Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68 Presturin í Hans Egede kirkju er úr Dali Borgny Brün­ings-Hansen er prestur hjá føroyska kirkjuliðinum í Keypmannahavn Dávur Winther Tekst og myndir Føroyska kirkjuliðið í Keyp­ manna­havn, sum fyrr helt til í Sam­uels­kirkj­uni, flutti í januar 2013 til Hans Eg­ede kirkju, ið liggur á horn­i­num Vord­ing­borg­gade-Varde­gade. Presturin fyri før­oyska kirkjuliðnum í Keyp­manna­ havn var í mong ár Bergur Jac­ob­sen, men seinastu tvey árini hevur Borgny Brün­ ings-Hansen verið prestur. Borgny er ættað úr Dali og er dótt­ir Oddvør og Jóanes Jo­hanne­sen. Útyvir at vera prestur í Hans Egede kirkju, vitj­ar Borgny eisini á Rík­is­sjúkr­ a­hús­i­num og á føroyska Sjúkl­ing­a­hot­ell­inum á Venøgade. – Eis­ini tekur hon sær av øðr­um líkn­andi vitj­ an­ar- og um­sorg­an­ar­tæn­ astum. Kirkjuráðsformaður fyri før­oyska kirkjuliðnum í Keyp­manna­havn er Martin Fjall­stein. Tey hava eisini ein dugna­ligan organist, Johan Sig­vard Jensen, sum hevur eitt gott kór, ið stuðlar væl und­ir felagssangin í kirkjuni. Eftir guðstænastuna í dag, varð, sum vanligt, boðið til eina hugnaløtu í einum síðu­bygn­ingi til kirkjuna við køk­um, kaffi og góðum práti. Hug­aligt var at hoyra tey sókn­ast eftir fólki, sum van­liga plagdu at vera við til guðs­tænastuna, men sum í dag ikki vóru við – kendist sum ein góð ”famlija”, ið held­ ur væl saman. Føroysk guðstænasta er tvær ferðir um mánaðin í Hans Egede kirkju. Borgny, prest­ur er fitt og fyrikomand, hó­lig av lyndi og hevur av góð­um grundum ein góðan og vakr­an málburð. Tó at tey byrjaðu at byggja kirkjuna í 1923, varð hon ikki liðug bygd fyrr enn í 1930. Ein hugnalig og ljós kirkja við góðari ljóð­góðsku og vakrari altarmynd – í kirkj­uni kunnu sita 240 fólk. Andrias Samuelsen, ættaður úr Hornabø, Tórshavn, andaðist á Boðanesheiminum, fríggjadagin 15. juni, 86 ára gamal. Mads Winther Egholm, úr Havn, andaðist í Søborg 14. juni, 46 ára gamal. Selma í Byrgi, ættað úr Søldarfirði andaðist mikudagin, 75 ára gomul. Finn Johannesen, kiropraktor, andaðist á Landssjúkrahúsinum 14. juni, 65 ára gamal. Helgi Rustin Olsen, Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 13. juni, 59 ára gamal. Andrias Dam frá Norðskála, andaðist týsdagin 12. juni, 76 ára gamal. Turid Alvilda Gjesing Hansen, fødd Jacobsen, ættað úr Hvalvík, búsitandi í Keypmannahavn andaðist týsdagin 12. juni, 87 ára gomul. Kirstin Rasmussen, úr Søldarfirði andaðist á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi 10. juni, 82 ára gomul. Arnhild Møllnitz, fødd Jensen, ættað úr Porkeri, andaðist í Hvidovre hósdagin 7. juni, 77 ára gomul. Jóhan Johansen úr Sandavági, vanliga nevndur Hanne, andaðist á Sýnuni leygardagin, 94 ára gamal. ANDLÁT SLAGIÐ VIÐ WATERLOO Í 1815 Hendan dagin í 1815 leið Napoleon endaliga ósigurin í tí so kenda »slagnum við Waterloo«, tá enski felt harrin Wellington og týski generalfeltmarskallurin Gebhard von Blücher vunnu á honum. Waterloo er belgiskur býur umleið 15 km sunnan fyri Brússel. Eftir ósigurin við Waterloo var Napoleon sendur í útlegd á oynni St. Helena í Suðuratlantshavi, har hann var restina av ævi síni. Helen og Terji á Roykheyggi, Saltangará, fingu 3. juni eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4140 gr. Joan Waag Høgnesen og Bárður Viberg Dam, Argir, gjørdust sunnudagin 13. mai foreldur at hesum fitta dreingi. Hann vigaði 4260 gr og var 53cm langur. VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN Borgny Brün­ings-Hansen er dótt­ir Oddvør og Jóanes Jo­hanne­sen í Dali. Hon er systir Jónleif Johannsen, løgtingsmann fyri Javnaðarflokkin Ágrýtin klaksvíkingur í Havn er nýggjur kringvarpsstjóri Kári Sólstein skal næstu tíð­ina røkja starv­ið sum stjóri í Kring­varpi Føroya, nú Jo­hnny í Grótinum fór úr starv­i­num Kringvarpsstýrið fer nú at søkja eftir nýggjum stjóra eitt ár eftir, at fráfarni stjór­ in varð áramálssettur í fimm ár. Tað tekur fleiri vikur at søkja, viðgera umsóknir og seta nýggjan stjóra, og hesa tíðina skal Kári Sólstein hava leiðslu­á­byrgd­ina í Kring­varpi­ num. Hann viðurkennir, at tal­ an er um fyri­bils­upp­gáva, og at hann fyrst og fremst skal hava skipið siglandi nú í summ­ar. Kári Sólstein er 43 ára gam­al og ættaður úr Klaks­ vík. Hann er sonur Katrin og Al­ex Sólstein, og hann er yngst­ur av fýra systkjum. Brøð­ur hansara eru Andras Sól­stein, sum er leiðari á Norð­oya Forn­minna­savni og er kendur úr almenna rúmi­ num, og Páll Sólstein, sum er yrkistónleikari á Konga­ liga Kapellinum í Keyp­ mannahavn. Systurin Birgit, sum starvaðist sum djóra­ lækni í Onglandi, doyði fyri nøkr­um árum síðani. Kári er gif­t­ur Anju Sólstein úr Havn, og tey eiga tvey børn. Tey búgva í Havn. Kári var sum ungur virkin í Klaks­víkar Sjónleikarfelag, og hann spældi í nógv ár við í Klaks­víkar Hornorkestri. Fyri ald­ar­sskiftið fór hann á Lær­ara­skúlan í Havn, og í lestr­ar­tíðini fekk hann til­ knýti til Útvarpið – hann var eisini verið partur av út­ varps­ar­beiði í Studio Pega­sus í Klaksvík. Fyrstu árini gjørdi Kári millum annað barna­ útvarp, og mong munnu minnast hann frá leik­lut­i­num sum tann snjalli Gís­mund­ur. Eftir at hann hevði tikið prógv sum lærari, fór Kári í starv í Kringvarpinum, og hann hevur starvast har síð­ ani. Hann hevur við sín­um á­grýtni havt nógvar og fjøl­ broyt­tar upp­gá­v­ur í Kring­ varp­i­num – serliga í útvarpi, men eisini í sjónvarpi, har hann stund­um hevur verið á skíggj­a­num, og stundum hev­ ur stílað fyri sendingum. Kári hevur tikið diplom­ út­búgv­ing í journalistikki, og í 2014 heiðraði Gransk­ing­ar­ ráð­ið hann við heiðursløn fyri góða miðling av gransk­ing – tað var serliga fyri út­varps­ send­ing­arnar »Vitan«. Kári hevur verið starvs­ fólk­a­umboð í kring­varps­ stýr­i­num, og nú heitti stýrið á hann um at taka við sum kring­varps­stjóri fyribils. Fyribilssetti kringvarpsstjórin hevur tikið diplom­út­búgv­ing í journalistikki, og í 2014 heiðraði Gransk­ing­ar­ráð­ið hann við heiðursløn fyri góða miðling av gransk­ing – tað var serliga fyri út­varps­send­ing­arnar »Vitan« Mynd: Álvur Haraldsen