mánadagur 28. mai 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Mikkjal Thomassen og
KÍ leingja um sáttmálan,
soleiðis at sáttmálin við
liðið, sum hann hevur
staðið á odda fyri síðani
2015, nú galdandi til og
við 2020.
Jón Krosslá Poulsen
verður loystur úr
sáttmálanum við 07
Vestur. Tað er semja um
uppsøgnina, og orsøkin
er vantandi spælitíð.
Arsenal setir spanska
Unai Emery í
venjarastarvið. Hann
tekur við eftir Arsene
Wenger, sum takkar fyri
seg eftir 22 ár í felagnum.
Eftir einans 11 umfør í
Betrideildini fær Maurice
Ross sekkin í Víkingi,
har Sigfríður Clementsen
minni enn eitt døgn seinni
verður settur í starvið.
Hendingarrík Champions
League-finala verður
spæld í Kiev, har Real
Madrid vinnur 3-1 á
Liverpool eftir at innskifti
Gareth Bale skjýtur tvey
mál – har av eina perlu.
Útisetar gera um seg.
Gilli Rólantsson leggur
upp til tvey mál ímóti
Rosenborg, og bæði René
Shaki Joensen (Grindavík)
og Finnur Justinussen
(Næstved) koma á
máltalvuna.
12. umfar er í
Betrideildini hjá
monnum, har NSÍ steðgar
sigursrøðini hjá B36,
meðan HB vinnur 10.
sigurin og KÍ smyr Víking
av 3-0.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Árni Frederiksberg
Aldur: 25
Yrki: Fótbóltsspælari (NSÍ)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Montenegro
2. Dahl-Olsen
3. Karl Løkin
4. Dia Midjord
5. EB/Streymur/Skála
6. Hallur Holm
7. 2011
8. Brynjar Hlöðversson
Hetta er ein dokumentarur, sum
BBC hevur gjørt um HM 1994
undankappingina hjá Onglandi.
BBC fylgir landsliðsvenjaranum,
Graham
Taylor,
og
hansara
monnum í royndini at vinna seg
til HM endaaspælið, sum er í USA.
Tað
er
ongin
loyna,
at
royndin
miseydnaðist
og
tí
hevur
dokumentarurin,
sum
bleiv gjørdur í 1994, eisini fingið
eitt heilt serligt pláss í bretsku
fótbóltssøguni. í nógvar mátar
útstillar dokumentarurin skilið
á enska landsliðnum, sum serliga
verður revsað fyri at tapa 2-0 í
Norra, sum saman við Hollandi
kemur víðari til HM endaspælið.
Tað
serliga
við
dokumentarinum er, at tú sleppur
heilt tætt at bonkinum, meðan
dystirnir eru. Tað er einki filtur
á og alt verður lagt fram, júst
sum tað er. Tað er hugvekjandi at
uppliva hvussu eitt kjak fer fram
á bonkinum hjá einum enskum
landsliði fyrst í 90 unum. Tað er
ikki altíð so djúpt og planlagt,
sum eisini hevur gjørt sítt til,
at fleiri parodiir eru gjørdar av
atburðinum hjá Graham Taylor,
sála, og toyminum hjá honum.
Dokumentarurin er við til
flestu dystirnar hjá Onglandi
í undankappingini. Tú sleppur
í løtum við til tað, sum hendir
rundan um dystirnar. Til venjing
og ikki minst til tíðindafundirnar,
har Graham Taylor er í holt við
ensku fjølmiðlarnar. Eisini er
litríki Paul Gascoigne nógv at
síggja í dokumentarinum. Hann
er tiltikin fyri at skapa sær, men
var eisini ein umstríddur spælari
um hetta mundið, tí avrikini vóru
óstøðug. Alt í alt ein áhugaverdur
dokumentarur, sum liggur á
youtube og bíðar eftir tær.
HYGG UM: Tú fylgdi bara eitt
sindur við altjóða fótbólti í 90
unum, og nøvn sum Gascoigne
og Platt siga tær nakað
IKKI HYGGJA UM: Tú væntar
eina fulla forkláring um allar
spælararnar og dystirnir. Hann
er gjørdur í 1994 og tað sæst aftur
HVUSSU ER AT HYGGJA: Um
tú kennir eitt sindur til HM 94
søguna hjá Onglandi, so er lætt at
fylgja við. Hóast tað kanska ikki
var meiningin, so er tað undirhald
allan vegin
HVAT SIGUR TÚ: Vilt tú hava
ein feril av nostalgi, so er hetta
avgjørt vert at brúka tíð uppá.
FAKTA: Graham Taylor bleiv
koyrdur, eftir at Ongland tapti
fyri
Hollandi,
sum
kostaði
enska landsliðnum plássið í HM
endaspælinum í 1994. Graham
Taylor doyði í fjør 72 ára gamal.
1. Hvørjum landi kemur KÍ-arin, Boris Dosljak, frá?
2. Føroyar eiga ein sigursvandan súkklara, ið eitur
Gunnar til fornavn. Hvussu eitur hann til eftirnavn?
3. Hvør spælir við 6-talinum á rygginum hjá NSÍ?
4. Hvussu eitur føroyski kvinnulandsliðsvenjarin í
hondbólti?
5. Hvør vann FM í bestu kvinnudeildini í fótbólti í 2017?
6. Hvussu eitur formaðurin í Frælsum Ítrótti Føroya
(FÍF)?
7. Hvat ár bleiv Lars Olsen settur sum føroyskur
landsliðsvenjari?
8. Hvussu eitur íslendski HB-leikarin á myndini?
Hvat náddi tú at umhugsa
áðrenn tú smekkaði bóltin
í málið til 3-2 ímóti B36?
- Eg Hugsaði ikki tað heilt villa.
Eg hevði skotið eitt skot eftir
longra málhorni fimm minuttir
frammanundan, so tí royndi eg
hesuferð eftir nærmara.
Tit kláraðu at steðga B36.
Hvat var uppskriftin?
- Uppskriftin var at vit ikki skuldu
fella ov djúpt og vita um vit ikki
kláraðu at fanga nakrar bóltar í
uppspælinum hjá B36, og - um ikki
- so pressa høgt.
Tað var sum um tit
kúgvendu dystinum
einaferð í seinna hálvleiki,
hvat hendi har?
Eg haldi allir sóu skriftina á
vegginum í hálvleikinum um at vit
vóru vekk um vit taptu dystin, og
tí var avtalan klár um at vit skuldu
út at venda dystinum.
Hvussu eru tit nøgdir við
gongdina, sum hon er
nú – eru tit við at vera
har, sum tit skulu?
- Spælið blívur betri og betri, og
tann partin kunnu vit nú ikki
klaga um. Sjálvandi høvdu vit
viljað havt nøkur stig avtrat, men
tað gongur tann rætta vegin, so
alt í alt, eftir dystin í dag, er tað á
einari leið.
Nú verður skjótt
evropeiskt lutakast. Hvat
lið vóna tit at trekkja?
- Tað er trupult at koma víðari úr
1. umfari, tí øll liðini eru so mikið
góð sum man kann møta, og útfrá
tí vil man bara hava tað størsta
upplivilsið. Tað vildi nokk verið
at møtt Gerrard og Rangers á
Svangaskarði fyrsta dystin.
Hjá okkum snýr tað seg um at fáa stáplað
ein start-11'ara upp á beinini til dystin
ímóti B36. So einfalt er tað
- Glenn Ståhl um smala hópin hjá TB/FCS/Royn
Eg eri tómur fyri følilsir. Eg tapti dystin fyri liðið hjá
mær, og eg harmist vegna felagið og fjeppararnar
- Loris Karius eftir CL-finaluna
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Ummælið:
Graham Taylor:
The Impossible Job