mánadagur 18. juni 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Hálvur føroyingur í Superliguni
Hálvføroyski Mads Boe Mikkelsen skiftir
til Vendsyssel FF í donsku Superliguni.
Sonni Ragnar Nattestad gjørdi um seg
í norskum fótbólti, og tað sama gjørdi
paratriathleturin Hávard Vatnhamar
í stórari kapping í Fraklandi.
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Hálvføroyski Mads Boe Mikkelsen
hevur skrivað undir sáttmála við
nýklakta superligafelagið, Vend
syssel FF. Tað skrivar Vendsyssel FF
á heimasíðu sínari. Mads er 18 ára
gamal, og hann hevur seint spælt
við U19-liðnum og eykaliðnum hjá
AGF. Hann hevur føroyska mammu
og hevur áður spælt 13 dystir fyri
U17-landsliðið hjá Danmark. Vit
hava hildið eyga við Mads í eina tíð,
og hann passar perfekt inn í okkara
umhvørvi. Hann er framsøkin,
talentfullur,
heilhjartaður
og
ótrúliga stríðshugaður, og so er
hann eisini ein dugnaligur trýst-
spælari við góðum álopskendum
amboðum, sigur venjarin hjá Vend
syssel FF, Jens Berthel Askou, við
heimasíðuna hjá felagnum.
Sonni Ragnar Nattestad og teir í
Aalesund halda fram við at stevna
ímóti norsku Elitseriuni, eftir at
teir í gjár vunnu 2-1-sigur á útivølli
ímóti Sandnes Ulf. Sonni Ragnar,
sum er útleigaður úr Molde, átti
sín stóra lut í sigrinum. Hann
gjørdist nevniliga sigursharri við at
gera 2-1-sigursmálið. Hetta var eitt
gott korter fyri leiklok. Ári Mohr
Jónsson er vanliga í hópinum hjá
Sandnes Ulf, men hann var ikki við
hesaferð vegna skaða. Aalesund
er oddalið í OBOS-deildini, sum
næstbesta deildin eitur. Teir eru
fýra stig frammanfyri Sogndal og
Mjøndalen. Sandnes Ulf hevur áð
ur ligið ovarliga, men eftir fýra tap
á rað eru teir nú dotnir aftur á 8.
pláss.
B71 hevur fingið ein nýggjan
útlending í hópin. Talan er um
Frantzly Zephirin úr Kanada, sum
tó hevur umboðað landsliðið hjá
Haiti av tí at pápi hansara er hað
ani. B71 skrivar, at hann er høgri
bakkur, men kann tó eisini flytast
fram á høgra vong. Hann er komin
til landið og spældi eisini við, tá ið
B71 leygardagin tapti 2-1 á heima
vølli ímóti Víkingi. Ein annar út
lendingur, sum hevur verið í hóp
inum hjá B71, Bakary Bojang, er av
persónligum orsøkum farin aftur
til Danmarkar.
Eisini TB/FCS/Royn fær styrk
úr útlandinum. Talan er um
Pape Mamadou Faye, sum er
føddur í Senegal, men hevur pass
heimahoyrandi í Íslandi, har hann
hevur búð síðani hann var 11 ára
gamal. Tað er bolt.fo, sum skrivar
hesi tíðindini. Heimasíðan skriv
ar, at sáttmálin enn ikki er undir
skrivaður, men Julius Vest Joensen,
formaður í FC Suðuroy, sigur við
síðuna, at sáttmálin helst verður
undirskrivaður í næstum. Pape
Mamadou Faye er 27 ára gamal
álopsleikari, og hann hevur áður
skotið fýra mál í átta dystum fyri
íslendska U19-landsliðið.
HONDBÓLTUR
Hondbóltssamband Føroya hevur
sett ein kropsligan venjara í starv,
sum skal leggja eina langtíðarætlan
til tess at tryggja, at leikararnir
mennast optimalt. Hetta skrivar
Hondbóltssamandið á heimasíðu
sínari, og maðurin, ið er settur í
starvið, er Heri Ziska. Hann hevur
áður verið knýttur at ymiskum
hondbóltslandsliðum í styttri tíðar
skeið, eitt nú U21-landsliðnum und
an luttøkuni í HM í Algeria. - Fyri
at fáa betri hondbóltsspælarar
og at kunna spæla upp móti
størri hondbóltstjóðum og fáa
betur úrslit, mugu vit ásanna, at
fysikkurin má mennast hjá spæl
arunum. Starvsnevndin í HSF
hevur tí valt at hava Hera sum
fastan part av føroyskum hond
bólti, har hann fer at taka sær av
kropsligu venjingunum hjá lands
liðunum. Hann fer eisini at leggja
feløgunum lag á, um tey hava tørv
á tí, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna
í HSF. - Mín uppgáva verður at
gera spælararnar størri, sterkari
og kvikari. Við teimum yngru verð
ur høvuðsuppgávan at byggja tey
stillisliga upp, meðan tað hjá teim
um eldru verður at byggja víðari
upp á styrkina, sigur Heri Ziska.
SVIMJING
Starvsnenvdin í Svimjisambandi
Føroya hevur úttikið sjey eyka
svimjarar til altjóða kappingarnar
EM fyri vaksin, EM fyri ung og NM
fyri ung, sum vera seinni í ár. Hesir
svimjarar sleppa við hóast teir
ikki kláraðu kravtíðirnar, tá ið teir
svumu FM í langgeil fyri einari viku
síðani. Endaligu hóparnir eru tískil
mannaðir. EM fyri vaksin: Signhild
Joensen (Ægir), Óli Mortensen
(HS), Alvi Hjelm (HS) og Vár E.
Eidesgaard (HS). Til EM fyri ung:
Alisa Vestergård (SuSvim), Sára R.
Nysted (SuSvim), Rani Jacobsen
(SuSvim), Johan Nónskarð Dam
(HS), Vár Erlingsdóttir Eidesgaard
(HS), Rókur Trygvason (Ægir) og
Rebekka Trygvadóttir (Ægir). Til
NM fyri ung: Alisa Vestergård
(SuSvim), Bartal Debess (SuSvim),
Bartal Erlingsson Eidesgaard (HS),
Eyðrið Mortensen (HS), Høgni Hoy
dal Thomassen (HS), Johan Nón
skarð Dam (HS) Kristina í Skála
(HS), Elisabeth Erlendsdóttir (HS),
Martin Vágseið Sivertsen (Ægir),
Rebekka Trygvadóttir (Ægir) og
Jonna Joensen (Ægir).
TRIATHLON
Hávard Vatnhamar vann í gjár
bronsuheiðursmerki í 2018 Besan
con
ITU
Paratriathlon
World
Cup í Frankarríki. Hetta er aðru
ferð, at Hávard luttekur í hesari
stevnuni, og aðru ferð at hann
er millum tríggjar teir fremstu í
altjóða kapping. Kappingin er liður
í royndini at vinna sær atgongd til
Paralympisku leikirnar, og er hetta
eitt stórt stig á leiðini. Í 2017 gjørdist
Hávard nummar 9 í somu kapping,
so sigast má at pílarnir peika rætt
an veg. Hetta skrivar Parasport Før
oyar. Hávard er eisini sjálvur væl
nøgdur við avrikið. - Avgjørt besta
avrikið higartil, skrivar hann stutt
og greitt á facebook.