Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mai 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STÓRT TRÝST Tann alsamt veksandi ferða­ vinnan leggur stórt trýst á Strand­ferðsluna Áki Bertholdsen –  Vit sóu tað nakrar ferðir í fjør, men í ár er tað longu hent fleiri ferðir, hóast summarið ikki rætti­ liga er byrjað enn. Tað staðfesti Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, á fundi hend­an dagin um støðuna hjá Strand­ferðsluni í dagsins samfelagi. Og tað, sum er hent fleiri ferðir, er, at fólk á útoyggj ikki eru sloppin av oynni við strandferðsluna, ella heim aftur, tí at skipið hevur verið fult av fremmandum ferðafólki. Sleppa ikki at ferðast Strandferðslan hevur ongantíð ført so nógv ferðafólk og so nógvan farm sum nú. Og Hilmar Eliasen sig­ur, at eitt dømi er, at kalsoyingar eru ikki slopnir av oynni við bili, tí at Sam hevur verið fullur av leigubilum. Men tað er eisini hent í siglingini upp á Skúgvi, at oyggjafólk hava verið við sviðusoð og eru ikki slopp­ in av oynni tí at Sildberin hevur verið fullur av ferðafólki. Hilmar Eliasen leggur dent á, at hann nevnir hetta ikki fyri at gremja seg um ferðafólk, men hetta er ein staðfesting sum er eitt dømi um tær avbjóðingar Strandferðslan hevur nú á døgum. Hann nevnir eisini, at tann stóra upp­gávan hjá Strandferðsluni er at fáa samljóð ímillum vón­ir­nar hjá viðskiftafólkum til Strand­ ferðsl­una, og teir møgu­leikar, og so tær av­markingar, Strandferðslan hevur. Missa møguleikan Hann nevnir, at fyrr kundi Strand­ ferðslan eisini vera eitt slag av ment­anarbera, tí tað var javnan, at ferða­ætlanin varð broytt til serlig høvi. Men so hvørt, sum ferðaætlanin mennist, og túrarnir verða fleiri og fleiri, missa vit hesar møgu­leik­ar­ nar og tað verður alsamt verri at SAMFERÐSLAN ÚTOYGGJAFÓ TROKAÐ AV STRANDFERÐ