Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SÚKKLING Teitur M. Gestsson, HB Átti eitt boð upp á ársins bjarging í fyrra hálvleiki, og spældi annars sannførandi allan dystin. Jóannes Danielsen, KÍ Spældi sannførandi í Trongisvági, har hann eisini átti uppleggið til avgerandi málið. Hann spældi sum vongbakkur og er í holt við sítt gjøgnumbrot sum spælari Adrian Justinussen, HB Fyrsti maður á liðnum hesa vikuna. Skoraði tvey góð mál í sigrinum á B36. Bæði vóru góð á sín hátt, men toppskjúttin ger eisini sínar skyldur sum spælari á vøllinum. Flott avrik! Magnus Egilsson, HB Tekur seg fram fyri hvønn dyst hann spælir. Er tryggur á bóltinum og átti frálíkt upplegg til avgerandi málið Sølvi Vatnhamar, Víkingur Var sjónligur á miðjuni hjá Víkingi, har hann aftur vísti gott spæl. Hóast hann hvørki legði upp ella skoraði, so átti hann stóran lut í sigrinum hjá Víkingi Páll A. Klettskarð, KÍ Skoraði sítt mál nummar 100 fyri KÍ í landskappingini, sum eisini var avgerandi málið í 1-0 sigrinum á Suðringum. Pílurin peikar rættan veg hjá liðskiparanum hjá KÍ Sigfríður S. Clementsen, Víkingur Avrikið í Runavík er sannførandi. Tað verður ikki hugsað um framtíðina, tá Geza Turi sum 44 ára gamal verður settur í málið, men tað sæst at venjarin hevur pilkað við liðið, tí nú líkist tað aftur tí gamla. Atli Gregersen, Víkingur Er í tveimum førum líka við at skora og er annars ein verjuskansi, tá Víkingur vinnur 2-1 á NSÍ. Filip Djordjevic, Víkingur Spældi sum vit kenna hann best. Við nógvari orku, var ágangandi og gjørdiu tað, sum skuldi til, tá nógv stóð á seinastu løtuna Lukasz Cieslewicz, B36 Stóð sterkur í myndini hjá B36, har hann millum annað skoraði málið, men tað var serliga stríðsandin og evnini at fáa okkurt burturúr við bóltinum, sum vinna hann á liðið Edvin Jakobsen, Skála Spældi yvir miðal, tá Skála vann 2-0 á AB. Fekk brotssparkið, sum gjørdi at Skála fekk luft í fyrra hálvleiki. Lasse Andersen, HB Var sannføørandi í verjustøðu hjá HB. Megnaði at vinna nærdystirnar við Kaimar Saag, sum seinni bleiv útskiftur. Veksur við uppgávuni. 14. umfar: HB, KÍ og Víkingur vunnu týdningarmiklar sigar í 14. umfari. Tað merkist á liðnum hesa vikuna, men hóast HB er oddalið og vann grannauppgerðina, so var avrikið ikki sannførandi fyrr enn í seinna hálvleiki. KÍ bjóðar av í FM- stíðnum við sigri í Trongisvági, meðan Víkingur setti NSÍ upp á pláss á eystanstevnu. Her er liðið hesa vikuna ­Liðið hesa vikuna