mánadagur 18. juni 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Tað er lutakast til Europa
League, og har gerst greitt,
at B36 skal hitta St. Joseph's
úr Gibraltar, meðan KÍ skal
spæla ímóti Birkirkara av
Malta.
Føroyski hondbóltsspælarin,
Kjartan Johansen, skiftir
úr Fyllingen í bestu norsku
deildini til Viking Håndball í
næstbestu norsku deildini.
Fáar dagar undan
HM-endaspælinum í
Russlandi fær spanski
landsliðsvenjarin, Julen
Lopetegui, sekkin, og
í hansara stað verður
Fernando Hierro settur.
HB og B36 spæla seg í
finaluna um Løgmans
steypið. HB vinnur
samlaðan 6-1-sigur í
hálvfinaluni á AB, meðan
B36 í hinari hálvfinaluni
vinnur samlaðan 8-2-sigur á
TB/FCS/Royn.
Cristiano Ronaldo verður
dømdur tvey ára treytaða
fongsulsrevsing og fær eina
bót upp á 140 milliónir
krónur fyri skattasvik ímóti
spanska statinum.
HM-endaspælið í Russlandi
fer av bakkastokki, og
russisku vertirnir vinna
5-0-stórsigur ímóti Saudi
Arabia í fyrsta dystinum.
Hetta er størsti sigur í einum
setanardysti í HM-søguni.
Tað eru ikki øll lond, ið
leggja eins væl frá landi
í HM. Týskland tapir
óvæntað 1-0 fyri Meksiko,
meðan Brasil einans fær
1-1-javnleik ímóti Sveis.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Brynjar 'Binni' Hlöðversson.
Aldur: 29
Yrki: Fótbóltsspælari (HB)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Gabriel Jesus
2. Heimir Hallgrímsson
3. Luzhniki Stadium
4. Luka Modric
5. Jon Dahl Tomasson
6. Emil Forsberg
7. John Obi Mikel
8. Aleksandar Kolarov
1. Hvør spælir við troyggju nummar 9 hjá Brasil í HM?
2. Hvussu eitur landsliðsvenjarin hjá Íslandi?
3. Hvussu eitur høvuðsleikvøllurin í Moskva, har
HM-finalan verður spæld?
4. Hvør er liðskipari hjá Kroatia?
5. Hvussu eitur hjálparvenjarin hjá Danmark?
6. Hvør spælir við troyggju nummar 10 hjá Svøríki í
HM?
7. Hvør er liðskipari hjá Nigeria?
8. Hvussu eitur serbiski leikarin á myndini?
Hvat heldur tú um dystin
ímóti B36 í gjár?
- Hetta var ein góður sigur. Vit
gjørdu tað, sum vit skuldu gera.
B36 eru góðir, og tað var stuttligt
t spæla ímóti teimum.
Hvat er tað sum ger,
at HB nærum ikki er
til at steðga í ár?
- Liðandi, stríðshugur, spæligleði
og vinnaramentalitetur.
Hvussu dámar tær Føroyar,
og hvussu trívist tú her?
- Eg elski Føroyar. Øll eru ótrúliga
vinarlig, natúran er vøkur og mær
dámar væl húsini og tær lítlu
bygdirnar. Pápi mín hevur verið
her um vikuskiftið, og hann fall
fyri Føroyum eins og eg.
Hvat heldur tú Ísland
gjørdi rætt fyri at fáa
stig ímóti Argentina?
- Ísland kennir sínar styrkir
og
veikleikar,
og
teir
spæla
samsvarandi.
Hvussu langt væntar tú
Ísland kemur í HM?
- Til 1/8-finaluna.
“Tú hevur ávísar dreymar, tá ið tú fert til HM sum
málverji, og at bjarga eitt brotsspark frá Lionel
Messi er ein av teimum”
- Hannes Tór Halldórsson, íslendskur landsliðsmálverji
“Ísland gjørdi í grundini einki. Teir vardu,
og størsta hóttanin í álopinum vóru long
innkøst.”
- Lionel Messi eftir 1-1 ímóti Íslandi
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Myndin hesa vikuna: