Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað er einki, sum í løtuni á nakran hátt bendir á, at HB ikki fer at vinna FM. B36 hevði knívin á barkanum í gjár, men tað var HB, sum streyk avstað við sigrinum. Harvið hevur HB vunnið ellivu landskappingardystir á rað. Nú eru teir svørtu og reyðu av álvara farnir at nærkast metinum, sum grann­ar­ nir settu í 2001, tá ið teir á veg ímóti FM heitinum vunnu trettan ferðir á rað. Fyrsta metið verður sjálvandi, at talan verður um 23. FM heitið. HB setir met hvørja ferð felagið vinnur FM. Væl upplagda HB er eisini í holt­ ur við at taka onnur met frá grann­ unum. Tá ið B36 vann FM í 2011, var tað við 67 stigum. So stóra úrtøku hevur einki meistaralið megnað – hvørki fyri ella síðani. Eftir fjúrtan umfør hevur HB 37 stig ella fleiri stig í miðal fyri hvønn dyst, enn B36 megnaði fyri sjey árum síðani. Tá ið B36 í 2005 vann FM, fóru tað bara seytjan mál ígjøgnum. So fá mál eru ikki farin ígjøgnum hjá nøkr­um liði, síðani kappingin varð víðkað til at fevna um 27 umfør. Higar­til er bólturin bara farin níggju ferðir ígjøgnum hjá Teiti Matr­as Gestsson í HB málinum, og í gjár var kappingin meiri enn hálvrunnin. Heimir Guðjónsson og HB hava altso kós móti FM og trimum met­ um. Serliga merkisvert er hetta, tá ið tað verður havt í huga, at teir fýra, sum vórðu roknaðir at vera bestu boðini at manna fremstu ódn­ irnar, ikki eru tøkir – Teit Jacobsen, Aleks­andar Stankov, Sebastian Pingel og so Jógvan Skeel Nolsøe, sum hevur verið meiri við enn hinir tríggjar, men sum síðstu vikurnar hevur verið skaðadarvaður. Páll bjargaði avbjóðaranum Suðringara – KÍ 0-1 Fimm stig frá HB er KÍ, sum í løtuni er næsti avbjóðarin hjá topp­liðn­ um. Páll A. Klettskarð skoraði bein­ an­vegin í Trongisvági – hetta var 100. ferðin, at hann skoraði fyri barn­dómsfelagið – og tað eydnaðist KÍ at halda tørn um leiðsluna. Har­ við hava klaksvíkingar vunnið fýra ferðir á rað við samantalda mál­ mun­inum 9-1. Næst við at fáa mál vóru Suðr­ ingar, tá ið Heri Kjærbo í seinna hálvleiki og eftir horna sendi bóltin í stólpan. -Vit eru fegnir um sigurin, sum vit kenna var meiri sannførandi, enn tølini siga. Vit høvdu bóltin meiri enn heimaliðið, og vit vóru fleiri ferðir tætt við at økja um leiðsl­una. Eitt nú hevði eg sjálvur ein góðan møguleika, sigur Jóannes Bjarta­líð. Hann var á beinkinum í fyrra hálvleiki, men varð skiftur inn bein­ anvegin eftir hvíldina. Suðringar løgdu meiri dent á verju­partin, og so dúvaðu teir upp á møguleikan at fara í mótálop. -Eg kann ikki vera annað enn nøgd­ur við hugburðin og avrikið hjá mínum monnum. Tá ið so nógv mál eru farin ígjøgnum, er tað neyðugt at binda um í verjuni, og tað gjørdi vit. Vit høvdu onkrar støð­ur, men vit mugu ásanna, at vit eru ikki nóg neyvir á síðsta trið­ ing­inum, tá ið tað ov ofta endar við skeivum avgerðum, sigur Glenn Ståhl, venjari hjá Suðringum. NSÍ er langt frá toppinum NSÍ – Víkingur 1-2 2-1 tapið á eystanstevnu ímóti grann­unum í Víkingi kostar NSÍ nógv í stríðnum fyri at vera við í kapp­ingini um FM. Nú eru tað níggju stig frá NSÍ og fram til HB, og tað eru seks stig fram til næstfremsta plássið. Hugburðurin var ikki sann­før­ andi hjá heimaliðnum við Løkin. Hó­ast tað miðskeiðis í seinna hálv­ leiki eydnaðist at minka um munin, tá ið Elias Lervig, sum hesa ferð var vongverji í høgru, gjørdi sjálvmál, eftir at Árni Frederiksberg hevði lagt innfyri við frísparki, so kendist tað ongantíð vera vandi fyri, at heima­liðið fór at javna. Frá fyrsta bríksli vunnu víking­ arnir nærdystirnar, og leiðslumálið hevði leingi ligið í luftini, áðrenn miðverjin Adrian Cascaval umsetti til mál, eftir at Hanus Jacobsen hevði lagt innfyri við horna. Beinanvegin eftir steðgin økti Gunnar Vatnhamar um leiðsluna. Aftur átti Hanus Jacobsen upp­ leggið. Hesa ferð var tað við frí­ sparki. So gekk tað fyri seg eftir treyt­ unum hjá væl uppløgdu víking­un­ um. Sigfríður Clementsen, sum aftur er í venjarasessinum hjá Víkingi, er sera væl nøgdur: -Fyrra hávleik spældu vit væl, og eftir steðgin stóðu vit okkum væl í nærdystunum, sum vóru nógvir, tí NSÍ støðugt royndi seg við longum sendingum. Tikið samanum var okk­ara avrik fyrimyndarligt. Vit hava arbeitt miðvíst í fjúrtan dag­ ar, og nú situr nógv av tí, sum skal rigga, um vit skulu hugsa um at vinna. At vit nú eru bara trý stig frá møguleikanum at røkka sessi, sum ber altjóða luttøku við sær, motiverar okkum nógv, sigur Sig­ fríð­ur Clementsen. Stevnudysturin var steypa­ dyst­ur. Heimamenninir vóru so vón­brotnir, at tað var bara liðfor­ mað­urin, Árni Frederiksberg, sum var hjástaddur, tá ið borgarstjórin hand­aði gestunum steypið. -Vit mugu bara staðfesta, at hetta var ikki okkara dagur. Teir løgdu nógv betri fyri og løgdu seg framum. Eftir steðgin ætlaðu vit, at tað skuldi verða heilt øðrvísi, men tá var tað vátur vøttur í andlitið, at teir øktu beinanvegin um leiðsluna, sigur Árni Frederiksberg. Arnbjørn eg framvegis gull verdur EB/Streymur – 07 Vestur 2-1 Arnbjørn Hansen var gull verdur, tá ið EB/Streymur var á toppinum og vann FM bæði í 2008 og 2012 og tryggjaði sær løgmanssteypið í 2007, 2008, 2011 og 2012. Dagsskráin er ein onnur hjá EB/ Streymi nú, enn hon var gullárini, og Arnbjørn Hansen er ikki tann sami, sum hann var fyri nøkrum ár­um síðani. At tað framvegis er ikki frítt av málrevi í gamla toppskjúttanum sást í Hólmanum í gjár. Arnbjørn varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, og støðan var 1-1. Eitt korter seinni skoraði Arn­ bjørn Hansen sigursmálið, sum bar við sær, at EB/Streymur vann fyrsta heimadystin síðani 11. mars. -Vit spældu fínt í fyrra hálvleiki, tá ið Pætur J. Petersen skoraði. Vit halda, at vit áttu at havt skorað fleiri mál. Eftir steðgin vóru vit ikki fokuseraðir, og tað kostaði, at vit fyri tað mesta runnu aftaná. So settu vit Arnbjørn Hansen á vøllin, og hann skoraði, eftir at Pætur J. Petersen hevði víst fínt avrik, sig­ur EB/Streyma venjarin Heðin Ask­ ham. Gilli Samuelsen, sum er á veg úr 07 Vestur og aftur í barn­dóms­ felagið B36, javnaði fyri 07 Vestur. -Vit fótaðu okkum væl, eftir at EB/Streymur hevði lagt seg fram­ um. Samanspælið riggaði, og vit megn­aðu at fáa tyngd í á síðsta trið­ing­inum. Eftir steðgin var tað uppaftur betri hjá okkum, men tí­ verri megnaðu vit ikki at skora, og so skoraðu teir eftir kontraspæl, sum teir eru so sera góðir til, sigur 07 Vestur venjarin Pauli Poulsen. Søtur sigur á Skála Skála – AB 2-0 Tað var bæði fagnaður og lætti NÚ ER TAÐ BARA HÓMAR HB At HB als ikki kiksar ber við sær, at spurningurin nú meiri er, nær næstu avbjóðararnir, sum í gjár vunnu tepran sigur, fara at missa, heldur enn at fjarstøðan frá KÍ og til toppin fer at tódna JOHN REID NYBO VÍKINGUR: Ein deiligur sigur, gev okkum fleiri av hasum! Hattar var nú kanska eitt sindur ivasom mótstøða men vit eru klárir! Drívi á dreingir! WLYV JAN BOLSTAD ANTHONIUSSEN NSÍ: Víkingur hevur tapt seinastu tvær eystanstevnurnar, so vissi nakað, so boðar tað bara frá góðum hjá okkum. Vit mosa víðari! Góðir! JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN: At tapa tepurt ímóti KÍ er ongin skomm. Men okur mangla stig, og tey mugu koma leygardagin. So er Jóansøkan bjarga! FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: "Tað var ein fagran summardag"... og tað var so tað. Koyr á KÍ fyrsta deild. TERJI TORBEIN MAGNUSSEN HB: FANTASTISKT!!! Kríggj, blóð og vilji, og VIT VUNNU!! Deiligt at vit svara aftur uppá hatta skitna spælið frá teimum við stáli!!