Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mai 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 8 Línu­ skip landa seinni í vikunni TÍÐINDI SÍÐA 8 Lán tær eina trillibøru Fólkaheilsráðið ávarar ímótti tubb­ aks­royking í sambandi við altjoða tubb­aks­fría dagin, sum er hósdagin 31. mai. Tað er løgið at kunna staðfesta, at før­oyingar í 2018 kunnu finna upp á at royka 55 tons av tubbakki, sum kosta 120 milliónir krónur. Serliga, tá staðfest er ferð eftir ferð, hvussu skaðiligt tubbak er. Eitt átak fyri og annað eftir skal til fyri at minka um nýtsluna av tubb­akki. Og tað riggar. Tí sjálvandi hugsa fólk um tað, og nógv eru tey, ið als ikki byrja at roykja. Bara tað, at fólk ikki leggja av hóast allar tað ræðandi her­ferð­ir­ nar ber beð um, hvussu bundin vit kunnu gerast av tubbakki. Eins og við rúsdrekka, so verð­ ur prísurin brúktur at av­marka nýtsluna, men tað er so spurn­ing­ ur­in, um tað er nóg mikið. Fólkaheilsuráðið skrivar so­ leiðis: – Í brævi í dag til Kommunurnar kring landið heita vit á tær um at hjálpa fólki komandi hósdag, sum er altjóða roykfríur dagur, at gera enda á tubbakinum og lata tað fara upp í royk á ein øðrvísi hátt enn van­ligt. – Vit hava brent 1,2 tons av hoyggi í farnu viku fyri at vísa á, hvussu nógv verður roykt í Før­ oy­um upp á eina viku. Vit heita á kommunurnar um at gera bál, so fólk fær henda møguleikan, nevni­ liga at kasta tubbakið á bálið. Niðurteljingin er byrjað: »Tað eru tríggir dagar, til tú ert royk­frí­ ur«. Og so endar Fólkaheilsuráðið við he­sum tølum: • Í Føroyum verður roykt árliga umleið 55 tons av tubbaki • Í Føroyum verður roykt árliga fyri umleið 120 milliónir krónur Hetta átti at verið nóg mikið... 120 MILLIÓNIR UPP Í ROYK Eftir at býráðið í nøkur ár hevði tikið burtur park­er­ ings­pláss ymsastaðni í mið­ býnum í Havn, so vórðu fyri eini tveimum ár­um síðani fleiri nýggj park­er­ings­p­láss málað á vegirnar í mið­bý­ num, eitt nú í Tórsgøtu, í Niels Finsensgøtu og Havn­ ar­gøtu. Men fyri tveimum mán­ að­um síðani fjernaði býráðið aft­ur tvey parkeringspláss í Tórs­gøtu, har annað teirra var til avlamin. Tveir av teim­um fimm básunum, sum vóru framman fyri Post­hús­ kjall­ar­an. Orsøkin til, at hesir báðir bás­arnir eru tiknir burtur er, at starvsfólk á býráðnum skulu parkera á serligum bás­um, býráðið hevur málað í Post­hús­brekk­una. Av býráðnum í Havn siga tey soleiðis: »Í Posthúsbrekkuni hava bás­ar­nir, við undantaki av ein­um ári, verið í fleiri ára tíggju brúktir til bilar hjá komm­ununi. Talan er um brekku, sum er ein brattur blind­ur vegur, sum ikki verð­ur brúktur til annað enn par­k­ering. Básarnir verða mett­ir óhóskandi til al­menn park­er­ingspláss og komm­ unan vil neyvan við­mæla at merkja hesi til al­menna parkering, orsakað av stóra hallinum og truplu at­komu­ við­ur­skiftunum. Viðvíkjandi park­er­ings­ bás­um í Tórsgøtu kann verða upplýst, at ætlanin er at avmerkja tann aftasta park­er­ingsbásin uttan fyri post­húskjallarin til rørsl­u­ tarn­að.« Soleiðis mistu havnarfólk tvey parkeringspláss, fyri at starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu kundu fáa trý parteringspláss. Havarfólk yppa øksl og spyrja, hví starvsfólk hjá Tórs­havn­ar býráð skulu hava park­eri­ngs­rætt­indi fram um onnur fólk. Men øll skulu opinbært ikki vera líka... Tveir básar víkja fyri umsitingini hjá býráðnum Vilja hava fólk at brenna tubbakkið á báli hósdagin Her ruku tvey almenn parkeringspláss – soleiðis at starvsfólk hjá Torshavnar kommunu kunnu parkera uttan at hugsa um parkeringsvørðin... Løgreglan var um viku­ skift­ið í Vestmanna á báta­ stevnu, har løgreglan sjálv fór við sínum báti á staðið at kanna umstøðurnar. Vakthavandi á løg­reglu­ støð­ini í Havn sigur, at løg­ reglufólk gingu runt á stað­ num og kannaðu, at alt var í lagi. Áleið 30 bátar vórðu kannaðir. Har skuldu skip­ ararnir millum annað blása í alko­metur, so staðfestast kundi, hvussu høg promillan var. Løgreglan kundi í 10 før­ um staðfesta, at promillan var ov høg og tí vóru skip­ar­ arn­ir bidnir um at bíða tveir, tríggjar tímar áðrenn teir løgdu frá kei. Hetta ger løg­ reglan sum fyribyrgjandi ar­ beiði, og al oftast er tað eisini eftir ynski frá skiparunum sjálv­um, so teir vita, hvussu stand­ur­in er. Fleiri bátaførarar vórðu ov ávirkaðir av rúsdrekka Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin