mánadagur 28. mai 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FIMLEIKUR
Pætur Albinus
Um vikuskiftið hevur Danmarks
meistaraheitið í amboðsfimleiki
verið á skránni, og í kappingini
vóru tað tveir føroyingar, sum
gjørdu um seg. Bogi Berg, sum lesur
og íðkar í Danmark, vann DM-gull
á lopi, meðan 13 ára gamla Atrið
Breckmann úr Havnar Fimleika
felagi vann silvur í lopi og bronsu
á bitanum.
Ungur vinnari
Tann einans 13 ára gamla Astrið
Breckmann venur dúgliga heima í
Føroyum, men av og á venur hon
eisini við danska felagnum, KG66,
sum hon eisini umboðar tá ið hon
kappast í Danmark.
Hesaferð gekk væl unga føroy
inginum, sum kemur heimaftur
til Føroya við tveimum heiðurs
merkjum. Hon vann silvur í lopi og
bronsu á bitanum.
Sigast má, at hon hevði eitt gott
vikuskifti, tí hon kom í tríggjar út
av fýra finalum. Umvegis innleið
andi kappingina kom hon nevniliga
eisini í finaluna á gólvi, har tað
bleiv til eitt fimtapláss.
Astrið luttekur í aldursbólkinum,
sum kallast junior. Hetta er fyri
fimleikarar, sum eru 13 til 15 ára
gamlir. Astrið hevur eitt ár (í 2019)
eftir í hesum aldursbólkinum.
Óvæntað
23 ára gamli Bogi Berg, sum ger
fimleik við felagnum GymAalborg,
vann gull í lopi, og hetta kemur
púra óvart á havnamannin.
- Eg var als ikki favorittur til
at vinna í lop. Eg havi havt stórar
trupulleikar við lopi í longri tíð, og
tað hevur verið langt ímillum fram
stigini, og tí kemur hetta heilt óvart
á meg. Tó rakti eg dagin tá eg skuldi,
og tað rakk so til gull. Persónliga
hevði eg størri vónir á gólvinum, tí
her havi tikið meg sera nógv fram,
men gólvíðkanin hjá mær eydn
aðist ikki so væl sum ætlað, og eg
endaði á einum 4. plássi, greiðir
Bogi frá.
Hetta var aðruferð, at Bogi
luttók í DM. Í fjør vann hann
bronsu á gólvinum og fekk eitt
fjórða pláss í lop, har ein teknisk
villa og ein frátøka upp á heili 2,0
stig var einasta forðingin fyri at
úrslitið ikki gjørdist nógv betri.
Bogi venur burturav gólv og
lop yvir hest. Hann roynir at venja
fimm ferðir um vikuna, tveir tímar
hvørjaferð, men tað er ikki altíð,
at tíðin hjá einum lesandi røkkur.
Hann sigur, at hann altíð venur
minst tríggjar ferðir um vikuna, og
at hetta er avgjørda minstakravið
fyri amboðsfimleik.
Inn ímillum, eina-tvær ferðir um
mánaðin, venur hann eisini Århus,
har umstøðurnar at venja eru betri
enn í Aalborg.
Um ein mánaða skal Bogi kapp
ast fyri Føroyar til NM í Farum, og í
september skal hann umboða Dan
mark í World Cup í Ungarn.
albinus@sosialurin.fo
Vann DM-gull:
HETTA KOM
HEILT ÓVART
Á MEG
Fimleikur: Bogi Berg var annar
føroyingunum, sum vann heiðursmerki
í DM um vikuskiftið. Hann vann gull í
lopi, og hetta kom púra óvart á hann. Hin
føroyingurin, 13 ára gamla stórtalentið
Astrið Breckmann, vann bæði silvur og gull
Bogi Berg og Astrið Breckmann