Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mai 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Eg kæri, tí hetta er reelt ein uppsøgn, sig­ur Sigmund Poul­ sen, sakførari hjá Liljuni Weihe, sum nú hev­ ur kært Kring­ varpið til Ment­ a­málaráðið enn einaferð Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Orrustan í Kringvarpinum blívur við at útvikla seg. Tað var í síðstu viku, at in.fo skriv­aði, at Liljan Weihe hevði fing­ið triðja ætlanarskrivið - hesa­ferð um eitt ráðgevandi starv, tó við somu løn sum deild­ ar­leiðarastarvið, hon hevði áðrenn. Hetta triðja ætl­an­ar­ skrivið kom í kjalarvørrinum av ætl­anarskrivi við einum ráð­gevandi starvi við mun­ andi minni løn, sum Johnny í Grótinum tó síðani broytti so, at Liljan Weihe í nýggja starv­inum skuldi varðveita gomlu lønina. Men hetta triðja ætl­an­ar­ skrivið hevur elvt til, at Liljan Weihe og sakførari hennara Sig­mund Poulsen, hava kært støð­una til Mentamálaráðið enn einaferð. Hetta hendir í kjala­rvørr­inum av, at Johnny í Grót­inum í farnu viku hevur boð­að frá, at hann tvíheldur um ætl­an­ ir­nar at flyta Liljan Weihe í eitt nýupprættað starv við ser­stak­liga ráðgevandi upp­ gávum, og at hann ynskir Lilj­una Weihe til arbeiðis í dag í nýggja starvinum. – Eg kæri hesa av­ gerð hansara sum ver­andi óheimilaða sum starvs­ rætt­ar­liga ólógliga og fyri­ sit­ing­arliga ósakliga. Sum stuð­ul undir kæruni vísi eg til tað, sum eg havi ført fram í hoyringssvarunum, – sam­anumtikið at talan er reelt um eina uppsøgn, sum gong­ur beint ímóti avgerð Ment­a­málaráðsins 20. apríl 2018, sum ógildaði uppsøgn av Liljuni Weihe og legði herðslu á, at hon framvegis er tíð­indaleiðari í Kringvarpi Fø­r­oya, skrivar Sigmund Poul­sen, sakførari í kæruni til Ment­amálaráðið. Víðari skrivar hann, at sum tað framgongur av av­ gerð Kringvarpsins, skal Lilj­an Weihe møta til fund og til arbeiðis mánadagin í ”nýggja” starvinum, men hetta fer hon ikki at gera. – Eg skal biðja Ment­a­ mál­a­ráðið um straks at taka avgerð um at hendan kæra fær uppsetandi virkna, so kring­varps­stjórin ikki kann seta nøkur agatiltøk í verk móti Liljuni Weihe, fyrr enn kær­an er viðgjørd og held­ ur ikki kann seta nýggj­an tíðindaleiðara, sigur Sig­ mund Poulsen. Kringvarpið fingið kær­una til hoyringar Miðlahúsið hevur í dag fing­ ið innlit í kæruna, sum Sig­ mund Poulsen hevur sent til Mentamálaráðið. Sam­ stundis sigur Ment­a­mál­a­ ráðið í teldubrævið til Miðl­ a­húsið, at tey í dag hava sent kær­u­na til Johnny í Grót­ i­num, kringvarpsstjóra, til um­mælis. Kringvarpið hevur fing­ið 14 dagar at gera sínar við­merk­ingar. Sostatt má staðfestast, at stríð­ið millum Johnny í Grót­ inum og Liljuna Weihe held­ ur fram. ORRUSTAN Í KRINGVARPINUM: – KRINGVARPIÐ KÆRT ENN EINAFERÐ