mánadagur 18. juni 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tijana Mohammed B71 11
Símin Hansen B71 9
Steffan Løkin NSÍ 9
1.DEILD: Tað er ikki so lítið sannlíkt, at meiri enn helmingurin
av liðunum í bestu deildini næsta ár vera úr Eysturoy
Jóannes Hansen
Hetta umfarið lagaði seg heilt væl
fyri teir í Fuglafirði og teir á Toft
um. At NSÍ mikukvøldið tapti
kommunuuppgerðina á Skála, bar
møguleika við sær fyri, at bæði ÍF
og B68 leygardagin skuldu styrkja
um møguleikan at vinna uppflyt
ing.
ÍF og B68 tóku av. Fuglafirðingar
vunnu
væntaða
stórsigurin
á
heimavølli ímóti teimum næst
bestu hjá Suðringum. Og B68 vann
á Svangaskarði ímóti teimum næst
bestu hjá HB, sum ofta hava argað
toftamenn.
B68 vann 2-1. Hetta var sætti B68
sigurin við einum máli, og hann
var kærkomin, eftir at samlaða
úrtøkan tríggjar tær undanfarnu
ferðirnar bara var eitt stig.
Nógv ferðsla í Eysturoy
Síðani undan kappingarbyrjan hev
ur tað ligið í kortunum, at í hvussu
so er annað av feløgunum í Eyst
uroy – ÍF og B68 – fór at vinna upp
flyting. Um tað fóru at vera bæði
ella bara annað hevur valdast,
um næstbestu liðini hjá KÍ og NSÍ
megna at halda tørn um støðuna í
toppinum.
KÍ tykist vera rættiliga væl fyri
og støðugt í avrikunum, meðan
spurnartekin kanska kann setast
við, hvussu tað verður hjá NSÍ.
Tað skal lítið til, at ÍF og B68
enda
á
heiðursmerkjaplássum.
Tann endastøðan fer at bera við
sær, at tvey lið fara at flyta niður
úr bestu deildini.
Gongdin higartil og úrslitini
higartil benda á, at AB og 07 Vest
ur fara at flyta niður. Hetta verður
sagt við tí fyrivarni, at tað áður er
komið fyri, at AB eftir summar
steðgin hevur avrikað tað, sum
eingin hevði ímyndað sær at liðið
fór at megna.
Um AB og 07 Vestur enn einaferð
fara tungu leiðina niður at venda,
og ÍF og B68 harvið endurvinna
sessirnar í bestu deildini, so fer
Eysturoy aftur at eiga meiri enn
helmingin av liðunum í bestu deild
ini.
Í ár spæla fýra lið teirra heima
dystir í Eysturoy – EB/Streymur,
Víkingur, NSÍ og Skála – og møgu
leiki er altso fyri, at ÍF og B68 næsta
ár fara at leggjast aftrat.
TAÐ KANN VERÐA
UPPAFTUR MEIRI
Í EYSTUROY
1.DEILD
KÍ – Giza Hoyvík
4-1 (2-1)
1-0: Dávid Langgaard 7.
1-1: Niklas Fríði Jacobsen 14.
2-1: Dávid Langgaard 26.
3-1: Eivin Sørensen 65.
4-1: Kristoffur Jakobsen 90.
ÍF – Suðringar 8-1 (5-0)
1-0: Jan Ó. Ellingsgaard 16.
2-0: Jan Ó. Ellingsgaard 19.
3-0: Andy Ó. Olsen 26.
4-0: Jóhan Petersen 27.
5-0: Jan Ó. Ellingsgaard 43.
6-0: Bergtór Thomsen 54.
7-0: Dánjal Pauli Højgaard 80.
8-0: Sunnvar Hansen 91.
8-1: John Marni Lindenskov 92.
B68 – HB 2-1 (2-1)
1-0: Sveinur Justinussen 23.
2-0: Karstin Clementsen 35.
2-1: Niklas Kruse 36.
Mikukvøldið
Skála – NSÍ 5-2 (2-0)
1-0: Nenad Saric 30.
2-0: Jákup Johansen 42.
3-0: Jákup Johansen 58.
4-0: Poul N. Poulsen 76.
4-1: Sjúrður Pauli Nielsen 84.
4-2: Steffan Løkin 87.
5-2: Jóhan Johansen
Fríggjakvøldið
B71 – Víkingur
1-2 (1-2)
1-0: Símin Hansen br 10.
1-1: Finnbjørn Hansen 23.
1-2: Magnus Heinason 43.
KVINNUR
KÍ – HB 1-1 (1-0)
1-0: Gudny Johannesen 49.
1-1: Julia Naomi Mortensen 55.
ÍF/Víkingur –
B36 4-2 (1-0)
1-0: Hanna Højgaard 17.
2-0: Jacoba Langgaard 52.
2-1: Marjun Danielsen 54.
3-1: Arnborg Lervig 55.
3-2: Emma Hansdóttir 84.
4-2: Jacoba Langgaard br 93.
B68 – EBS/Skála
2-8 (1-4)
0-1: Margunn Lindholm 7.
0-2: Margunn Lindholm 24.
0-3: Lea Lisberg 28.
0-4: Ansy Sevdal 36.
1-4: Unn Hvidbro 41.
1-5: Lea Lisberg 47.
2-5: Rúna Olsen 58.
2-6: Ansy Sevdal 65.
2-7: Margunn Lindholm 68.
2-8: Rakul Vesturdal Magnussen
71.
HB helt tørn
KVINNUR: Tað eydnaðist ikki KÍ
at vinna seg nærri toppinum
Seinnu árini hevur HB havt
takið á KÍ. Í gjár var HB gestur í
Klaksvík. Fyri vánirnar hjá heima
liðnum at fáa fatur í toppinum
var tað týdningarmikið at vinna.
Hóast KÍ í fyrra hálvleiki var
omaná, so eydnaðist tað ikki at
skora mál, og tað eydnaðist held
ur ikki at vinna.
Úrslitið var 1-1, og harvið er
HB framvegis topplið – trý stig
frammanfyri
KÍ.
Gudny
Jo
hannesen legði KÍ framum við
stútara eftir horna úr vinstru, og
Julian Naomi Mortensen javnaði
við rimmar frísparki úr 30 metr
um. Bólturin fór umvegis tvør
træið í málið.
EBS/Skála
er
næstfremst
– eitt stig aftanfyri HB. Í gjár
var felagslilðið gestur á Svanga
skarði, har gestirnir vunnu 8-2.
Fyrrverandi B68 spælarin, Marg
unn Lindholm, skoraði trý at
málunum hjá EBS/Skála.
Felagsliðið
hjá
teimum
í
Fuglafirði og í Eysturkommunu
hevði í Fuglafirði vitjan av B36,
sum fór suður aftur við 4-2 tapi.
Hóast tapið lyfti B36 seg av
aftasta plássi, sum B68 datt aftur
á eftir stóra tapið ímóti meist
arunum í EBS/Skála.
Tvey umfør eru eftir undan
summarsteðginum.
Næsta sunnudag sær skráin
soleiðis út: B68 – HB, B36 – EBS/
Skála og ÍF/Víkingur – KÍ.
Heidi Sevdal HB 11
Milja R. Simonsen HB 9
Rannvá B. Andreasen KÍ 9
Máltindurin:
Máltindurin: