Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juni 2018 · Nr. 69 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 25 prosent eru egnað til skurðviðgerð í brisinum Við einari veruligari skurðviðgerð av brisinum ella búkspýtkertlinum er málið at beina burtur alla sjúkuna í gøgnini. Ein røð av kanningum skulu gerast, áðrenn læknarnir kunnu taka avgerð um, hvørt møguleikar eru skurðviðgera brisið. Í umleið 25 prosentum av krabbatilburðunum kann sjúkan beinast burtur við skurðviðgerð Vilmund Jacobsen Skurðviðgerð er mest brúkti við­ gerð­arháttur móti krabbameini í bris­inum ella búkspýtkertlinum, um krabbin ikki longu hevur spreitt seg. Um skurðviðgerð ikki er ein møgu­leiki, eru fleiri aðrir møgu­leik­ ar við linnandi viðgerð. Seinni árini eru mentar nýggjar viðgerðir, sum eru virknari og sum í størri mun kunnu tálma sjúku­ gongd­ini og teimum árinum, sum sjúkan hevur við sær. Skurðviðgerð ella linnandi Avgerðandi fyri, um skurðviðgerð er møgulig, er í fyrsta lagi støddin á krabbaknútinum, og hvussu hesin situr, og eisini er avgerandi, um krabba­sjúkan hevur spreitt seg. Skurðviðgerð letur seg ikki gera, um sjúkan hevur spreitt seg út um brisið ella búkspýtkertilin, og tað hevur sjúkan tíverri ofta, tá hon verð­ur staðfest. Tá krabbamein í brisinum ikki kann beinast burtur við skurð­við­ gerð, eru aðrir hættir fyri linnandi við­gerð. Bæði krabbasjúkan og viðgerðin kunnu føra við sær troyttleika, likam­liga ómegd og niðurnívandi sjúku­eyðkenni eins og hjáárin, sum stand­ast av viðgerðini, eisini kunnu ganga út yvir lívsgóðskuna. Venjing stóran týdning Ein stór greining hevur víst, at likamlig rørsla sum eitt nú súkkl­ ing, svimjing, styrkivenjing, treysti­ venjing og yoga greitt kunnu veksa um lívsgóðskuna hjá krabba­meins­ sjúkl­ingum, sum koma í viðgerð. Umframt at troyttleikin verður minni undir viðgerðini, tá tú fyrst ert væl fyri likamliga, veksur likam­ ligt virkni eisini um nøgdsemi í mun til arbeiði, frítíð og sosiala sam­veru. Greiningin vísti eisini, at nøkur, sum vóru likamliga aktiv, sam­ stund­is sum tey vóru í viðgerð, høvdu minni ótta og minni svøvn­ órógv. Skurðviðgerðin Við einari veruligari skurðviðgerð av brisinum ella búkspýtkertlinum er málið at beina burtur alla sjúk­ una í gøgnini, og tað eru serlæknar, sum fremja eina slíka viðgerð. Ein røð av kanningum skulu ger­ ast, áðrenn læknarnir kunnu taka avgerð um, hvørt møguleikar eru at fremja skurðviðgerðina. Tað er í um­leið 25 prosentum av til­burð­un­ um, at krabbin kann beinast burtur við skurðviðgerð. Brisið er ein týdningarmikil gøgn, og skal kertilin antin allur ella part­vís takast burtur er hetta eitt stórt inntriv. Hetta letur seg bert gera, um sjúkan er á byrjunarstigi, og um viðkomandi sjúklingur tolir eina so stóra skurðviðgerð. Um ynski er - eftir at hava tosað við skurðlækna - ikki at taka av til­ boðn­um um skurðviðgerð, eru aðrir møguleikar við linnandi viðgerð. Roykur og rúsdrekka Velur tú skurðviðgerðina, minkar vand­in við fylgisjúkum við einari helvt, um tú undan skurðviðgerðini leggur av at royka og drekka alko­ hol. Tað er eisini týdningarmikið, at tú kunnar læknan um, hvat tú tek­ ur av heilivági, alternativum við­ gerð­um og kosttilskoti. Hvussu nógv verður tikið av brisinum við skurðviðgerð, er tengt av, hvar í kertlinum knúturin situr, og hvussu stórur hann er. Kelda: www.cancer.dk HEILSA Hvussu nógv verður tikið av brisinum við skurðviðgerð, er tengt av, hvar í kertlinum knúturin situr, og hvussu stórur hann er Brisið er ein týdningarmikil gøgn, og skal kertilin antin allur ella partvís takast burtur er hetta eitt stórt inntriv