mánadagur 28. mai 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ivast
eitt
sindur
í
orðunum.
At hann hevur tikið
Føroyar til sín sæst eisini aftur
í útbúgvingini, har hann í løtuni
skrivar
batchelorritgerð
um
føroyskan fótbólt.
Sum hondbóltsleikari trívist
hann samstundis stórliga í Neista
num, og hann staðfestir at so leingi
hann fær umstøðurnar uttan fyri
vøllin at mala so væl runt, so sær
hann onga orsøk at hann ikki
verður verandi í Føroyum næstu
mongu árini.
Tað verður ein uppliving at
spæla móti Danmark – men spell
um tað ikki verður á heimavølli
Um hann eisini verður partur
av landsliðnum komandi árini, fer
tíðin at vísa. Málverjin sigur sjálv
ur at kappingin um pláss á landslið
num er hørð, og yngra ættarliðið av
málverjum tykist at vera enn betri
enn hetta.
Í løtuni snýr tað sum um hjá
málverjanum at spæla seg til stóru
dystirnar fyri framman.
Um
tað
eydnast
Nicholasi
Satchwell at spæla seg í endaliga
hópin, so eru tað serliga dystirnir
móti Danmark, ið hann gleðir seg
til.
Tað verður bæði ein stór upp
living og ein stór avbjóðing at
spæla móti Danmark, landið har
hann búði í 11 ár, sigur málverjin,
og greiðir frá, at tað var í Danmark,
at hann byrjaði at spæla hondbólt.
Líkt er ikki til, at dystirnir vera
spældir í Føroyum, og hetta heldur
Nicholas Satchwell vera stórt spell,
tá ið hann verður spurdur um
støðuna.
Hann greiðir frá at støðan er
harmilig á fleiri hættir. Eitt er at
leikararnir ikki fáa tann stuðulin,
ið krevst at fáa góð úrslit í torføra
bólkinum. Enn harmiligari er tað,
at mongu hondbóltsfjeppararnir
í Føroyum ikki fáa møguleikan at
síggja bestu hondbóltsleikararnar í
heiminum. Hetta hevði óivað verið
ein stór uppliving fyri ung hond
bóltsáhugaði, og kundi givið tey
íblástur at veruliga satsa uppá hond
bóltin, heldur Nicholas Satchwell.
Tí er tað sera umráðandi fyri
føroyskan hondbólt, at trupul
leikarnir við hallarviðurskiftinum
verða loystir, sigur hann og greiðir
frá, at tað kjak, ið hevur stungið seg
upp í kjalarvørrinum av hesum,
eisini er ein ímynd av, hvussu høgt
fólk ganga upp í hondbóltin her á
landi.
Hondbóltsliga verður tó sera
sera spennandi. “Vit hava eitt ungt
lið, og hetta verður hin størsta
avbjóðingin hjá flestu leikarunum”,
sigur hálvi danin og greiðir at enda
frá, hvat hann væntar sær av dyst
unum móti Danmark.
-”Tað týdningarmesta er, at vit
fáa okkurt burturúr fyrsta dysti
num. At vit síggja hvar vit eru, og
hvat okkum serliga tørvar at venja
meira – og hvørjum vit skulu ar
beiða við til næsta dystin. Tað er
eitt mál at fáa betri úrslit í seinna
dystinum”,
staðfestir
Nicholas
Satchwell.
sjurdur@sosialurin.fo
HONDBÓLT
Fakta:
Fyrstu tveir dystirnir hjá Føroyum
í undankappingini verða leiktir
24. og 28. oktober.
16 leikarar verða úttiknir til
dystirnar, men í løtuni venja 33
leikarar fram móti dystinum. Teir
eru hesir:
Málverjar
Ári Egason Dam, H71
Jan Pauli Toft Johannesen, Kyndil
Tórður Guttesen, Kyndil
Niklas Simonsen, Skjern
Mikkjal Hansen, Neistin
Nicholas Satchwwell, Neistin
Johan Hofgaard, H71
Útileikarar
Jónas G. Djurhuus, HØJ
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Kjartan Johansen, Fyllingen
Rói Berg Hansen, FIF
Niclas Selvig, TMS Ringsted
Helgi H. Hoydal, Odder
Fríði Weyhe, KÍF
Tony Weyhe, KÍF
Hans Eli Sigurðbjørnsson, KÍF
Rúni Joensen, KÍF
Rókur Akralíð, Kyndil
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Høgni Klein Olsen, Kyndil
Bartal Klein Olsen, Kyndil
Peter Krogh, H71
Sigmundur Nolsøe, H71
Rúni Vest Højgaard, H71
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Pætur Thomsen, H71
Pætur Mikkjalson, Neistin
Teis Horn Rasmussen, Neistin
Torkil Hentze, Neistin
Tróndur Kragesteen, Neistin
Julian Olsen, VÍF
Sjúrður Olsen, VÍF
Sámal á Tjaldrafløtti, Team
Klaksvík
Allan Norðberg, STÍF