Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ICES mælir til, at kvotan av toski verður meira enn tvífaldað komandi ár Árni Gregersen arni@sosialurin.fo Í mong ár hava vísindaligu til­ráð­ing­ar­nar til, hvussu stór tosk­a­veiðan skal vera á landg­runninum, verið lækk­ andi. Stovnurin hevur verið so lág­ur og so ila fyri, at í fleiri ár hava bæði Havstovan og ICES mælt til at seta serlig til­tøk í verk fyri at tryggja, at stovnurin kom uppaftur á eitt støði, so hann verður sjálv­berandi. Í ár er støðan broytt. Tilráðingarnar frá ICES mæla til, at loyvt verður at fiska duput so nógv tons av toski komandi ár, sum mælt var til í 2018. ICES sigur, at tað er rá­ðiligt at fiska 10.180 tons av toski næsta ár. Tilráðinganar hjá ICES byggja á vísindaligar kann­ ing­ar, sum verða gjørdar av Hav­stovuni. – Ja, vit eru samd við teim­ um tilmælum, sum ICES ger. Tað byggir á tey data, sum vit hava savnað við yv­ir­lits­ trol­ing­um og tað er í tráð við, hvussu vit eisini meta støð­ una, sigur Petur Steingrund, av Hav­stovuni. ICES mælir til, at veiðan av toski í 2019 kann vera í mesta lagi 10 180 tons og hetta er gott og væl ein tví­ fald­ing samanborið við til­ mæl­ið í fjør. Gýtingarstovnurin av toski er í spakuligum vøkstri og er nú komin upp um tað á­taks­krevj­andi markið ella MSY Btrigger, sum er tað niðara markið fyri gýt­ing­ar­ stovn­in, tá tiltøk verða sett í verk. Veiðitrýstið á toski er mink­að tey síðstu árini, men hetta kemst serliga av, at toskurin tekur ikki líka væl línu, tá nógv er at fáa av náttúruligari føði. Til­gongd­ in hjá toski hevur verið undir miðal frá 2009-2015, men 2016 og 2017 árgangirnir eru mett­ ir til at vera yvir miðal. Eitt sindur meira av hýsu Meðan altjóða stovnurin mæl­ir til, at vit kunnu fiska dupult so nógv av toski, so er fram­gongd­in ikki so ógvuslig við hýsuni. Hýsan hevur verið und­ir minst líka so hørðum veið­ u­trýsti, sum toskurin, men hon er ikki komin líka so væl fyri seg, sum toskurin. ICES mælir kortini til, at mest loyvda veiða hækkar 11 pro­sent í mun til í ár og tað vil siga, at vit kunnu veiða góð 5000 tons av hýsu næsta ár. Gýtingardstovnurin av hýsu er vaksin og er farin upp um tað, sum ICES heldur er so lágt, at serlig átøk mugu set­ast í verk. Hýsustovnurin hevur sein­astu 10 árini ligið undir mark­inum, sum ger, at serlig átøk mugu setast í verk, men nú er stovnurin farin upp um tað markið. Hesin vøksturin í gýt­ ing­ar­stovninum er serliga or­sakað av nýggjum ár­gang­ um, sum eru mettirl at vera væl yvir miðal og tí er mið­ al­longd­in í stovninum ikki so høg. Tilgongdin hevur tey síðstu árini verið út av lagi ván­alig, men sum við toski, so bróta 2016 og 2017 ár­gang­ ir­nir burt­urfrá og eru mettir til at vera væl yvir miðal. Minni av upsa Meðan tilmælini til, hvussu nógv­ur toskur og hvussu nógv hýsa kunnu takast úr stovn­inum, eru tann positiva veg­in, so er støðan eitt sindur øðr­vísi við upsanum. ICES mælir til, at ikki verð­ur fiskað meira enn 27.280 tons. Tað er ein nið­ur­ gongd uppá 22 prosent í mun til tilmælið fyri 2017. Orsøkin er, at tilgongdin av upsa í ár er undir miðal og at veið­u­trýstið framvegis er hægri enn tað, sum er mett at geva tað bestu tilgongdina upp á longri sikt. – Men vit vita, at tað er meira torført at seta tøl á fyri upsa, tí tað er ein fiskur, sum eitt sindur kemur og fer. An­nað­hvørt er hann á okkar leið­um ella er hann burturi, sig­ur Petur Steingrund, Hav­ stov­an. Seinasta ráðgevingin sum er komin, byggir eis­ini á, at vistskipanin á land­grunn­ i­num er nátúrliga góð og he­ vur verið tað seinastu árini. GÓÐ ÚTLIT FYRI VEIÐU AV TOSKI NÆSTA ÁR Petur Steingrund, Havstovan, er samdur við tilmælini, sum ICES hevur gjørt fyri næsta ár Línuskipini undir Føroyum, so sum Kambur, og hini skipini, sum fiska tosk kunnu fiska dupult so nógv næsta ár