mánadagur 18. juni 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú Anna Thomsen og
Dánjal Eysturstein fara frá
sum lærarar, verður skipað
fyri almennum fráfaringar
haldum, ávikavist 20. juni í
Gøtu skúla og 21. juni í
Leirvíkar skúla.
Ferðavinn
upolitikkur
undir lupp
á Tvøroyri
Tað er í annaðkvøld, at Tvøroyrar býráð
fer at skipa fyri almennum fundi um
ferðavinnupolitikkin hjá kommununi
Vilmund Jacobsen
Í eina tíð hevur Tvøroyrar býráð
arbeitt við einari tilgongd um at
menna ferðavinnuna í kommununi.
Ein partur av tilgongdini hevur
verið at seta út í kortið ein ferða
vinnupolitikk fyri at kunna leggja
støði undir raðfestingum og átøk
um næstu árini.
Tvøroyrar býráð samtykti ann
ars ferðavinnupolitikkin á býráðs
fundi hin 14. juni í ár.
Fundur í morgin
Týsdagin 19. juni, sum er í morgin,
fer Tvøroyrar býráð at leggja ferða
vinnupolitikkin fram fyri borgar
um og vinnulívi í kommununi.
– Á fundinum verður greitt
frá ætlaðu tilgongdini, sum er
at skipa fyri tiltøkum og menn
ingartilboðum fyri ferðavinnuveit
arum, bæði teimum sum eru og
teimum, ið kundu hugsað sær at
byrja virksemi innan ferðavinnu.
Fundurin á Tvøroyri verður í so
nevnda ”skúlagarðinum” í Trongis
vági, og hann byrjar klokkan 19.00.
Tað verður borgarstjórin í Tvør
oyrar kommunu, Kristin Michel
sen, sum fer at bjóða vælkomin,
og síðan fara Theresa Turidar
dóttir Kreutzmann og Ingibjørg
Berg, CommIT, at greiða frá hes
um evnum 1) Ferðavinna á Tvør
oyri
-
framtíðar
avbjóðingar,
2)
Ferðavinnupolitikkurin
hjá
Tvøroyrar
kommunu
og
3) Tiltøk í heyst fyri verandi
ferðavinnuveitarum og teimum,
sum hugsa um at byrja virksemi
innan ferðavinnu.
Siga sína hugsan
At enda á fundinum verður eisini
høvi hjá fundarluttakarum at
seta spurningar og koma við
viðmerkingum og íkasti til arbeiði,
sum Tvøroyrar kommuna nú er í
holt til tess at menna ferðavinnuna
í kommununi.
- Øll eru hjartaliga vælkomin á
fundin, og vit vóna, at undirtøkan
verður góð, siga tey í Tvøroyrar
kommunu.
Hvussu skal
økið skipast?
Vilmund Jacobsen
Í morgin, týsdagin klokkan 17,
verður almennur ástaðisfund
ur um økið framvið sjóvarmál
anum í Syðrugøtu – frá Køsti
num, tey rópa og allan vegin út
á bryggjuna.
Fundurin byrjar í niðaru
hædd í Valhøll við stuttum
framløgum hjá Honnu Jensen,
Páll Gregersen og Ósbirna Jac
obsen.
– Vit vilja hoyra, hvat borg
arar og onnur áhugað hava av
hugskotum og hugsanum um,
hvussu hetta økið í framtíðini
skal skipast. Her verður hugsað
um frítíðarvirksemi, vinnu og
ferðavinnu og ymiskt annað,
sum viðkemur bygdarlívinum.
Í Eysturkommunu siga tey,
at øll eru vælkomin at senda
inn hugskot ella viðmerkingar,
bæði fyri og eftir ástaðisfund
in, tó í seinasta lagi týsdagin
hin 3. juli.
SAKSUN: Bøndurnir í Saksun ynskja
sjálvir at menna ferðavinnutilboð
inni á teirra festijørð, og Sunda
kommuna hevur góðar vónir um,
at Saksun fer at gerast ein væl
skipað bygd innan ferðavinnu.
136 metrar í síðstu viku
Nú eru 5.810 metr
ar av tilsamans
11.250 metrum
boraðir og sprong
dir av Eystur
oyartunlinum
Vilmund Jacobsen
Tað hevur gingið væl hjá NCC at
bora og spreingja í seinastu viku,
og tilsamans vaks tunnilslongdin
hesa vikuna við 136 metrum, sum
má sigast at vera ein rímiliga góð
vika.
Seinastu vikuna vórðu 88 metr
ar sprongdir á Hvítanesi, og her
eru teir nú komnir 2.807 metrar
norðureftir.
Úr rundkoyringini undir Salt
nesgrynnuni og suður móti Hvíta
nesi vórðu 20 metrar sprongdir í
síðstu viku, og her eru teir nú
komnir 787 metrar suðureftir.
At enda vórðu 28 metrar borað
ir úr rundkoyringini móti Tofta
landinum, soleiðis at teir nú eru
komnir 591 metrar móti Saltnesi.
Samanlagt eru nú 5.810 metr
ar av tilsamans 11.250 metrum
boraðir og sprongdir í Eysturoy
artunlinum.
– Øll eru hjartaliga vælkomin á fundin, og vit vóna, at und
irtøkan verður góð, siga tey í Tvøroyrar kommunu, sum
í annaðkvøld skipa fyri fundi um ferðavinnu
Mynd: Turið V. í Dali