Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68 6 Sosialurin POUL NYRUP RASMUSSEN 75 ÁR Fríggjadagin fylti Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark, 75 ár. Hann er føddur í Esbjerg tann 15. juni í 1943 og tók studentsprógv í 1962. Hann er Cand.polit. frá Københavns Universitet í 1971 og starvaðist sum búskaparfrøðingur hjá LO frá 1971 til 1986. Árini 1986 til 1988 var hann stjóri í Lønmodtagernes Dyrtidsfond. Hann varð valdur í Fólkatingið í 1988 og sat til 2004. Hann var formaður í danska Javnaðarflokkinum frá 1992 til 2002. Forsætisráðharri var hann frá 1993 til 2001. Limur í Evropatinginum frá 2004 til 2009. Føroyingar vóru ikki so fegnir um handfaringina hjá Nyrup av bankamálinum, sum eisini var ein stór avbjóðing fyri samstarvið millum føroyska og danska Javnaðarflokkin Poul Mohr var litríkur og hittinorðaur sum fáur Eirikur Lindenskov Øll kendu Poul Mohr. Øll kendu málið í honum, og øll dugdu at herma eftir eyð­ kendu havnardialektini hjá hon­um. Og øll kendu onkrar av stutt­ligu søgunum hjá hon­um – ella søgurnar um hann. Poul kendi øll. Hann tos­ aði við øll. Hann segði sína mein­ing, og hann lurtaði eis­ini eftir hinum, sjálvt um hann kortini helt seg sjálv­ an hava rætt. Hann hoyrd­ ist, har hann var – og hann hevði altíð eina stutt­liga viðmerking. Ein sera hugna­ lig­ur maður, sum saknur verð­ur í. Poul Mohr gjørdist 88 ára gam­al. Seinastu tíðina hev­ ur heil­s­an bilað, og hann fekk ikki gingið. Seinasta ár­ið ella so hevur hann verið á Tjarn­ar­garði í Havn – á gomlu Marin­ustøðini. Poul Mohr var sonur ein ann­an kendan havnarmann, Kjart­an Mohr og Dennu, Krist­iane Sofie Holm, sum var ætt­að úr Hvalba. Kjartan stovnaði Tórs­ havn­ar Skipasmiðju í 1936. Hetta stóra arbeiðsplássið í Havn kom eisini at vera lívs­ star­við hjá Poul Mohr. Hann var út­búgv­in skips­før­ari, men frá 1952 var Tórs­havnar Skipa­samiðja arbeiðspláss hans­ara. Hann var næsti maður páp­ans, og tá Kjartan Mohr doyði í 1979 – sama dag sum nýggja bedingin var tik­in í brúk, og Sólborg, (hvørs eigarar nú eiga Skipa­smiðj­ u­na) varð hálað upp við nýggja vogninum, tók Poul Mohr við stjórastarvinum. Poul var giftu Annu, sum var dóttir Dánjal Paula Jac­ ob­sen á Skála. Dánjal Pauli doyði tíðliga, og konan, Mar­ia, giftist upp aftur við hoy­víks­bónd­a­num Jógvani Hús­garð. Anna og Poul áttu fýra børn, Brynhild, Kjart­ an, Gunnar og Balla (Dánj­al Paula). Kjartan doyði fyrra­ ár­ið 61 ára gamal. Poul sást javnan á hest­ baki. Og hann var tann sein­ asti av teimum, sum var við í fyrstu ólav­søk­u­skrúð­gong­ uni í 1942. Hann hevur greitt frá, at menn hittust heima hjá Kjart­an Mohr dagin fyri ólav­søku í 1942. Har vóru Gustav Rein­ert, Edvard Samuelsen og Kjart­an Mohr, og teir góvu boð­ini víðari til reiðfólk um at hitt­ ast ólavsøkuaftan. Keis­ar­ in, Vilhelm Tórs­heim, gekk fremst við merk­i­num, hon­ um á baki kom Frels­un­ar­ her­ur­in við hornblástri, og so komu reið­fólk­ini. Dent­ur varð frá fyrsta degi lagd­ur á, at reiðfólkið skuldi vera væl ílatið. Hvít skjúrta og svart slips var bún­in hjá reið­fólku­num. Hetta var byrjanin til ól­av­søku­set­ an­ina, sum vit kenna hana í dag – og øll árini hava rossini átt heið­urs­pláss í skrúðgonguni. Poul Mohr ringdi javnan á red­ak­ti­ón­ina hjá okkum í Miðla­hús­i­num, um hann hevði okk­urt upp á hjarta, ella hann vildi viðmerkja eitt­hvørt – og eisini fyri at rósa. Einaferð hevði blað­stjór­ in á Sos­i­al­i­num skrivað um At­lan­t­ic Pe­tro­l­e­u­m, sum hevði fing­ið nýggj skriv­ stov­u­høli í hús­u­num hjá Wel­lej­usi niðri í Gong­ini – Poul Mohr var nevnd­ar­ lim­ur í At­lan­tic Pe­tro­l­eum í nógv ár. Skrivað stóð, at skriv­ stov­an var »á Kong­a­brúnni«. Tað helt Poul Mohr vera for gal­ið, so hann kom inn á red­ ak­ti­ón­ina at finnast at. – Hatta er ikki Konga­ brúgv­in! Hon er hinumegin. Hatta er Ev­ens­ens­brúgv, segði hann erpin, tí stað­ ar­navn­ið er eftir langabba hans­ara, J. P. Evensen, hand­ils­mann. Poul Mohr helt, at blað­stjór­in eisini kundi havt skriv­að »Müll­ ers­brúgv«, sum hon eis­ini verð­ur nevnd eftir lang­abba blaðstjórans! Eina aðru ferð ringdi hann at brokka seg um, at fjøl­miðl­ar­nir kallaðu nýggju bryggj­una uttan fyri Skansan fyri »Ny­havn«. Hetta danska láni­navn­ið varð púra vanligt á mann­ a­munni í mong ár, og tað skurr­aði illa í oyrunum hjá Poul Mohr. Hann kundi ikki for­draga tað navnið. – Hatta ljóðar so býtt. Skriv­ið okkurt annað, helt hann fyri. Vit spurdu, hvussu hann helt, at vit kunnu kalla nýggja havnarlagið. – Tað veit eg ikki, men okkurt annað enn hatta fják­uta danska. – Tit kunnu skrivað »Skansa­bryggj­an«, tí hatta ligg­ur beint uttan fyri Skans­an. Vit so gjørdu. Ringdu tó til Tór­finn Smith, sála, sum tá var formaður í havn­ ar­nevnd­ini at vita, hvat hann helt. Jú, eitt sera gott hug­skot. Tvær vik­ur seinni ringdi Tór­finn Smith at siga, at nú varð av­gjørt, at bryggj­an eit­ur »Skans­a­ bryggj­an« eft­ir uppskoti frá Poul Mohr í Sos­i­al­inum. Tá útbyggingin av Skansa­bryggj­uni, sum nú er í gongd, varð plan­løgd, skriv­aðu vit hesa søguna í Sosi­al­i­num, um at tað var Poul Mohr sum fann upp á navn­ið »Skansa­bryggj­an«. Tá ringdi hann aftur. – Túw, hatta passar hatt­ ar har, eg minnist tað gott hatta har við hasum navn­ i­num Skans­a­bryggj­an. Men tað er ó­luk­sál­iga nógv broytt í Havn hesi sekst­an árini, segði hann upp á sín ser­liga speiska máta, tá tú visti, at har fór okkurt gull­ korn at koma. Hvat meinti Poul við? – Túw, nú hevur Eimskip alla Skansa­bryggj­una. Skip­ a­fel­ag­ið seldu føroyingar til Ís­lands. Og hinumegin, á Við­a­r­nesi, hava vit Vónina. Hana hava før­oy­ing­ar eis­ini selt til Íslands. – Oljufelagið Magn hús­ ast eis­ini á Viðarnesi. Tað er eis­ini selt til Íslands. So mangl­ar bara, at Effo eisini verð­ur selt til Íslands. Og so kom tað.... – Vit skuldu kanska held­ ur kall­að havnina fyri »Isl­ ands Brygge«, tá alt kortini skal seljast til Íslands, sigur Poul Mohr skemt­andi – tó við stór­um álv­ar­semi. Honum dámdi slett ikki gongd­ina við, at allar vinnu­ fyri­tøk­ur­nar verða seldar av landi­num, fyri at onkur skal tjena skjót­ar pengar, men hevði ein ser­liga skemtiligan máta at siga tað uppá, sjálvt um hann meinti tað í rám­ asta álvara. Søgurnar um tann kar­ isk­mat­iska og sera ágrýtna vinnu­lívs­mann­in eru nógv­ ar og stutt­lig­ar. Tikin úr leik­um ljóð­kát­ur, litríkur og hitt­in­orð­að­ur skemtari. Og nú vit eru í gongd, kunnu vit taka ta klassisku við eis­ini, um dreingin, sum svøvn­písk­utur møtir Poul Mohr úti á Rundingi ein morg­un, tá klokk­an er far­in av átta. – Tú gamli, tú ert for­sein­ ir, hvess­ir Poul í hann. Og drong­ur­in svarar: – Tað rakar ikki teg, eg ar­ beiði slett ikki hjá tær! – Tað kann gera tað sama, tú ert for­sein­ir at­lík­a­væl! Sakn­ur verður í tær Poul, hvíl í friði! Mamma Matador fylti 101 Hackel obertur sang fyri, tá vitjandi í stutt­ leika­park­in Bakkanum í Klamp­en­borg nærindis ­Keyp­mannahavn heiðr­ aðu Lisu Nørgaard, sum fylti 101 ár hósdagin. Sólin skein so fag­ ur­liga yvir Korsbæk á Bakk­a­num, tá Mat­a­dor­ ri­t­høv­und­urin Lisa Nør­ gaard hátíðarhelt 101 ára føð­ing­ardagin. Lise Nørgaard kom koyr­andi í einum golf­ vogni. Hackel obertur leiddi Lisu Nørgaard upp á pall­in og helt eina stutta og fynd­uga røðu fyri 101 ára gomlu kvinnuni, sum hevði alla familjuna kring seg hendan vakra sunn­u­dag­in seinnapart. Lise Nørgaard skar sjálv føðing­ar­dags­køk­ una, sum var so vak­urt prýdd við navni henn­ ara. Síðani át fam­ilj­an morgunmat á rest­au­r­ ant Postgården. Poul Mohr á bedingini, tá klaksvíkstrolarin Skálaberg hjá JFK verður hálaður upp Poul Mohr á 80 ára føðingardegnum í 2009 saman við soninum Kjartan, sum doyði í 2016 Lise Nørgaard skar sjálv í køkuna í Mata­dor­ bý­num á Bakkanum í Klamp­en­borg í gjár. Hon fylti 101 ár hósdagin (Foto: Thomas Sjørup/Ritzau Scanpix)