mánadagur 18. juni 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
ODMAR FEKK LEIKBANN
Tá liðskiparin hjá B36, Odmar Færø, í seinna
hálvleiki fekk gult kort, fekk liðskiparin
samstundis eisini leikbann til seinasta umfarið
hjá B36 undan summarsteðginum. Sostatt missir
Odmar Færø útidystin móti AB fríggjakvøldið.
Í
leikarametingunum
hesa
ferð vóru tað serliga tveir HB
leikarar, ið skaraðu framúr í
grannauppgerðini
í
Gunda
dali sunnudagin. Tað vóru tví
málskjúttin hjá HB, Adrian
Justinussen,
og
málverjin,
Teitur M. Gestsson. Teir báð
ir avgjørdu dystin á hvør sín
hátt til fyrimun fyri HB. Adrian
Justinussen avgjørdi dystin
offensivt við tveimum flottum
málum, og var sum heild eyð
sýndur í opna spælinum fyri
HB, meðan Teitur M. Gestsson
átti lívið í heimaliðnum í fyrra
hálvleiki, og hevði fleiri góðar
bjargingar í seinna hálvleiki.
Serliga tíðliga í dystin hevði
Teitur M. Gestsson eina avger
andi bjarging frá Meinhard E.
Olsen, sum var í serflokki.
Aðrir, ið vóru serstakliga eyð
sýndir í uppgerðini sunnudagin
vóru verjuleikararnir hjá HB,
Lasse Andersen og Magnus
Egilsson. Lasse Andersen var
sum heild burturúr HB leikari
í verjustøðu gjøgnum dystin,
meðan Magnus Egilsson hevði
gott tamarhald á í sínari verju
støðu, og var ein støðug hóttan
fram eftir vøllinum eisini, har
hann millum annað legði upp
til avgerandi málið hjá HB.
Hjá B36 var Lukasz Ciesle
wicz besti leikari á vøllinum.
Líka til Lukasz Cieslewicz var
fluttur fram á plássið sum
fremsti áleypari miðskeiðis í
seinna hálvleiki, var Lukasz
Cieslewicz eyðsýndur og við í tí
mesta sum B36 skapti. Hjá B36
var verjuskansin Odmar Færø
eisini eyðsýndur, og sum heild
sannførandi í øllum tí hann
fyritók sær.
Ein á liðnum hjá HB, sum
hevði ein undir miðal fyrra
hálvleik var miðvallarleikarin,
Tróndur Jensen. Serliga í fyrra
hálvleiki misti miðvallarleikarin
fleiri sokallaðar lættar bóltar og
tóktist nógv meira stressaður
enn hann fyrr hevur verið hetta
kappingarárið. Tróndur Jensen
spældi seg tó upp í seinna hálv
leiki, og spældi tá yvir miðal,
soleiðis at hann samlað fær ein
miðal góðan karakter fyri dyst
in.
Annars er sermerkt við leik
arametingunum hesa ferð, at
eingin fær undir miðal. Tað
sigur eitt sindur um, at støðið í
dystinum sunnudagin var gott.
Betri deildin 2. umfar
HB
1 2
B36
1 1
Sunnudagin xxxxxx 2018
5
JÓGVAN RÓI DAVIDSEN
6
DAN Í SOYLU
5
SÍMUN SAMUELSEN
7
LASSE ANDERSEN
5
ARI M. OLSEN
8
TEITUR M. GESTSSON
8
6
ADRIAN JUSTINUSSEN
BRYNJAR HLØÐVERSSON
5
TRÓNDUR JENSEN
5
5
5
6
7
5
5
6
5
5
5
TRYGVI ASKHAM
ALEX MELLEMGAARD
MEINHARD E. OLSEN
ODMAR FÆRØ
LUKASZ CIESLEWICZ
BENJAMIN HEINESEN
ROBERT HEÐIN BROCKIE
ERLENDUR MAGNUSSON
KAIMAR SAAG
ANDRIAS ERIKSEN
ELI F. NIELSEN
(70) Grétar Snær Gunnarsson 4
(70) John Frederiksen 5
(84) Daniel Johansen
4
(67) Hugin Samuelsen 5
(70) Magnus H. Jacobsen 5
(77) Rói Hentze 5
Dómari: Lars Müller
Leiddi sum heild dystin ótrúliga væl, tí uppgávan var ikki løtt. Tað var in-
tenst og hart spælt til tíðir, men leikarar vóru ongantíð serliga frustreraðir.
Tó kundi Lars Muller í tveimum førum kanska heldur givið B36 leikarum
beinleiðis reyð kort enn gul kort – men tær støðurnar mugu síggjast aftur.
7
Leikarametingar:
Tveir HB leikarar
skaraðu framúr
HB – B36 2-1 (1-1)
0-1 Lukasz Cieslewicz (Brotsspark),
37.
1-1 Adrian Justinussen, 45.
2-1 Adrian Justinussen, 61.
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan
Rói Davidsen, Bartal Wardum,
Lasse Andersen, Magnus
Egilsson - Brynjar Hløðversson,
Tróndur Jensen - Adrian
Justinussen, Dan í Soylu (Daniel
Johansen, 90), Símun Samuelsen
(Grétar S. Gunnarsson, 70) - Ari
M. Olsen (John Frederiksen, 70)
Gul kort HB: Bartal Wardum, Daniel
Johansen
Venjari HB: Heimir Guðjónsson
B36: Trygvi Askham (Rói M.
Hentze, 77) - Andrias Eriksen
(Hugin Samuelsen, 67), Robert
Heðin Brockie, Odmar Færø, Alex
Mellemgaard - Eli F. Nielsen,
Erlendur Magnusson - Benjamin
Heinesen, Lukasz Cieslewicz,
Meinhard E. Olsen - Kaimar Saag
(Magnus Holm Jacobsen, 70)
Gul kort B36: Erlendur Magnusson,
Benjamin Heinesen, Odmar Færø,
Magnus H. Jacobsen, Robert Heðin
Brockie
Venjari B36: Jákup á Borg
6
7
MAGNUS EGILSSON
6
BARTAL WARDUM
5
5
5
5