arleiðara hjá Strand­ferðsl­ uni á fundi, har Strand­ferðslan varp­aði ljós á, hvussu støðan er. Hann sigur, at tað er ikki yvir at dylja, at tann stóra framgongdin í samfelagnum sæst aftur í tal­in­um á fólkum, sum ferðast við Strand­ ferðsluni. Í hesum sambandi vísti Dánial Pauli Davidsen á, at í fjør fluttu Strand­ferðslan og Bygdaleiðir yvir 1,2 mill­iónir ferðafólk og tað er fýra ferð­ir so nógv ferðafólk sum Vága Flog­havn. Og fyri at lýsa, hvussu nógv, talið á ferðafólkum veksur, vísti hann eisini á, at bara teir slakastu mán­aðirnar í ár, frá januar til apríl hevur Strandferðslan longu flutt 11.000 ferðafólk fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Og hann væntar, at tá ið árið í ár er farið, hevur Strandferðslan flutt eini 50.000 – 100.000 krónur fleiri ferða­fólk, enn hon gjørdi í fjør. Hann vísir, at hetta er gongdin, sam­stundis sum at skipini hjá Strand­ferðsluni eru aggomul, ella yvir 30 ár í miðal. ÓLK ÐSLUNI Tað hendir seg, at Kalsoyingar ikki sleppa aftur og fram, tí at Ternan er full av leigubilum, staðfestur stjórin á Stranferðsluni