Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mai 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 28. mai 2018 · Nr. 59 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Nú kom ferð á sjónvarps­ prátið Tað hevur verið ein hendingarík vika í føroyska fótbóltsheiminum. Umframt KÍ, AB og EB/Streym, so hevur B36 nú eisini noktað Kringvarpinum at stroyma sínar dystir. Eftirfylgjandi meldaði Kringvarpið út, at ongin dystur verður stroymdur um vikuskiftið, tí KVF ikki longur hevur redaktionelt frælsi at velja dystir. Hetta hevur sett gongd á ein neyðugt kjak, har føroyskur fótbóltur má til at finna útav hvat er ein gongd leið. Stroymingarpallurin hjá FSF hevur verið í brúk hetta vikuskiftið, og hevur sínar fyrimunir. Millum annað blivu eisini dystir í 1. deild hjá kvinnum vístir. Tað eru ymiskar meiningar um hvat skal gerast. Onkur heldur at KVF skal sleppa at vísa dystirnar, sum tey vilja, tí so kemur fótbólturin runt til alt landið. Onnur halda, at tað er fínt við einum palli, har tú skal gjalda fyri at síggja ein dyst. Hetta er ein møguleiki hjá feløgunum at fáa eina inntøku. Avbjóðingin her er, at feløgini – sjálvandi – hugsa um seg sjálvi fyrst. Meta tey ikki, at tey fáa nakað afturfyri, so er einki vunnið fyri tey. Hinvegin, so eru eisini feløg, sum halda at tað er betri fyri tey, at øll hava møguleika at fylgja við, tá tað er ein dystur. Mítt boð er, at fótbóltsføroyar má gera eina langtíðarætlan, har dentur verður lagdur á at gera eina góða framleiðslu. Men tað má verða ein avtala, sum øll kenna seg aftur í. Tað má verða eitt produkt, sum øll kunnu liva við, tí annars koma vit í hesa støðuna aftur. Skal Kringvarpið stroyma beinleiðis frá størstu dystunum í landinum, so haldi eg, at tað er vert at krevja meir enn bara 90 minuttir. So mugu vit finna eina loysn, har fótbólturin kemur í fokus. Í donsku 1.deild verða dystirnir spældir samstundis, og so verða málini í hinum dystunum víst so hvørt. Hetta er nakað órealistiskt til føroysk viðurskifti, men vit mugu tora at hugsa stórt. Tora at venda myndatólinum, so at hyggja upplivingin verður betri, forlanga at skráin skal passar til stroymingina og sjónvarpingina, so vit fáa sum mest burturúr. Tað fáa vit eitt nú ikki, tá hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar sama dag. Bara fyri at taka eitt dømi. Eg fegnist um, at kjakið er í gongd, men harmist sjálvandi um tey, ið ikki fáa møguleikan at fylgja sínum liði á stroymingini. Men nú er neyðugt, at føroyskur fótbóltur stendur saman um at finna eina loysn. Tróndur Arge Tórður Thomsen (NSÍ) Stóð væl í málinum, hóast tvey mál fara í gjøgnum. Hann er tó ósekur í báðum, men hevur minst tvær stórbjargingar. Hann hevði ein eitt sindur misjavnan dyst við útspørkum, men sum heild eitt gott avrik. Jóhan Troest Davidsen (NSÍ) Spælir í miðverjuni hjá NSÍ og er eisini ósekur í málunum hjá B36. Hann var rímiliga sannførandi og fekk til tíðir steðga Kaimar Saag og álopinum hjá B36. Búi Egilsson (Suðringar) Skoraði eitt mál og átti stóran lut í hinum málinum, tá suðringar spældi 2-2 á Eiði móti EB/Streymi. Búi Egilsson skoraði eitt gott mál, har hann blívur spældur leysur, og hann eigur stóran lut í uppspælinum til 1-0 málið eisini. Árni Frederiksberg (NSÍ) Helst besti maður í Gundadali, tá NSÍ vann 3-2 á B36. Skoraði avgerandi málið, men átti eisini stóran lut í flestu av álopunum hjá NSÍ. Ein slíkan dag, har fótbólturin kemur til sín rætt, kemur Árni Frederiksberg eisini til sín rætt. Betuel Hansen (NSÍ) Er farin frá at spæla í 1.deild, til at verða ein lyklaspælari í kanska størsta dystinum hjá NSÍ í ár. Hóast NSÍ ikki vendi dystinum fyrr enn í seinna hálvleiki, so stóð Betuel sterkur í myndini – tó at hann var heppin ikki at gera brotsspark. Petur Knudsen (NSÍ) Skoraði tvey mál, har serliga tað fyrra var væl spælt og væl avsluttað. Fekk ein uppaftur størri leiklut, tá hann bleiv fluttur inn á framrættaða miðvøllin, har hann var góður til at venda spælinum og hótta verjuna hjá B36. Meinhard E. Olsen (B36) Hóast B36 tapti 3-2, so spældi liðið ein góðan dyst. Í ein tíma tóktist B36 vera omaná og serliga Meinhard E. Olsen spældi væl. NSÍ hevði úr at gera við at halda fast í runavíkinginum í B36. Avrikið var so sannførandi í einum toppdysti, at hann kemur á liðið hesa vikuna. Sámal Erik Hentze (NSÍ) NSÍ vinnur 3-2 í Gundadali. Bagge fær heiðurin, tí hann aftaná ein tíma og aftanfyri 2-1, megnar at venda dystinum. Tú kundi so sagt, at hann valdi skeiva liðið at byrja við, men vit velja at geva honum kredit fyri at venda dystinum. Hørður Askham (KÍ) Stóru miðverjin skoraði sítt fyrsta mál, tá hann í gjár legði KÍ á odda 1-0 í Gøtu. Tað er ikki bara málið, sum ger at havnarmaðurin í KÍ kemur á liðið. KÍ var klassar betri og Víkingur kom ikki til nógvar málmøguleikar. Páll A. Klettskarð (KÍ) So kom liðskiparin hjá KÍ aftur á máltalvuna. Tvey mál í 3-0 sigrinum á Víkingi ger hann til áleyparan á liðnum hesa vikuna. Hann kom eisini til fleiri aðrar møguleikar, og kundi havt skorað hattrik. Sølvi Egilsson (07 Vestur) 07 Vestur hevur vunnið sín fyrsta dyst í ár, tá teir á heimvølli vunnu 4-1 á Skála. Sølvi Egilsson skoraði eitt mál og kláraði saman við verjuni at halda Skála vekk frá tí mesta. Símun Samuelsen (HB) Einasti spælarin, sum tað av álvara glógvaði í á Argjum, tá HB vann 1-0 á AB. Legði upp til málið og var vandamiklasti spælarin á vøllinum. 12. umfar: Liðið hesa vikuna er nógv merkt av, at NSÍ vann stórdystin í Gundadali móti B36. Talan var um ein góðan dyst, har bæði liðini bjóðaðu seg fram. Sigrar til KÍ, HB og 07 Vestur geva eisini pláss á liðnum, meðan ein suðuroyingur er eisini við ­Liðið hesa vikuna