Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. juni 2018 · Nr. 68 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Nú eru tað bara HB og KÍ Tíðir leggur onkuntíð upp til nøkur ting. Tað er hugaligt, tá smærru feløgini koppa teimum stóru. Tá tað óvænta hendir ella tá ein risi endiliga fellur. Men onkuntíð, so er tíðin eisini komin at gamlir klassikarar vakna aftur. Tað er tað, sum hendir í føroyskum fótbólti í løtuni. Í FM-stríðnum eru tað søguríku feløgini HB og KÍ, sum stríðast um FM. KÍ domineraði í 60 unum, meðan HB tók yvir í 70 unum. Síðani hevur talan ikki verið so oftani um beinleiðis FM-stríð millum liðini. Millum annað í 1998 vinnur HB, meðan Kí blívur nummar tvey, men tað er rímiligur munur á liðunum. Í ár er líkt til, at vit fáa eitt satt FM-stríð millum risarnar í føroyskum fótbólti. HB hevur vunnið FM 22 ferðir, sum er met, meðan KÍ síðani 1999 hevur staðið á 17 meistaraheitum. Um vikuskiftið blivu bæði B36 og NSÍ fyribils sett í FM-stríðnum. NSÍ tapti fyri Víkingi, meðan B36 fall í Gundadali fyri júst HB. HB hevur í løtuni munin á stigatalvuni. Havnarmenn hava fimm stig fleiri enn KÍ, men liðini hava tveir innanhýsis dystir eftir. Báðir eru í Klaksvík. Fyrra uppgerðin er í Klaksvík 10. august, tá Summar Festivalurin er. Heldur góða gongdin hjá feløgunum fram, so verður talan eitt satt oddabrak tá. Hartil tykist havnin verða vaknað. HB og B36 eru í steypafinaluni og eg helt meg síggja, at uppmøtingin í Gundadali var góð. Eitt sindur lokalpatriotiskt, men eg haldi føroyskur fótbóltur hevur gott av, at fáa rist í serliga HB- viðhaldsfólkini. Havnin, við sínum nógv íbúgvum, skal nógv oftari fylla Gundadal enn hon ger. Vónandi kann ein steypafinala hála fólk til, sum síðani oftari bjóða seg frá, dystur er í Gundadali. Annars bleiv eg ótrúliga keddur, tá eg hoyrdi at enn ein spælari hjá okkum er langtíðarskaddur. Ári M. Jónsson skal nú sita uttanfyri í upp til eitt ár, eftir at liðbondini í knænum er slitin. ítróttarSosialurin fer komandi tíðina at seta fokus á mongu skaðarnar, sum føroyskir spælarar tykjast fáa í løtuni. Hartil undrist eg á, at KVF í 2018 velur at senda dystir forskotnar. Eg skilji ein part av argumentinum, men í hesum døgum kundi eg hugsað mær at vita hvussu breitt tað røkkur, tá fólk kunnu hyggja á netinum og aðrastaðni? Nei eg veit ikki, eg royndi eina ferð í ár at hyggja eftir Liverpool forskotið, men droppaði tað aftaná eina løtu, tí kundi so lættliga fáa úrslitið á netinum. Tróndur Arge Ári Mohr Jónsson álvarsliga skaddur Hetta var tað síðsta, ið eg ynskti at hoyra. Tað sigur føroyski landsliðsleikarin, Ári Mohr Jónsson, sum er vorðin álvarsliga skaddur í knænum og má binda frið frá fótbólti tað næsta árið. André Olsen Føroyski landsliðsleikarin, Ári Mohr Jónsson, má tað næsta árið sita uttanfyri við álvarsamum skaða, eftir at føroyski landsliðsleikarin meiðslaði sær knæðið fyri gott og væl tveimum vikum síðani. Ári Mohr Jónsson hevur fingið at vita, at hann millum annað hevur slitið krossbandið, sum er eitt tað ringasta ein fótbóltsspælari kann fáa at vita. - Eg havi fingið svar frá skannaranum nú, og mynd­irnar vísa, at eg havi slitið krossbandið, at báðir meniskarnir eru farnir og at eg havi eitt brot í knænum. So tað er einki serligt, og er verri enn eg hevði væntað, sig­ur Ári Mohr Jónsson. Visti at tað helst var álvarsamt Støðan har Ári Mohr Jóns­son gjørdist skaddur, hendi í einum dysti fyri norska felag sítt, Sandnes Ulf fyri tveim­um vikum síðani, tá Ári Mohr Jónsson stóð fastur í vøll­inum. Ári Mohr Jónsson visti beinavegin, at talan helst var um álvarsaman skaða. - Tað sum hendi var, at eg skifti rætning og í tí eg seti av, situr beinið hjá mær fast í vøllinum, og eg hoyri eitt orduligt brak í knænum. Eg visti beinavegin, at tað ikki var serliga gott, men eg hopaði alla tíðina uppá at tað bara ljóðaði ógvusligari enn tað var, men tað var tað tíverri ikki, sigur Ári Mohr Jónsson. Tað síðsta, ið eg ynskti at hoyra Føroyski landsliðsleikarin, ið sjálvsagt er hugtungur í løt­uni, ætlar sær tó at koma fyri seg aftur, men veit at tað krevur hart arbeiði. - Sjálvsagt verður man ógvu­liga keddur, tá man fær slík boð. Tað var tað síðsta, ið eg ynskti at hoyra, tí eg veit hvussu leingi ein slíkur skaði tekur at venja uppaftur. Men tá tað er sagt, so er tað hent fyri nógv onnur ítróttarfólk eisini, og nógv av teimum eru komin sterkt aftur. Eg havi fyrr roynt at havt skaðar, ið hava tikið langa tíð, so eg veit eisini at tað nokk skal koma sterkt aftur, men veit at tað krevur hart arbeiði, sigur Ári Mohr Jónsson. Má binda frið í minst eitt ár Álvarsami skaðin ger, at Ári Mohr Jónsson má undir stóra skurðviðgerð í næstum, har krossbandið skal skift­ast, og har meniskarnir og brotið í knænum skulu ger­ast í lag aftur. Ítróttarfólk, ið fáa slíkar skurðviðgerðir vera í minsta lagi noydd til at sita 9-12 mánaðar uttanfyri síðu­linjuna , har tey skulu undir enduruppvenjing. Tí er tað heilt greitt, at Ári Mohr Jónsson fer at sita uttanfyri við skaða tað næsta árið, og missir hann tí millum annað UEFA Nations League kappingina hjá føroyska landsliðnum. Í fjør spældi Ári Mohr Jónsson seg annars nærri og nærri hitanum á føroyska landsliðnum, har hann millum annað byrjaði inni seinasta undankappingardystin móti Ungarn á útivølli. Tí er talan um dyggan smeit fyri føroyska landsliðið. andre@sosialurin.fo