mánadagur 28. mai 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Gilli Rólantsson átti avgerandi leiklut í, at Brann vann ímóti Rosenborg og nú er greitt oddalið í norsku Elitserien.
Aðrir útisetar komu á máltalvuna í Danmark og Íslandi, og so er føroyska talvlandsliðið eisini úttikið
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Gilli Rólantsson átti ein lykla
leiklut, tá ið Brann í gjár vann
helst truplasta dystin á árinum
– nevniliga útidystin ímóti stór
felagnum Rosenborg á Lerken
dal-leikvøllinum
í
Tróndheimi.
Heimaliðið legði seg annars á odda
1-0, men vit tveimum longum inn
køstum, sum síðani funnu vegin
til málið umvegis Fredik Haugen
og Peter Orry Larsen, kúgvendi
Brann dystinum og vann hann 2-1.
Brann hevur framvegis ongan dyst
tapt hetta kappingarárið. Tað er
blivið til níggju sigrar og tríggjar
javnleikir, og hetta kastar ein
greiðan oddasess av sær. Bergen-
liðið er nú seks stig frammanfyri
nummar tvey, sum er Rosenborg.
Finnur Justinussen og teir í
Næstved tryggjaðu sær uppflyting
til næstbestu donsku deildina, tá
ið teir í gjár vunnu sannførandi
4-0 heimasigur á Middelfart. Finn
ur vildi vera við í veitsluni og
skeyt tvey mál. Hann byrjaði mál
veitsluna til 1-0 og endaði hana
eisini við 4-0. Finnur, sum er leig
aður út til Næstved frá Fremad
Amager, hevur nú skotið níggju
mál bara síðani hann kom til
Næstved í januar. Hann kann náa
at skjóta enn fleiri mál, tí tað eru
nevniliga tveir dystir eftir at spæla.
René Shaki Joensen skeyt sítt
annað mál hetta kappingarárið og
var við til at geva Grindavík ein
deildan oddasess í íslendsku Pepsi-
deildini, tá ið hann og liðfelagarnir
í gjár spældu 1-1-javnleik á útivølli
ímóti
Stjørnuni.
René
legði
gestirnar á odda eftir góðum hálv
um tíma, men heimaliðið fekk
javnað til 1-1 góðar 10 minuttir fyri
leiklok. Stjarnan hevði ríkiligt av
málmøguleikum at vinna dystin,
men Grandavík-málverjin, Maciej
Majewski, stóð ein branddyst.
Oddaliðið, Breiðablik, tapti 2-1 ímóti
Vali, og hetta merkir, at Grindavík
við eina stiginum í gjár nú hevur
lyft seg heilt upp á eitt deilt fyrsta
pláss við 11 stigum fyri seks dystir.
Í annaðkvøld kunnu Gunnar Niel
sen, Brandur Hendriksson og teir
úr FH tó seta seg einsamallar á
oddasessin, eydnast tað teimum at
vinna á Fylki heima á Kaplakrika.
Íslendska ÍBV hevði Kaj Leo
í Bartalsstovu á vøllinum allan
dystin, tá ið liðið í gjár vann ein
ógvuliga tiltrongdan sigur á útivølli
ímóti Keflavík. Dysturin endaði 3-1,
og hetta var fyrsti sigurin hjá ÍBV
í ár. Kaj Leo, sum hevur fingið at
útvið fulla leiktíð higartil í ár og
varð kosin dagsins maður síðsta
umfar, átti hesaferð uppleggið til
3-1-málið,
sum
tvímálsskjúttin,
Sindri Snær Magnússon, skeyt. Við
sigrinum lyfti ÍBV seg av aftasta
plássi. Teir hava nú fimm stig
fyri seks dystir og hava lagt mót
støðumenninar í gjár, Keflavík,
afturum seg.
Mohamed Salah, sum mátti fara
úr Champions League-finaluni við
skaða í økslini, sleppur helst við til
HM-endaspælið í næsta mánaða.
Tað sigur læknin hjá egyptiska
landsliðnum, Mohamed Abou El-
Ela, sum hevur fingið røntgen
myndir frá Liverpool. Myndirnar
vísa, at økslin hevur verið úr lið,
men at talan ikki er um brot.
Verri stendur til hjá spanska Real
Madrid-bakkinum, Dani Carvajal,
sum somuleiðis fór úr Champions
League-finaluni við skaða. Hann
er ivsamur til HM, og sambært
Marca, so verður avloysari hansara
fyrrverandi
Barcelona-leikarin
og núverandi Betis-leikarin, Marc
Bartra.
Heili trý feløg flyta upp í donsku
Superliguna næsta kappingarár.
Viljormur
Davidsen
og
Vejle
tryggjaðu sær beinleiðis upp
flyting, og nú hava tvey lið afturat
tryggjað sær uppflyting umvegis
sokallaðar
playoff-dystir
ímóti
næstaftasta og aftasta liðnum í
Superliguni. Tey bæði liðini eru
Esbjerg og Vendsyssel FF. Esbjerg
vann samanlagt 3-1 ímóti Silkeborg,
meðan Vendsyssel FF somuleiðis
vann samanlagt 3-1 ímóti Lyngby.
Esbjerg, sum so seint sum í 2014
spældi seg víðari úr bólkaspælinum
í Europa League, er harvið tilreiðar
til Superliga-fótbólt aftur eftir
eitt ár í næstbestu deildini. Stóru
æruna av tí eigur 20 ára gamla
stórtalentið
og
toppskjúttin,
Anders Dreyer, sum skeyt reint
hattrikk í altavgerandi 3-0-sigrinum
ímóti Silkeborg í gjár.
HONDBÓLTUR
Føroyska kvinnulandsliðið spælir
hesa vikuna seinastu tveir EM-
undankappingardystirnar
í
hesari
undankappingini.
Miku
kvøldið verður kend vitjan í høll
ini á Hálsi, tá ið heimsins besti
hondbóltsspælari í 2013, Andrea
Lekic, og landskvinnur hennara
úr Serbia koma á vitjan. Sein
asti dysturin í kappingini verður
spældur
leygardagin.
Hann
verður á útivølli ímóti Svøríki.
Svøríki er nummar fýra á heims
styrkislistanum, har Serbia er
nummar níggju. Dysturin miku
kvøldið byrjar kl.19.00, og tann
leygardagin byrjar kl.16.00.
TALV
Nú er greitt hvussu føroyska
talvlandsliðið
verður
mannað
á olympiaduni í heyst. Hin 43.
talvolympiadan verður í Batumi í
Georgia í døgunum frá 23. septem
ber til 6. oktober í ár. Føroyar fara
á talv-OL við hesari manning: GM
Helgi Dam Ziska (2552 stig), IM John
Rødgård (2319), FM Martin Poulsen
(2239), FM Carl Eli Samuelsen (2237)
og FM Olaf Berg (2226). Avboð
eru frá trimum telvarum. Høgni
Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft
Nielsen og John Arni Nilssen, sum
vóru við í EM- og Small Nations-
kappingunum í fjør heyst, fara ikki
við til Georgia. Hetta verður mett
sum missur, tí Egilstoft Nielsen-
brøðurnir eru vanliga nummar
tvey og trý á landsliðnum. Teir
báðir spæla fótbólt í bestu deildini
og raðfesta fótbóltin hægri enn
telvingina.
Gilli tvey upplegg á Lerkendal