mánadagur 18. juni 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað er einki, sum í løtuni á nakran
hátt bendir á, at HB ikki fer at
vinna FM. B36 hevði knívin á
barkanum í gjár, men tað var HB,
sum streyk avstað við sigrinum.
Harvið hevur HB vunnið ellivu
landskappingardystir á rað. Nú eru
teir svørtu og reyðu av álvara farnir
at nærkast metinum, sum grannar
nir settu í 2001, tá ið teir á veg ímóti
FM heitinum vunnu trettan ferðir
á rað.
Fyrsta metið verður sjálvandi, at
talan verður um 23. FM heitið. HB
setir met hvørja ferð felagið vinnur
FM.
Væl upplagda HB er eisini í holt
ur við at taka onnur met frá grann
unum. Tá ið B36 vann FM í 2011, var
tað við 67 stigum. So stóra úrtøku
hevur einki meistaralið megnað –
hvørki fyri ella síðani. Eftir fjúrtan
umfør hevur HB 37 stig ella fleiri
stig í miðal fyri hvønn dyst, enn
B36 megnaði fyri sjey árum síðani.
Tá ið B36 í 2005 vann FM, fóru
tað bara seytjan mál ígjøgnum. So
fá mál eru ikki farin ígjøgnum hjá
nøkrum liði, síðani kappingin varð
víðkað til at fevna um 27 umfør.
Higartil er bólturin bara farin
níggju ferðir ígjøgnum hjá Teiti
Matras Gestsson í HB málinum,
og í gjár var kappingin meiri enn
hálvrunnin.
Heimir Guðjónsson og HB hava
altso kós móti FM og trimum met
um. Serliga merkisvert er hetta, tá
ið tað verður havt í huga, at teir
fýra, sum vórðu roknaðir at vera
bestu boðini at manna fremstu ódn
irnar, ikki eru tøkir – Teit Jacobsen,
Aleksandar
Stankov,
Sebastian
Pingel og so Jógvan Skeel Nolsøe,
sum hevur verið meiri við enn hinir
tríggjar, men sum síðstu vikurnar
hevur verið skaðadarvaður.
Páll bjargaði avbjóðaranum
Suðringara – KÍ 0-1
Fimm stig frá HB er KÍ, sum í løtuni
er næsti avbjóðarin hjá toppliðn
um. Páll A. Klettskarð skoraði bein
anvegin í Trongisvági – hetta var
100. ferðin, at hann skoraði fyri
barndómsfelagið – og tað eydnaðist
KÍ at halda tørn um leiðsluna. Har
við hava klaksvíkingar vunnið fýra
ferðir á rað við samantalda mál
muninum 9-1.
Næst við at fáa mál vóru Suðr
ingar, tá ið Heri Kjærbo í seinna
hálvleiki og eftir horna sendi bóltin
í stólpan.
-Vit eru fegnir um sigurin, sum
vit kenna var meiri sannførandi,
enn tølini siga. Vit høvdu bóltin
meiri enn heimaliðið, og vit vóru
fleiri ferðir tætt við at økja um
leiðsluna. Eitt nú hevði eg sjálvur
ein góðan møguleika, sigur Jóannes
Bjartalíð.
Hann var á beinkinum í fyrra
hálvleiki, men varð skiftur inn bein
anvegin eftir hvíldina.
Suðringar løgdu meiri dent á
verjupartin, og so dúvaðu teir upp
á møguleikan at fara í mótálop.
-Eg kann ikki vera annað enn
nøgdur við hugburðin og avrikið
hjá mínum monnum. Tá ið so
nógv mál eru farin ígjøgnum, er
tað neyðugt at binda um í verjuni,
og tað gjørdi vit. Vit høvdu onkrar
støður, men vit mugu ásanna, at
vit eru ikki nóg neyvir á síðsta trið
inginum, tá ið tað ov ofta endar við
skeivum avgerðum, sigur Glenn
Ståhl, venjari hjá Suðringum.
NSÍ er langt frá toppinum
NSÍ – Víkingur 1-2
2-1 tapið á eystanstevnu ímóti
grannunum í Víkingi kostar NSÍ
nógv í stríðnum fyri at vera við í
kappingini um FM.
Nú eru tað níggju stig frá NSÍ
og fram til HB, og tað eru seks stig
fram til næstfremsta plássið.
Hugburðurin var ikki sannfør
andi hjá heimaliðnum við Løkin.
Hóast tað miðskeiðis í seinna hálv
leiki eydnaðist at minka um munin,
tá ið Elias Lervig, sum hesa ferð var
vongverji í høgru, gjørdi sjálvmál,
eftir at Árni Frederiksberg hevði
lagt innfyri við frísparki, so kendist
tað ongantíð vera vandi fyri, at
heimaliðið fór at javna.
Frá fyrsta bríksli vunnu víking
arnir nærdystirnar, og leiðslumálið
hevði leingi ligið í luftini, áðrenn
miðverjin Adrian Cascaval umsetti
til mál, eftir at Hanus Jacobsen
hevði lagt innfyri við horna.
Beinanvegin eftir steðgin økti
Gunnar Vatnhamar um leiðsluna.
Aftur átti Hanus Jacobsen upp
leggið. Hesa ferð var tað við frí
sparki.
So gekk tað fyri seg eftir treyt
unum hjá væl uppløgdu víkingun
um.
Sigfríður Clementsen, sum aftur
er í venjarasessinum hjá Víkingi, er
sera væl nøgdur:
-Fyrra hávleik spældu vit væl, og
eftir steðgin stóðu vit okkum væl í
nærdystunum, sum vóru nógvir, tí
NSÍ støðugt royndi seg við longum
sendingum. Tikið samanum var
okkara avrik fyrimyndarligt. Vit
hava arbeitt miðvíst í fjúrtan dag
ar, og nú situr nógv av tí, sum skal
rigga, um vit skulu hugsa um at
vinna. At vit nú eru bara trý stig
frá møguleikanum at røkka sessi,
sum ber altjóða luttøku við sær,
motiverar okkum nógv, sigur Sig
fríður Clementsen.
Stevnudysturin
var
steypa
dystur. Heimamenninir vóru so
vónbrotnir, at tað var bara liðfor
maðurin, Árni Frederiksberg, sum
var hjástaddur, tá ið borgarstjórin
handaði gestunum steypið.
-Vit mugu bara staðfesta, at
hetta var ikki okkara dagur. Teir
løgdu nógv betri fyri og løgdu seg
framum. Eftir steðgin ætlaðu vit, at
tað skuldi verða heilt øðrvísi, men
tá var tað vátur vøttur í andlitið, at
teir øktu beinanvegin um leiðsluna,
sigur Árni Frederiksberg.
Arnbjørn eg framvegis
gull verdur
EB/Streymur – 07
Vestur 2-1
Arnbjørn Hansen var gull verdur,
tá ið EB/Streymur var á toppinum
og vann FM bæði í 2008 og 2012 og
tryggjaði sær løgmanssteypið í
2007, 2008, 2011 og 2012.
Dagsskráin er ein onnur hjá EB/
Streymi nú, enn hon var gullárini,
og Arnbjørn Hansen er ikki tann
sami, sum hann var fyri nøkrum
árum síðani.
At tað framvegis er ikki frítt av
málrevi í gamla toppskjúttanum
sást í Hólmanum í gjár. Arnbjørn
varð skiftur inn, tá ið tað restaðu
tjúgu minuttir, og støðan var 1-1.
Eitt korter seinni skoraði Arn
bjørn Hansen sigursmálið, sum
bar við sær, at EB/Streymur vann
fyrsta heimadystin síðani 11. mars.
-Vit spældu fínt í fyrra hálvleiki,
tá ið Pætur J. Petersen skoraði. Vit
halda, at vit áttu at havt skorað
fleiri mál. Eftir steðgin vóru vit
ikki fokuseraðir, og tað kostaði, at
vit fyri tað mesta runnu aftaná. So
settu vit Arnbjørn Hansen á vøllin,
og hann skoraði, eftir at Pætur J.
Petersen hevði víst fínt avrik, sigur
EB/Streyma venjarin Heðin Ask
ham.
Gilli Samuelsen, sum er á veg
úr 07 Vestur og aftur í barndóms
felagið B36, javnaði fyri 07 Vestur.
-Vit fótaðu okkum væl, eftir at
EB/Streymur hevði lagt seg fram
um. Samanspælið riggaði, og vit
megnaðu at fáa tyngd í á síðsta
triðinginum. Eftir steðgin var tað
uppaftur betri hjá okkum, men tí
verri megnaðu vit ikki at skora, og
so skoraðu teir eftir kontraspæl,
sum teir eru so sera góðir til, sigur
07 Vestur venjarin Pauli Poulsen.
Søtur sigur á Skála
Skála – AB 2-0
Tað var bæði fagnaður og lætti
NÚ ER TAÐ BARA
HÓMAR HB
At HB als ikki kiksar ber við sær, at spurningurin nú meiri er,
nær næstu avbjóðararnir, sum í gjár vunnu tepran sigur, fara at
missa, heldur enn at fjarstøðan frá KÍ og til toppin fer at tódna
JOHN REID NYBO VÍKINGUR:
Ein deiligur sigur, gev okkum fleiri av hasum!
Hattar var nú kanska eitt sindur ivasom
mótstøða men vit eru klárir!
Drívi á dreingir!
WLYV
JAN BOLSTAD ANTHONIUSSEN NSÍ:
Víkingur hevur tapt seinastu tvær
eystanstevnurnar, so vissi nakað, so boðar
tað bara frá góðum hjá okkum.
Vit mosa víðari!
Góðir!
JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN:
At tapa tepurt ímóti KÍ er ongin skomm.
Men okur mangla stig, og tey mugu koma
leygardagin. So er Jóansøkan bjarga!
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB:
"Tað var ein fagran summardag"... og tað
var so tað. Koyr á KÍ fyrsta deild.
TERJI TORBEIN MAGNUSSEN HB:
FANTASTISKT!!! Kríggj, blóð og vilji, og VIT
VUNNU!! Deiligt at vit svara aftur uppá
hatta skitna spælið frá teimum við stáli!!