mánadagur 18. juni 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
GRÉTAR SNÆR GUNNARSSON FYRI FYRSTU FERÐ
Nýggi íslendski leikarinm hjá HB, Grétar Snær
Gunnarson, spældi sunnudagin fyri fyrstu ferð
á besta HB liðnum. Grétar Snær Gunnarsson
kom á vøllin fyri Símun Samuelsen, tá 70
minuttir av dystinum vóru leiktir.
André Olsen
Undan grannauppgerðini millum
HB og B36 sunnudagin, hevði B36
hagtølini á sínari síðu, tá hugsað
verður um innanhýsis uppgerðir
nar millum feløgini seinastu árini.
Hóast nógv tær flestu uppgerðirnar
vóru endaðar við javnleiki seinastu
árini, hevur tað hvørjaferð verið
B36 sum hevur staðið eftir sum
vinnari, tá ein vinnari er fallin í
uppgerðunum millum feløgini. Fyri
at finna seinasta HB sigurin und
an uppgerðini sunnudagin, skuldi
leitast heilt aftur til seinasta leik
umfar í 2014, tá HB vann 2-1 á B36
við sigursmáli frá Fróða Benjamin
sen í yvirtíðini.
Men sunnudagin vendi HB keði
ligu hagtølunum móti B36 seinastu
árini. Við tveimum málum frá topp
skjúttanum í føroyskum fótbólti,
Adrian Justinussen, tryggjaði HB
sær ein 2-1 sigur móti grannunum
sum ger, at HB nú er heili 12 stig
frammanfyri grannarnar úr B36, og
framvegis fimm stig á odda í Betri-
deildini hjá monnum.
Vísa at tað ber til
Í seinastu viku tryggjaðu bæði
HB og B36 sær annars finalupláss
til finaluna um Løgmanssteypið
sum verður spæld í august, og var
dysturin tí ein forsmakkur uppá
hvat kann væntast í finaluni um
Løgmanssteypið seinni í ár. Hjálp
arvenjarin hjá HB, Rasmus Nolsøe,
var sum vera man fegin eftir sigur
in sunnudagin, og heldur, at tað
kann hava týdning at HB nú megn
ar at vinna móti grannunum aftur.
Kenslan er fyrst og fremst øgi
liga góð. Vit vísa í dag, at tað ber til
hjá okkum at vinna ímóti B36, og
hóast vit als ikki hugsa fram móti
finaluni enn, fara vit til tann dystin
at kunna hugsa afturá hendan
dystin og vita, at tað væl ber
til at vinna móti B36, sigur
Rasmus Nolsøe.
Útjavnandi málið
broytti dystin
Saman
við
málverj
anum, Teiti M. Gests
son,
var
dupulti
málskjúttin hjá HB,
Adrian
Justinus
sen, dagsins maður
í Gundadali sunnu
dagin. Adrian Justin
ussen sum nú er suv
erenur toppskjútti í
føroyskum
fótbólti,
skeyt bæði tey avger
andi málini hjá HB í
sigrinum. Matchvinnar
in í Gundadali helt at út
javnandi málið til 1-1 hevði
stóran týdning fyri, at dyst
urin koppaði til fyrimun fyri
HB.
Málið til 1-1 broytti fullkomiliga
dystin. Vit vóru heilt niðri áðrenn
vit klára at javna, har einki riggaði
hjá okkum, men tá vit javna koma
vit uppaftur, og aftaná málið rigg
aði mestsum alt hjá okkum. Vit
hava aldrin fyrr í ár verið so nógv
trýstir sum vit vóru í fyrra hálvleiki
í dag – miðjan fekk als onga tíð á
bóltinum, men í seinna hálvleiki
eydnast tað hjá okkum at geva
teimum eitt móttrýst, har vit fara
niðan at trýsta teir saman, segði
Adrian Justinussen eftir dystin.
Hava tosað um at steðga
Adrian Justinussen
Mest eyðsýndi B36 leikarin í dyst
inum var pólski profilurin, Lukasz
Cieslewicz.
Lukasz
Cieslewicz
var hugtungur eftir dystin um
ósigurin hjá B36, og segði at teir í
B36 leguni hava
brúkt nógva tíð í
upptaktini uppá at steðga
Adrian Justinussen.
Eg má siga at tað kennist
ótrúliga hart at tapa hendan
fótbóltsdystin. Vit høvdu fult tam
arhald á í fyrra hálvleiki, og skapa
eisini nokk av kjansum í seinna
hálvleiki, so tað er hart at tapa. Í
vikuni hava vit eisini brúkt nógva
tíð uppá at tosa um at Adrian
Justinussen ikki skuldi sleppa í
skotstøður uttanfyri 16-meturin,
so kenslan beint nú er ikki serliga
góð, segði Lukasz Cieslewicz eftir
dystin.
FM-dysturin
verður ein tvídystur
millum HB og KÍ
Við sigrinum hjá HB, tykist vónin
um FM hjá B36 at vera horvin hetta
kappingarárið. Nú meira enn helvtin
av kappingini er spæld, hevur B36 í
løtuni 12 stig upp til HB á fremsta
plássinum, sum verður ringt at hála
inn aftur, tað sum eftir er av kapp
ingini. Tí sær í løtuni út til at FM-
dysturin í ár fer at vera ein tvídystur
um tey bæði mest vinnandi feløgini í
føroyskum fót
bólti nakrantíð,
HB og KÍ. Og júst tey bæði liðini
hittast innanhýsis í august mánað
á SummarFestivalinum í Klaksvík,
sum kann vísa seg at vera ein avger
andi dystur í kappingárinum í ár.
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
ADRIAN BREYT ÓNDU
RINGRÁSINA MÓTI B36
Fyri fyrstu ferð síðani seinasta umfar í 2014, eydnaðist
tað HB sunnudagin at vinna eina grannauppgerð ímóti
B36. Heitasti leikarin í føroyskum fótbólti í løtuni og
toppskjúttin, Adrian Justinussen, avgjørdi dystin fyri HB.