týsdagur 19. juni 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juni 2017 · Nr. 69
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er hásummar. Í morgin
verður longsti dagur, og í gjár
var føðingardagur hjá mammu.
Ragnhild var fødd í Heimistovu
í Svínoy 19. juni í 1927. Hon var
triðja barnið hjá Annu og Jó
annesi bónda í Heimistovu. Jógv
an og Hans Jacob vóru undan
mammu, og so vóru tað Simon,
Valborg, Ingibjørg og Frígerð.
Tey mistu mammuna 23.
oktober 1944. Teir høvdu verið
á fjalli fyri handan fjøll. Deyðs
boðini lógu fyri abba, tá ið teir
komu aftur av fjalli. Tað var stór
sorg í Heimistovu og í bygdini, at
43 ára gamla Anna doyði frá sjey
børnum.
Mamma var tá og vitjaði
hana suðuri á hospitalinum.
Hugo Gardar og Sofus í Svínoy
ella Sofus uppi á Heygum, sum
hann var nevndur í Svínoy, fóru
við Polaris suður eftir kistuni
og mammu, sum var seytjan
ár. Myndin, tá ið Polaris kom á
víkina, og abbi saman við øðrum
róði út at taka ímóti, meðan
børnini og bygdafólkið í sorg
vóru eygnavitni, rennur viðhvørt
fram í hugan.
Hóast sorgina komu tey væl
undan. Jóhanna, fastur mammu,
og Frida, skyldkonan, sum vóru
ógiftar, hildu hús. Tá ið Irena
og Jógvan giftust og yvirtóku
Heimistovu, fluttu tær báðar og
Árnmar, sum vaks upp í Heimi
stovu, niðan í Klingrugarð í
húsini hjá Anniku, systir abba,
og manni hennara, Heina uppi
í Húsi, sum vóru flutt til Klaks
víkar at búgva.
Frígerð og Jógvan búsettust í
Svínoy, Valborg í Norðdepli og øll
hini í Klaksvík. Nú er Ingibjørg,
mostur á Vágsheygnum, einsa
møll eftir.
Í 1949 giftust mamma og pápi
– Karsten Hansen. Hann var ætt
aður uttan av Toftum. Pápin var
Hanus heimi í Túni, og mamman
var Sigga, ættað úr Svínoy. Pápi
misti mammuna, tá ið hann var
fjúrtan – hon doyði av tub
erklum – og pápan, tá ið hann var
sekstan. Hann slerdi út av skipi.
Pápi fór ellivu ára gamal í 1932
til Svínoyar, har hann vaks upp
úti á Bø hjá Dikku, einkjuni eftir
Tummas, mammubeiggjan, sum
í 1930 fórst við Ernestinu. Pápi
hevði tað gott úti á Bø, og tey
bæði børnini í húsinum, Fía og
Kaj, vóru fostursystkin hansara.
Mamma plagdi at siga, at
hon átti tvey barnaheim. Hjá
foreldrunum í Heimistovu og hjá
ommuni og abbanum úti í Váli,
har hon fór út, tá ið Simon var
føddur. Tá var mamma trettan
mánaðir gomul. Inga og Simon
Just, sum var ættaður av Húsum,
vóru so avbera góð við mammu.
Tá ið mamma fór út í Vál, vóru
fleiri av børnunum í húsinum
framvegis har – Edvard (í Svínoy)
og Dánial (sum druknaði undir
krígnum), mammubeiggjarnir, og
mosturin Ingrid.
Tá ið tey gomlu vóru farin,
fluttu Ingrid og maður hennara,
Henry Mellemgaard, í 1938 í nýggj
hús norðuri á Geilalið. Mamma
flutti við teimum, og tá ið Ingrid
varð illa sjúk av tuberklum og
í fleiri ár var á Sanatorinum í
Hoydølum, var mamma í móðir
stað hjá Hans Jacob, Simun Just,
Jarvin og Daniel. Árnmar var í
Heimistovu, og teir vóru altíð so
ógvuliga góðir við mammu og
okkum øll.
Í oktober 1950 (mamma var so
forharmað, at hon ikki mintist,
um tað var 9. alla 10.) fluttu
mamma og pápi í nýggj hús á
Heygum í Klaksvík. Tey vóru
millum mongu tilflytararnar,
sum um hesa tíðina myndaðu
nýggja býlingin á Gerðareiði.
Pápi var fiskimaður og útróðr
armaður, og mamma var heima
hjá okkum trimum – Hanus, Jó
annes og Finngerð. Børnini vóru
nógv í grannalagnum, og ferðslan
inn og út stór. Fyrstu árini vóru
systkini hjá mammu ofta hjá
systrini. Trý teirra giftust út úr
heiminum á Heygum.
Hjá mammu og pápa var setn
ingurin at vera um okkum syst
kini, og tá ið verdøtur – Frígerð
og Sanna - og versonurin, Jóa, og
barnabørnini komu, snúði tað
seg eisini um tey. Mamma og pápi
tráaðu ikki eftir at koma sær
fram í lívinum. Tey livdu í friði
við og áliti á frelsaran, felags
skapurin í familjuni var tættur,
grannalagið var gott, og heimið
kendist hugnaligt og fjálgt, og
teimum dámdu væl, tá ið stokkið
varð inn á gólvið.
Alt annað var lagt til síðis, tá
ið onnur vóru undir lonini. Tey
vóru nærverandi, og tey livdu við
í, hvussu tað gekk hjá okkum og
øllum okkara og so mongum øðr
um. Mamma røkti sambandið, og
pápi fylgdi væl nøgdur við. Tey
vistu frá at siga um gamalt og
nýtt, familju heima og burturi og
um samfelagsviðurskifti í breið
um høpi, og mamma hevði gott
ánilsi fyri, hvussu tingini mundu
fara at laga seg.
Tá ið vit búðu uttanlands,
dámdu teimum væl at vitja. Hjá
okkum kendust hetta at vera
fagnaðardagar. Tað var púra nýtt
fyri tey at ferðast uttanlands,
burtursæð frá at pápi hevði verið
burturi sum skipsmaður, og tey
tóku til sín á ferðunum og mint
ust og gleddust í tí, tey høvdu
upplivað.
Barnabørnini stórtrivust hjá
ommuni og abbanum, sum kjúkl
aðu um tey.
19. juni var altíð høgtíðsdagur.
Hetta var føðingardagurin hjá
mammu. Meðan Háfjall og Halga
felli við Brúnaskarði millum sín
og í hinum borðinum Kjølurin og
Oyrafjall stóðu í grønum stakki,
og sólin strálaði yvir Hálsin
og Klakkin, og tað roðaði um
Nestindar, var tað fastur táttur,
at føðingardagur varð hildin.
Mamma fegnaðist serliga nógv
um føðingardagarnar. Bæði hon
og pápi vistu av royndum, at tað
ikki er sjálvsagt, at børnini liva
longri enn foreldrini. Takksemið
fyri lívið og lívsins gávur var so
stórt og hjartaligt.
Pápi doyði 5. juni í 2001. Hann
rakk teimum 80.
Fyri einum ári síðani fylti
mamma 90. Tá var ikki nógv orka
eftir. Hon gleddist um, at tey
næstu enn einaferð vóru saman
við henni.
Ein mánað seinni – mikudagin
19. juli – meðan sólin stóð høgt
á luftini og himinin var heiður
og bláur, orkaði hon ikki meir.
Mamma flutti úr sambýlinum
norðuri á Heygnum, har hon
hevði búð í eitt ár og kent seg
at vera heima, og í teir ævigu
bústaðir.
Vit hava syrgt og saknað, og
soleiðis er tað framvegis. Kæru
minnini um hana og pápa liva í
okkum, okkara makum og børn
um og teirra makum og børnum.
Minnunum gleðast vit í og í
ævigu vónini og lyftunum, sum
okkum eru givin.
Takk fyri lívið og alt, sum tú
gav mær – góða mamma.
Tá forhangið ein dag
lyft verður eyga frá,
meg deyðin loysir deyða frá
og letur lív meg ná.
Tá skal eg skoða teg,
sum her mær kærur var,
og syngja við títt hásæti:
Í ævir, Gud, við tær!
Jóannes
Minningarorð um mammu
Ragnhild Hansen 19. juni 1927 – 19. juli 2017
TANN FØROYSKI BIÐIMAÐURIN
Vit hjálpa døgnið runt +298 51 30 70
Vit hjálpa eisini við flutningi
frá og til føroyar
Kistur
Líkverja
Kistuprýði og kransar
Prenta sangheftir
Líkvogns koyring
Skipa fyri ervi
Gravsteinar
Røkt av gravstað
Samskifti frá byrjan til enda
Les meira www.sh.fo
Vit røkka allar føroyar - Norðoyggjar, Eystur og Streymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy
Ársaðalfundur
Bygdahúsfelagið í Leirvík, hevur ársaðalfund
í húsum felagsini mánadagin 25. juni kl.19.30,
skrá sambært viðtøkum felagsins.
Bygdahúsfelagið í Leirvík