Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mai 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað er framúr, sum tað lagar seg væl hjá HB. Eftir 1-0 sigur á Argjum í gjárkvøldið eru tað fimm stig aftur til fremsta avbjóðaran, sum er KÍ. Leikliga avrikið er ikki altíð so fram­úr, men tað hilnast stak væl hjá Heimi Guðjónsson og hansara monnum. 1-0 sigurin í gjárkvøldið ber við sær, at HB hevur vunnið ellivu tær seinastu ferðirnar við mál­muninum 29-2. Í landskappingini var talan um níggjunda sigurin á rað. Hetta var sjeynda ferðin, at mótstøðuliðið noydd­ist av vøllinum, uttan at tað var eydnast at fáa bóltin í netið aftan­fyri Teit Matras Gestsson. -Tað er hugaligt, at tað koppar okkum til fyrimunar. Í nógvum av dystunum hevur tað verið heilt javnt, og tá ið tað eydnast at halda mót­støðuliðunum frá at skora, so skal bara eitt mál til fyri at vinna fulla úrtøku, sigur HB málverjin. Adrian aftur uppá spæl AB – HB 0-1 Argjamenn vóru vónbrotnir, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 0-1. Úrslitið ber við sær, at AB framvegis er undir strikuni, og at tað nú er eitt stig meiri at vinna fyri at røkka fram­um EB/Streym og Suðringar. -Talan var ikki um so nógv skipað spæl. Heldur enn samanspælt varð tað sparkað. Vit vóru væl skipaðir, og teir vunnu seg ikki til so nógvar møguleikar. Tað gjørdu vit heldur ikki. Talan var um tætta uppgerð, og tað kundi eins væl koppað okkum til fyrimunar, heldur AB mið­vallarveteranurin Bárður Olsen. Tað vóru onkrar spentar støður. Adrian Justinussen sendi við frí­ sparki úr vinstru bóltin í nærra stólpan, og eftir innlegg úr vinstru var Adrian púra leysur í fyrra hálv­ leiki, men Heðin Stenberg í AB máli­num bjargaði sera væl. Eftir horna frá Bárði Olsen úr vinstru endaði bólturin í HB máli­ num, men hjálpardómarin koll­ dømdi. -Eg dugdi ikki at síggja, at talan var um rangstøðu, tí har vóru so nógvir tætt undir málinum, men tað vísir seg aftur og aftur, at tað ikki koppar okkum til fyrimunar, heldur Bárður Olsen. Avgerandi málið varð skorað, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Símun Samuelsen tamdi hegnisliga bóltin fram­um seg, so tað bar honum til at renna frá mótstøðumonnunum, so legði hann gløgt og snøgt inn til Adrian Justinussen, sum tamdi bóltin framum verjuna og so var topp­skjúttin púra tryggur, tá ið hann var einsamallur við AB mál­ verjanum. -Uppleggið var, at vit skuldu pressa teir frammi á vøllinum. Tað eydnaðist bara fyrsta korterið, og síðani gekk tað javnt á. Vit kunnu ikki siga annað, enn at byrurin er góður, og tað ræður um at sigla nógv og skjótt, tá ið tað lagar seg so­leiðis, sigur HB málverjin Teitur Matras Gestsson. Bulurin á HB liðnum er mest sum tann sami. Í gjárkvøldið var Hjalti Kárason Djurhuus í mið­ verju­ni. -Tað snýr seg um liðavrikið. Tá ið einum berst frá, so verður maður settur í mans stað. Venjarin hevur greiða ætlan um, hvussu vit skulu avrika. Vit hava vant og venja støður, og tað er hugaligt, at tað sæst aftur í dystunum – bæði í verju og álopi, sigur HB málverjin. KÍ blásti meistararnar av vøllinum Víkingur – KÍ 0-3 Fyri aðru ferð á rað fóru klaks­ víkingar til hús við fullari úrtøku eftir at hava verið á útivølli. Næst­ síðsta sunnudag vunnu teir 2-0 á Argjum, og í gjár vunnu teir 3-0 í Gøtu. Nýggi Víkinga venjarin Sig­fríður Clementsen hevði broytt upp­ stillingina soleiðis, at tað nú vóru fýra í verjuni. Higartil í ár hava teir verið tríggir. Hørður Askham stútaði eftir horna til 1-0, tá ið hálvur tími var farin. Hetta var fyrsta málið hjá hon­um, síðani hann undan kapp­ ingar­byrjan í fjør flutti til KÍ. Páll A. Klettskarð, sum ikki hevði skorað síðani í fyrsta umfari, økti undan steðginum til 2-0, og í seinna hálvleiki staðfesti hann 3-0 sigurin eftir hornaspark. Bæði málini vórðu skorað við høvdinum. Eftir at hava staðið á odda fyri Vík­inga liðinum á fyrsta sinni í hes­ um umfarinum ásannaði Sig­fríður Clementsen, at hansara menn ongan møguleika høvdu at vinna: -KÍ spælir við stórari styrki og nógvum luftbóltum og innleggum. Tað er teirra máti at spæla uppá, og vit megnaðu einki at gera við teir, so tað er einki at siga til trivaliga tapið. Síðani eg hósdagin tók við sum venjari, hava vit vant tvær ferðir saman, og nú fara vit at byrja av nýggjum, og vónandi eydnast tað skjótt at fáa keturnar at hanga saman, sigur Víkinga venjarin. KÍ liðformaðurin var væl nøgdur við, at tað loksins glapp aftur við at skjóta mál, og at tað nú aftur koppaði hansara liði til fyrimunar: -Síðstu ferðirnar hava vit verið nøgdir við hugburð og avrik, men vit hava verið í úrslitaligum aldudali. Eftir venjaraskiftið í Víkingi vóru vit ikki heilt greiðir yvir, hvussu teir fóru at spæla, so tað var einki annað at gera enn at fokusera á okkara styrkir, og tað eydn­aðist. Vit vunnu eina rúgvu av horna­spørkum í fyrra hálvleiki, tá ið tað eydnaðist at skora tvey mál. 3-0 í Sarpugerði er kærkomin sigur, tí her er tað altíð torført at spæla, sigur Páll A. Klettskarð. Suðringar mistu á stokkinum EB/Streymur – Suðringar 2-2 Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti talvan á Eiði 2-2. Gestir­nir høvdu orsøk at kenna tað so­leiðis, at teir høvdu tapt tvey stig. Um tað vildi heilt illa til, so kundu teir staðið eftir við ongum, tí seinna part­in av seinna hálvleiki fekk EB/ Streym­ur av álvara høvdið fyri seg: -Vit skiftu Arnbjørn Hansen og Marna Djurhuus inn, og tá fingu vit beinanvegin av álvara fatur í FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: 20 stig á muni á stigatalvuni, tað sáðst ikki á spælinum. 70 minuttir, so eitt tilfeldigt mál til okkara b lið. Nå men hetta hevna vit aftur mikukvøldið, why not? Koyri á dreingir, vit merkja at tit spæla við hjartanum, og tað kann bera langt. Skjótt fer at koppað tykkara veg. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Brenniroykur í Hólmanum. Vit tóku ikki av, men við tógv og strev fingu vit tað eina stigið. Saman standa vit sterk. KRISTIAN JOENSEN KÍ: Tað besta vit hava sað fra KÍ síðani Mikkjal bleiv venjari, tora at taka kjansir, og frálíkt fótbóltsspæl. Um hetta verður spæli, so er at leingja við venjaran til 2025. Men Troleis má píkarill hugsa at hansara høvuðsuppgava er at verja leikarnar, ótrúligt at 11 Víkingar vóru a vøllinum aftana 90 min. Koyr a KÍ og góða Norðoystevnu JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Vespir trívast betri í varma, enn pingvinir. Tað er almenn vitan. Tí kom úrslitið ikki sum tað heilt stóra yvirraskilsið! Vit hava av álvara reist okkum! Góðir, góðir, góðir! BJØRG OLSEN SKÁLA: Vánaligasti dystur í ár. At 07 Vestur fór at vinna fyrr ella seinni, var væntandi, bara keðiligt at tað ikki bleiv seinni. Okkara mugu bara syrgja fyri, at finna tær røttu gaggurnar fram til næsta dyst. Go Skála KÍ er aftur fremsti avbjóðarin, meðan Sigfríður Clementsen og meistararnir í Víkingi nú eru fjúrtan stig frá toppinum HEIMIR OG HB RENNA SKJÓTARI ENN ALLIR HINIR