mánadagur 28. mai 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
- “At sleppa at umboða hesa tjóð
og hetta fólk, ið hevur tikið so væl
ímóti mær sum tilflytari, er størsti
heiðurin eg kann fáa!”
Soleiðis sigur 26 ára gamli
Nicholas Satchwell á føroyskum
í samrøðu við Sosialin. Tá ið vit
hitta hann byrja vit á donskum,
men hann ger skjótt greitt, at hann
heldur vil tosa føroyskt við okkum.
Tað føroyska hevur málverjin
lært, síðani hann kom til Føroya
fyri
knøppum
trimum
árum
síðani, eftir at hann hevði verið
í sveisiskum hondbólti í tvey ár.
Áðrenn hetta hevði hann spælt í
Danmark, í aðru og triðju deild fyri
tað mesta.
Nicholas Satchwell er hálvur
dani og hálvur onglendingur, og
hevur umboðað Stórabretland í al
tjóða høpi. Millum annað var hann
við til olympisku leikirnar í London
í 2012 sum eykaval.
Ein
annar,
ið
var
knýttur
at bretska hópinum var Scott
Harrington,
ið
seinni
gjørdist
venjari hjá Neistanum, og hetta
sambandið var tað, ið fyrstu ferð
fekk Nicholas Satchwell til Føroya.
Í juni eru trý ár liðin síðani sein
asta landsdystin fyri Bretland,
og málverjin hevur tískil loyvi at
spæla fyri Føroyar eftir hetta. Tí
var hann eisini úttikin til føroyska
bruttohópin herfyri, eftir at hann
hevði játtað at umboða Føroyar.
Valdi Føroyar til
Tað kravdi drúgva umhugsan at
skula velja føroyska landsliðið til,
sigur Neistamálverjin, og greiðir frá
at tað vóru tvær støður at fyrihalda
seg til:
- “Eitt er at eg skal frávelja
bretska landsliðið, sum hevur havt
stóran týdning fyri meg. Bæði sum
persón og hondbóltsleikara. Eg
vænti ikki eg hevði spælt so nógvan
hondbólt, um eg ikki var komin á
bretska landsliðið.
Eitt annað er, at eg havi skula
hugsað um, hví eg ynski at spæla
við føroyska landsliðnum. Eg kom
fram til, at tað at sleppa umboða
hetta land og tað fólk, ið hevur tikið
so væl ímóti mær sum tilflytari, er
hin størsti heiðurin, ein kann fáa.
Tað, at HSF og landsliðsvenjararnir
halda, at eg havi nakað at bjóða
uppá, gevur eisini hug at spæla við
Føroyum”, sigur Nicholas Satch
well.
Málverjin leggur tó dent á, at
hann er bert úttikin til bruttohópin
enn, og at kappingin um plássini
er hørð. Hann hevur vant við,
og ásannar, at støðið er høgt, og
kanska eru hinir leikararnir longri
frammi enn Nicholas í kropsligu
venjingini. Tí hevur hann sett sær
sum mál at styrkja vøddarnar í
summarsteðginum.
Kjakið um nýggju
landsliðsleikararnar
Nicholas Satchwell er triði danin,
ið er úttikin til føroyska landsliðið,
og síðani fyrstu danirnir, Nicklas
Selvig og Peter Krogh komu á
landsliðið, hevur kjakast verið um,
hvørt hetta skal vera loyvt.
Altjóða reglurnar loyva hesum
uttan avmarkingar, men Hond
bólssamband Føroya hevur sett
eitt minstamark fyri, at danskir
leikarar skulu hava búð í Føroyum
í tvey ár, áðrenn teir kunnu koma
á landsliðið.
Síðani Nicholas Satchwell var
úttikin til bruttohópin, hevur
kjakið aftur stungið seg upp, og
málverjin er varugur við kjakið,
men hann letur seg ikki ávirka av tí.
- “Fyrst og fremst er tað sunt og
gott fyri føroyskan hondbólt, at har
eru so ymsar meiningar hjá fólki,
ið ganga høgt upp í hondbóltin.
Hetta er eisini tað sum ger, at tað
er so stuttligt at spæla hondbólt í
Føroyum.”, sigur nýggjasti lands
liðsleikarin, áðrenn hann greiðir
frá, hvussu hann upplivir kjakið
um reglurnar.
- “Tað sum hetta kjakið snýr seg
um, fái eg ikki gjørt nakað við - tað
er ein politiskur spurningur.
Tað sum er umráðandi fyri meg,
er, at eg havi tikið eina avgerð um,
at eg havi hug til at vera partur av
hesum og at tað er av eini orsøk, ið
eg fái staðið inni fyri.
Reglurnar eru sum tær eru beint
nú, og um tær vóru skerpaðar til
fýra ella fimm ár, so hevði eg bara
skula bíðað longur – og tað hevði
eisini verið fínasta slag”
“Hjá mær liggur denturin á, at
hetta er nakað eg havi valt í samsvari
við reglurnar, og verða tær broyttar,
so fari eg at royna hvat eg kann fyri
at lúka tær treytirnar eisini.”, sigur
málverjin og heldur fram:
- “Eg eri føddur í London, tað fái
eg ikki gjørt nakað við. Men Før
oyar eru tað landið, sum eg havi
valt at búgva í, og har mær dámar
væl at vera. Mær dámar fólkið og
trívist væl, og tí kundi eg taka valið
at umboða Føroyar.”, staðfestir
Nicholas Satchwell.
Verður verandi í Føroyum
Her trívist hann eisini sum hond
bóltsleikari, og hann sigur, at hann
kundi neyvan lokkast av landinum
um størri feløg í til dømis Danmark
høvdu bjóðað honum kjans.
Men nú verður hann liðugur við
ú t
búgving í
búskapi, og tá
er tað vanligt at hugsa
um, hvørt ein skal taka eitt nýtt stig
í lívinum, og tað inniber eisini, hvar
ein hevur hug at búgva.
Og Nicholas Satchwell hevur
valt at halda fram at búgva í Før
oyum, og greiðir frá, at tað ið hevur
týdning fyri seg, er at hann fær
tingini at hanga saman her, eins
og hann er í einum arbeiði sum er
bæði avbjóðandi og mennandi.
Her hevur hann arbeitt í frítíðar
skúla í Havn, har hann hevur trivist
væl. Hetta hevur eisini hjálpt
honum at bæði skilja og tosa før
oyskt – og málið meistrar hann
heilt væl, hóast hann stundum
HONDBÓLT
Drúgt kjak hevur verið um, at leikarar uttan ættarbond til Føroya umboða Føroyar
í altjóða hondbólti. Herfyri var Nicholas Satchwell úttikin til føroyska bruttohópin.
“Eg eri føddur í London, tað fái eg ikki gjørt nakað við”, sigur Neistamálverjin
Nicholas Satchwell:
STØRSTI
HEIÐURIN
AT UMBOÐA
FØROYAR