mánadagur 18. juni 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
strikað. Men eg haldi tað er
natúrligt, at tað er galdandi
fyri almenn partafeløg.
Annita á Fríðriksmørk:
Forkvinna í ting
bólkinum hjá
Tjóðveldi.
1: Skal tað vera alment parta
felag, so skal hann ikki tað.
Skal hann blanda seg upp
í, so skal hann heldur bara
gera felagið alment aftur.
Men tað er fínt, at man pol
itiskt signalerar, at man irr
iterast inn á, at lønirnar eru
ov høgar. Tað halda vit í ávís
um førum, og tá er gott, at
nevndirnar lurta eftir tí.
2: Í ávísum førum eru løn
irnar ov høgar, men uppgáv
urnar hjá hesum feløgum eru
sera ymiskar. Stjórasessurin
í t.d. Føroya Tele er tekniskt
krevjandi og tey eru fá, ið
kunna standa á odda fyri
fyritøkuni og føra henni
fram á leið. Stjórarnir síðstu
árini eiga rós uppiborið fyri
hvussu
fyritøkan
hevur
ment seg, men at tað skal løn
ast so høgt sum hatta, kann
spurnartekin setast við.
Tað átti at vera eitt mark,
men við almennum parta
feløgum, so hevur man biðið
nevndirnar áseta lønirnar.
Ein møguleiki er at avmarka
lønirnar og givið nevndunum
leiðbeining á tann hátt.
3: Tað er í ordan, at stjórar
í almennum partafeløgum
hava eina gularót, so teir gera
alt fyri, at gera eitt so gott ar
beiði sum gjørligt, men tað
skal vera innanfyri rímiligar
karmar. Tann gularótin eiga
teir almennu stjórarnir eisini
at fáa, tí teir skulu eisini
tryggja eitt so gott úrslit sum
gjørligt, men teir fáa ikki eitt
slíkt bonus. So nei, men tað er
tí eg haldi, at almennu parta
feløgini slett ikki skulu vera
almenn partafeløg, men verið
almenn.
4: Tað er alment, so tað átti
at veri tað.
Hanna Jensen:
Forkvinna í tingbólk
inum hjá Framsókn
1: Í prinsippinum skal lands
stýrismaðurin ikki blanda
seg í viðurskiftum hjá al
mennum partafeløgum, men
hinvegin eigur landsstýrið at
hava ein greiðari politikki á
økinum, ið kann brúkast
sum leiðbeining.
2: Eg fari ikki at seta nak
að mark í tølum, men tað
snýr seg um at finna eina
rímiligan javnvág millum
ábyrgd, hvat er rímiligt, tá
hugt verður eftir øðrum løn
um innan tað almenna, og
hvussu man fær fatur á røttu
arbeiðsmegini.
3: Í prinsippinum haldi eg
ikki man skal hava tað, men
spurningurin er hvussu man
fær fatur á stjórum við stóru
kapasiteti at stýra fyritøkum
í Føroyum. Me eg helli til, at
slíkt skal liggja í lønina og
ikki í eini bonusskipan. Tær
áttu ikki at vera neyðugar,
um man fær ásett hvat virði
hesar lønir skulu hava.
4: Ja, tað haldi eg. So nógv
viðurskiftir sum møguligt
skulu síggjast í roknskapi
num.
Jenis av Rana:
Formaður í
Miðflokkinum
1: Ja, tað má hann. Hatta eru
pengar, ið politikarar áleggja
vanliga fólkinum at gjalda og
man skal ikki kunna umsita
teir á handan hátt. Ikki
fólkavald fólk kunna ikki
hava so lætta atgongd til
pengar í landskassanum. So
har má okkurt henda og tað
má henda nú.
2: Sjálvandi skal eitt mark
setast, tí nógvar eru ov høgar,
meðan onkur teirra er ófor
skammað høg. Men tað eru
ikki stjórnirnar í hava skyld
ina, men nevndirnar, ið geva
teimum lønina. Um nevndir
nar geva teimum hasa lønina,
so hava teir skylduna. Um
stjórarnir hava kravt meira
av nevndunum enn tær
ætlaðu, men tær geva eftir,
so hava tær eisini skyldina. Í
øllum førum eru tað nevnd
irnar í hava skyldina, um tað
er móti ella við teirra vilja.
Tí tær eru tær einastu, ið
kunna forða slíkum.
3: Ein nevnd setir ein
stjóra at gera eitt gott ar
beiði. Um hann ger eitt gott
arbeiði og uppfyllir tað, ið
nevndin biður hann gera, so
er tað ikki annað enn tað, ið
hann fær sína løn fyri. Hann
skal ikki hava bonus fyri tað,
tí hann fær sína løn. Man
væntar ikki annað av einum
persóni, ið fær eina góða løn.
4: Sjálvandi. Tað skal vera
fult innlit í slíkt, tí øll vita
hvat vanligi borgarin tjenar.
Hesi fólkini gjalda lønina hjá
stjórum, so sjálvandi skulu
tey vita hvat stjórarnir fáa í
løn.
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
11
P/F Atlantic Airways:
Landið eigur allan partapeningin. Hoyrir undir málsøkið hjá
Vinnu- og Uttanríkismálaráðnum.
P/F Fiskaaling:
Landið eigur allan partapeningin. Hoyrir undir málsøkið hjá
Vinnu- og Uttanríkismálaráðnum.
P/F LÍV Holding:
Landið eigur 16,67 prosent, P/F Fakfelag eigur 33,33 prosent og
Ognarfelagið LÍV eigur 50 prosent av partapeninginum. Hoyrir
undir málsøkið hjá Vinnu- og Uttanríkismálaráðnum.
P/F Telefonverkið:
Landið eigur allan partapeningin. Hoyrir undir málsøkið hjá
Vinnu- og Uttanríkismálaráðnum.
P/F Postverk Føroya:
Landið eigur allan partapeningin. Hoyrir undir málsøkið hjá
Vinnu- og Uttanríkismálaráðnum.
P/F Visit Faroe Islands:
Landið eigur allan partapeningin. Hoyrir undir málsøkið hjá
Vinnu- og Uttanríkismálaráðnum.
P/F Elektron:
Landið eigur P/F Elektron saman við Betri samtakinum og Bank
Nordik. Hoyrir undir málsøkið hjá Fíggjarmálaráðnum.
P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnilin:
Landið eigur allan partapeningin. Hoyrir undir málsøkið hjá
Samferðslumálaráðnum.
P/F Vága Floghavn:
Landið eigur allan partapeningin. Hoyrir undir málsøkið hjá
Samferðslumálaráðnum.
P/F Norðoyatunnilin:
Landið eigur allan partapeningin. Hoyrir undir málsøkið hjá
Samferðslumálaráðnum.
P/F Vágatunnilin:
Landið eigur allan partapeningin. Hoyrir undir málsøkið hjá
Samferðslumálaráðnum.
Hetta eigur landið
Háttalag
Meðan lønin hjá stjórunum í
flestu førum ikki er upplýst
í roknskapinum, so er tað
alment, hvat nevndir fáa í
samsýning frá landinum.
Sostatt ber til at kanna, hvat
almennu partafeløgini rindaðu í
samsýning til stjóran, ið vanliga
mannar stjórnina einsamallur,
við at taka upphæddina, ið
nevndirnar fáa í samsýning og
trekkja hana frá tí, ið verður
rindað stjórn og nevnd.
Í nøkrum førum hevur onkur
óvissa verið við upphæddunum,
so sum at stjóraskifti hevur
verið í roknskaparárinum, ella
at tað ikki er upplýst, hvat
stjórn og nevnd fáa, og hava
vit í teimum førum fingið
upplýst upphæddina frá
nevndarformonnunum ella
stjórunum.
Tað merkir av tí sama, at
meðan nakrar lønir eru, hvat
teir ymisku stjórarnir tjentu
í 2017, so eru aðrar lønir, tær
ið eru merktar við tveimum
stjørnum, ein útrokning av,
hvat tey høvdu tjent í 2017, um
tey fingu upplýstu løn.
Við í lønini kunnu vera
bonus, eftirløn og aðrar líknandi
upphæddir.
Lønarlistin
3
JÓHANNA Á BERGI
2
JOEL UNDIR LEITINUM
1
JAN ZISKASEN
4
MARIUS DAVIDSEN
6
JAN JAKOBSEN
8
GUDNY LANGAARD
10 JÓHANNA L. KØTLUM
5
ULLA JOENSEN
7
TEITUR SAMUELSEN
9
GUÐRIÐ HØJGAARD
11 UNI DANIELSEN
FORSTJÓRI Í
P/F ATLANTIC AIRWAYS
STJÓRI Í
P/F POSTVERKI FØROYA
SAMTAKSSTJÓRI Í
P/F TELEFONVERKINUM
FÍGGJARSTJÓRI Í
P/F ATLANTIC AIRWAYS
STJÓRI Í
P/F LÍV HOLDING
STJÓRI Í
P/F VÁGA FLOGHAVN
STJÓRI Í
P/F FISKAALING
STJÓRI Í
P/F ELEKTRON
STJÓRI Í P/F EYSTUROYAR-
OG SANDOYARTUNLINUM
STJÓRI Í
P/F VISIT FAROE ISLANDS
STJÓRI Í P/F NORÐOYA- OG
P/F VÁGATUNLINUM
1.398.000,-
1.428.778,-
2.188.000,-
1.188.000,-
1.118.520,-
828.000,-
671.000,-
1.128.000,-
1.104.000,-
796.654,-
426.841,-
* Sambært roknskapinum fyri 2017
**Upplýst av stjóra ella nevndarformanni
Sosialurin kunngjørdi í Vikuskiftisblaðnum lønirnar hjá stjórunum i teimum 11
partafeløgunum, sum landið eigur og sum landsstýrisfólk varða av vegna eigaran Føroya fólk
ARI REGLUR
Javnaðarfloksins á tingi
Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins
Jógvan Skorheim, formaður Sjálvstýrisins