Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mai 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað eru bara góðar tríggjar vikur síðani, at fuglfirðingar fóru av Svangaskarði við einum ordiligum sekki. B68 vann oyggjauppgerðina 6-1. Harvið løgdu toftamenn seg á kós ímóti uppflyting, meðan ÍF slikkaði sárini, og alt tos í Fuglafirði tagnaði um møguleikan at flyta upp. Leygardagin verður aftur oyggjauppgerð millum tey bæði, sum eru tey einastu, ið hava veruligan møguleika at flyta upp. Nú sær støðutalvan soleiðis út, at tað er møguleiki fyri, at ÍF kann flyta seg framum B68. Soleiðis verður tað, um ÍF vinnur leygardagin á heimavølli. B68 er á triðja plássi við 25 stigum, og ÍF er á fjórða plássi við 23 stigum. ÍF vann leygardagin 7-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Skála. KÍ er framvegis ósigrað oddalið. Leygardagin vunnu klaksvíkingar 6-3 á Sandi. Tá ið NSÍ samstundis tapti 1-0 í Leirvík, ber tað við sær, at KÍ er átta stig frammanfyri NSÍ, sum er á øðrum plássi. Oyggjauppgerðin í Leirvík millum teir næstbestu hjá Víkingi og NSÍ var sera spennandi. Tað var ikki fyrr enn í síðsta minutti, at Pól Enok Hansen eftir horna skoraði Víkinga sigursmálið. At Giza Hoyvík megnaði javnleik ímóti B68 ber við sær, at tað eru tvey stig frá Giza Hoyvík og niður til níggjunda plássið. Teir í Hoyvík vóru vónbrotnir, tí teir vóru frammanfyri 2-0, áðrenn B68 svaraði aftur og javnaði til 2-2. Fríggjakvøldið endaði tað 2-2, tá ið Suðringar høvdu vitjan av HB. NÚ ER HB TOPPLIÐ FÓTBÓLTUR EBS/Skála – KÍ 1-0 (0-0) 1-0: Ansy Sevdal 72. ÍF/Víkingur – HB 0-4 (0-1) 0-1: Heidi Sevdal 20. 0-2: Milja R. Simonsen 60. 0-3: Milja R. Simonsen 71. 0-4: Milja R. Simonsen 90. B36 – B68 1-1 (1-0) 1-0: Anitha Mortensen 24. 1-1: Rúna Olsen 83. ÍF – Skála 7-0 (3-0) 1-0: sjálvmál 6. 2-0: Jan Ó. Ellingsgaard 18. 3-0: Jan Ó. Ellingsgaard 23. 4-0: Jan Ó. Ellingsgaard 60. 5-0: Dánjal á Lakjuni 68. 6-0: Gunnar Christiansen 92. 7-0: Jóhan Petersen 93. Víkingur – NSÍ 1-0 (0-0) 1-0: Pól Enok Hansen 91. Giza Hoyvík – B68 2-2 (2-1) 1-0: Hugin Ferber 23. 2-0: Niklas Fríði Jacobsen 28. 2-1: Esmar P. Clementsen 41. 2-2: Jann Ingi Petersen br 70. B71 – KÍ 3-6 (2-3) 0-1: Bárður Hansen 10. 1-1: Tijani Mohammed 13. 1-2: Jóhan Waag Høgnesen 20. 2-2: Símin Hansen 33. 2-3: Tórur Justesen 42. 2-4: Ari Olsen 56. 2-5: Tórur Justesen 70. 3-5: Símin Hansen br 79. 3-6: Dávid Langgaard br 89. Suðringar – HB 2-2 (1-1) 1-0: Teitur Midjord 45. 1-1: Hans Jákup Annfinsson 45. 1-2: John Frederiksen 47. 2-2: Poul Ingason 48. Tijani Mohammed B71 9 Dánjal á Lakjuni ÍF 7 Esmar Clementsen B68 7 Símin Hansen B71 7 Steffan Løkin NSÍ 7 Sveinur Justinussen B68 7 Heidi Sevdal HB 11 Milja R. Simonsen HB 9 Rannvá B. Andreasen KÍ 9 Máltindurin: Máltindurin: Jóannes Hansen Tað er so tætt og spennandi í kvinnukappingini, sum tað ikki hevur verið í mong ár. Undan umfarinum í gjárkvøldið var KÍ topplið. Í gjár vann EBS/ Skála 1-0 á heimavølli ímóti KÍ. HB vann trivaligan sigur á útivølli ímóti ÍF/Víkingi, og nú er HB topplið, meðan EBS/Skála er á øðrum plássi og KÍ á triðja plássi. Einsamalla málið við Margáir í gjárkvøldið skoraði EBS/Skála liðformaðurin Ansy Sevdal, tá ið tað restaðu átjan minuttir. Í Sarpugerði skoraði Milja R. Simonsen hattrikk, tá ið HB vann 4-0 ímóti ÍF/Víkingi. B36 og B68 spældu enn einaferð 1-1. Hesa ferð var tað í Gundadali. Liðini eru púra jøvn í stigum og málum. BETRI KVINNUR EBS/Skála vann í gjárkvøldið tepran heimasigur ímóti KÍ FUGLFIRÐINGAR TEVJA MØGULEIKAN 1. deild menn støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ II 12 11 1 0 36 10 +26 34 2 NSÍ II 12 8 2 2 29 12 +17 26 3 B68 12 8 1 3 32 17 +15 25 4 ÍF 12 7 2 3 41 22 +19 23 5 B71 12 6 0 6 26 29 -3 18 6 Víkingur II 12 5 1 6 19 22 -3 16 7 HB II 12 3 1 8 19 20 -1 10 8 Giza Hoyvík 12 2 3 7 13 25 -12 9 9 Skála II 12 2 1 9 13 27 -14 7 10 TB/FCS/Royn II 12 0 4 8 13 57 -44 4 Kelda: faroesoccer.com 1.DEILD Leygardagin hevur ÍF møguleika at leggja seg framum B68 og harvið á uppflytingarpláss Betri deildin kvinnur støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 9 8 0 1 32 9 +23 24 2 EBS/Skála 9 7 0 2 34 8 +26 21 3 KÍ 9 7 0 2 31 8 +23 21 4 ÍF/Víkingur 9 3 0 6 13 19 -6 9 5 B68 9 0 2 7 4 37 -33 2 6 B36 9 0 2 7 4 37 -33 2 Kelda: faroesoccer.com