Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit hava sett sjey tingfólkum spurn­ingar um høgu stjóra­løn­ ir­nar í almennu part­a­feløgunum, ið Vik­u­skiftis- Sosi­al­urin við­gjørdi um viku­skiftið Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Í Sosialinum um vikuskiftið bleiv ljós varpað á løn­ir­nar hjá stjórunum í teim­um ellivu almennu parta­fel­øg­ u­num, ið landið eigur part­a­ brøv í. Yvirlitið staðfesti, at tað løn­ar seg væl at vera stjóri í ein­um almennum partafelag. Av ell­ivu stjórum vóru heili sjey teirra, ið liggja yvir eini mill­i­ón í ársinntøku og var hægsta samsýningin 2,2 milli­ ón­ir krónur. Yvirlitið vísti eisini, at hægstu samsýningarnar vórðu latnar stjórunum í p/f Telefonverkið, p/f Post­ verk Før­oya og p/f Atlantic Air­ways. Trý feløg, ið land­ið einsamalt eigur øll parta­ brøv­ini í. Tí hava vit sett for­monn­ u­num í and­støðu­flokkunum og tingbólkaforkvinnurnar í samgonguflokkunum nakr­ ar spurningar um hesi við­ ur­skifti. Jørgen Niclasen: For­maður í Fólka­ flokkinum 1: Landsstýrismaðurin skal ikki bara blanda seg, hann skal á­seta hvat lønin er. Tað gjørdi eg eisini, tá ið eg var landsstýrismaður. Sum dømi kann nevnast, at í sam­band við lønina hjá stjór­a­num í p/f Eystur- og Sand­oy­artunlar var ætlanin at geva stjór­a­ num væl yvir 100.000 krónur um mánaðin, men fingu teir at vita, at tað bleiv ikki talan um. 2: Ja. Allar lønir hjá tí almenna eru lagdar í løn­ ar­rammur. Tað eiga stjór­a­ lønir í almennum parta­fel­ øg­um eisini at vera. Nøk­ur av hesum almennu parta­ fel­øgum áttu at verði priv­ at­i­sera, tí so hevði man sæð aðr­ar lønir. 3: Tað kann vera, men tað skal liggja í føstum ramm­ um. Tí í summum før­um er bonusið bara fyri at geva stjóranum meira í løn. Eg taki persónliga und­ir við avriksløn, men bon­us­skip­ an­ir yvirordnað hjá almennu part­a­fel­øg­um hoyrir onga­ staðni heima, tí tað er bara ein rein lønarhækkan. Nógv av hes­um feløgunum eru jú mono­pol og kunna tey bara seta prísin upp, so at úrslitið gerst betri. So í prinsippinum ja, men ikki soleiðis, sum tað gong­ur fyri seg. 4: Tað skal upplýsast. Um al­menn partafeløg royna at blanda alt møguligt saman, so er tað fyri at krógva okk­ urt. Bárður Nielsen: Formaður í Sambandsflokkinum. 1: Tað veldst um. Grundin til at man hevur almenn parta­fel­øg er í flestum før­ um, at tey eru innan eina vinna, ið er av slíkum slag, at tað onkursvegna hoyr­ir til privatu vinnuna. Tá tað er galdandi, eigur lands­stýr­ is­mað­ur­in ikki at blanda seg upp­í. Men tað er einki galið við, at landsstýrismaðurin góð­kennir lønir, um talan er um eina fyritøku, ið er al­menn fyri at hava aðrar møgu­lei­k­ar at virka undir al­mennu skipanini. 2: Tað veldst eisini um hvat slag av partafelag tað er. Tað skal sjálvandi vera skil í, men um lands­stýr­is­mað­ur­in skal leggja uppí, so er hug­ skot­ið við einum almennum parta­fel­ag burtur. Mein­ing­in er jú at hava arm­s­longd­ar­ prin­sipp. So sum við fyrra spurn­ing­inum, so er tað eitt bland­að svar. 3: Eg haldi sjálvur, at av­ riks­skip­anir í fyritøkum eru góð­ar og duga vit alt ov illa at brúka tað innan tað al­menna. Tað sigur seg sjálvt, at slík­ar skipanir gera, at fólk gera tað eyka, ið skal til, fyri at fáa tingini at virka. So í sær sjálvum eru slíkar skip­an­ir ikki neiligar. 4: Ja, tað haldi eg kemur und­ir tað, ið eitur opinleiki hjá tí almenna. Helena Dam á Neystabø: For­kvinna í tingbólkinum hjá Javn­að­ar­flokkinum. 1: Ja, tað kann vera neyð­ugt. Løn­irnar í almennum parta­ fel­øgum eiga at vera sam­an­ ber­iligar við løn­ar­pol­it­ikkin hjá tí almenna ann­ars.  Til dømis er stjórin í al­mann­ a­verkinum nógv meira út­ sett­ur enn ein stjóri í einum almennum partafelagi. Men stjór­in í telefonverkinum fær á leið tríggjar ferðir so nógva løn, sum stjórin í almanna­verk­i­num. Og tað er púra burt­ur­við. Ósamsvarið skapar eisini ó­nøgd. Og hví skal lønin hjá ein­ um stjóra í einum almennum parta­felag til dømis verða meira enn dupult so høg, sum lønin hjá løgmanni? Hvørki stjóri ella formaður tek­ur nakran persónligan váða uppá seg. Tí er hetta ein spurningur sum eigur at viðgerast pol­ it­iskt, og sum skal byrja í lands­stýrinum. Ger lands­ stýr­ið einki við tað, má løg­ ting­ið taka málið upp. 2: Løn skal endurspegla á­byrgd. Eg haldi ikki at hetta lutfall sæst aftur í løn­ar­á­s­et­ ing­u­num í øllum almennum parta­fel­øg­um. 3: Tað kann vera skilagott at stýra einari fyritøku eftir mál- og av­riks­sátt­mála, tað verð­ur eis­ini gjørt í tí almenna geiranum yv­ir­høv­ ur. Men har inniber tað ikki lønarhækking hjá stjór­a­ num, at røkka málum og av­ tal­að­um avrikum. Skal tað henda í einum al­m­ennum parta­felagi, so eig­ur lands­ stýr­is­fólk­ið at góð­kenna bon­us­skip­an­ir, sambært eigara­pol­itikk­i­num hjá landi­ num, sum vit enn bíða eftir. Og lands­stýr­is­fólk­ið má hava á­byrgd fyri bonusskipanini, um so er. 4: Ja, sjálvandi eigur løn­ in hjá stjórum og nevnd at síggjast aftur í rokn­skap­i­ num. Jógvan Skorheim: Formaður í Sjálvstýri. 1: Tá man leggur okkurt í eitt alment partafelag er týdn­ ingarmikið, at nevndin fær heim­ildir at arbeiða út frá og er hetta eisini galdandi fyri stjóra­løn­ir. Men leið­ regl­ur muga gerast fyri hvat er nat­úr­ligt. So eg haldi ikki, at lands­stýr­is­maðurin skal á­seta hvørja einstaka løn, men hann skal áseta nakrar regl­ur fyri hvat eigur at vera gald­andi. 2: Tað er eitt mark fyri hvussu høgar tær lønirnar skulu vera, men eg veit ikki heilt hvat tað skal vera. Tað er tørv­ur á reglum, ið eru gald­andi fyri alt økið, tí sum nú er ein ójavni í. Onkur fel­ øg eru stór, men stjórin og nevnd­in fáa lítið í samsýning, með­an onn­ur fel­øg eru lítil, men nevnd­in og stjórin fáa eina høga sam­sýn­ing. Tí muga onkr­ar greiðar reglar vera, ið tryggja, at tað verður sam­svar millum ábyrgd og um­sit­ing av tí. 3: Nei, tað skilji eg slett ikki. Tað er langt uttanfyri alt tað, ið hevur við almenna fyri­sit­ing at gera. Um hetta verð­ur brúkt, so kann man grund­geva fyri at geva al­ mennum starvsfólkum líkn­ andi skipanir. Tað haldi eg slett ikki man skal. 4: Ja, tað haldi eg. Bara fyri nøkr­um fáum árum síð­an var tað krav til øll parta­fel­øg og smápartafeløg, men tað bleiv Til formenn og forkvinnur á tingi: 1: Skal landsstýrismaðurin blanda seg í lønarviðurskiftunum hjá stjórum í almennum partafeløgum? 2: Eru lønirnar hjá stjórum í almennum partafeløgum ov høg og skal nakað mark vera fyri hvussu høg ein slík stjóraløn kann vera? 3: Tekur tú undir við, at almenn partafeløg nýta bonusskipanir í lønarkarmum til stjórar? 4: Skulu lønirnar hjá stjórum í almennum partafeløgum verða upplýstar í roknskapinum? SPURNINGARNIR: SAKNA GREIÐ Annita á Fríðriksmør, forkvinna Tjóðveldis á tingi Bárður Nielsen, formaður Sambandsins Hanna Jensen, forkvinna Framsókns á tingi Helena D á Neystabø, forkv.