Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 20. juni 2017 · Nr. 69 Lækkar lið í gomlum garði fækkar frændum fylgisskarði hækkar meðan minnisvarði (Hans Dalsgaard) Nú Poul er farin er eitt tíð­ar­ hvarv far­ið um sýn. Havnin hev­ur mist ein son, ein reystan kappa og eina eld­sál. Og framum alt, fami­ljan hev­ur mist ein høgt elsk­að­an og savnandi mann og pápa, beiggja, abba, langabba, mammu- og pápabeiggja. Familjumaðurin Poul, skipa­ smiðj­u­stjór­in, reiðmaðurin og vert­s­kapsmaðurin Poul. Ymiskt er hvørjar gávur eru lut­aðar hvørjum einstøkum menn­iskja og ymiskt er hvussu vit duga at fáa burturúr hesum gáv­um og foldarlívinum. Poul fekk nógvar gávur og var ríkaður á so mangan hátt gjøgnum lívið, men hann gav fleirfalt aftur. Tí fremsti eginleikin var júst hansara gávumildni; hann lat gleð­i­liga av sínum menniskjaligu og tími­ligu gávum. Tá lá til hans­ ara at stýra og stjórna, men hann gav altíð meir enn hann kravdi og spardi aldri seg sjálvan Poul rúmaði so nógvum, var so nógv. Hann setti týðilig spor eft­ir seg, har hann steig og nam við hvørt menniskja, hann møtti. Og tey vóru mong, fetini og tey vóru ikki fá, menniskjuni hann møtti og nam við. Hann hevði stórt fólkatekki og við sínum hitt­in­orð­aða, skemtandi, argandi og ofta speiska tóna fingu øll – høg sum lág - at vita hansara mein­ing um tað mesta. Hann slapp altíð væl avstað frá øllum, tí hans­ara menniskjaliga og sjar­mer­andi lyndi gjørdu, at øll fyri­góvu honum alt. Hjá okkum íð stóðu honum nær, stendur sterkast eftir hvussu sjáldsama familjukærur hann var og hartil gávumildur og barn­góð­ur. Tað er í stóran mun hon­um at takka, at familjubondini eru so sterk. Hes­um eru vit tær óendaliga takk­som fyri, Poul. Poul var so livandi at tað er ilt at fata, at hann ikki er her meir. Eitt engagerað, á­hug­að, prát­ ing­ars­amt og skemtingarsamt menn­iskja, sum tað altíð var stutt­ligt at vitja og skifta orð við - eis­ini heilt til tað síðsta. Bara fá­ar dagar áðrenn hann fór, fekk eg hann at murra Brókatátt fyri mær. Sigur tú Poul Mohr, so sigur tú eisini Skipasmiðjan. Henni víg­aði hann sítt lív og hann var liv­andi ímyndin av hesum stóra ar­beiðs­plássi í Havn, sum hann gjøgn­um nógv áratíggju við fast­ ari, men rættvísari hond, leiddi og baksaðist við. Ísland stóð hansara hjarta nær, hann var íslendskur konsul í eitt mannaminni. Men fremst í hjart­anum var alskurin til móð­ur­land­ið og tráanin eftir at standa á egnum beinum, vinnu­ liga og tjóðskaparliga. Og so var hann eisini rossa­ mað­ur og náttúruelskari, kvøðari og hug­tik­in av væl yrktum kvæð­um og yrkingum, sum hann - eins og hini systkini - alt dugdi uttanat. Romantiskur og kenslu­borin og tikin úr leikum vert­skapsmaður. Hetta var heimurin hjá Poul. Hann snúði seg um ásirnar -  Skipa­smiðjan, familjan, ross, før­oysku fjøllini og vertskapur - før­oyskur dansur og sangur. Poul og mamma vóru sjáld­ sama tøtt sum systkin og tað var næst­an ikki dagur, at hann ikki hugdi inn á gólvið í Sandagerði at vitja einkarsystrina og fáa eitt prát um leyst og fast. Hann var eitt slag av Pater Familias og hann hevur fylt ómetaliga nógv í lívinum hjá okkum fýra systkj­um í Sandagerði. Vit vuksu upp við, at tá eyðkenda røddin hoyrd­ist í telefonini um hoyboð, var fræg­ast at sleppa tí vit høvdu í hondunum, tí nú skuldi mað­ur av hús­um út á Trøðna at hoyggja. Hann plagdi at lokka okk­um ungu gentur við at man fekk so serlliga vakra húð av at hoyggja! Og løturnar í hoyna end­aðu altíð við at vera stuttligar og hugn­ a­lig­ar - sjáldan vóru vit undir 15-20 fólk, tí væl var rikið. Og har gekk hann á odda saman við hin­um mammubeiggjunum við at skemta og arga okkum ungu. Men hoy­lønin var góð - ríðitúrar, stór­familju-útferðir í hagan og við Pressa­r­a­num út á Hósmøl og hugna­lig­ar løtur á Trøðni, har Anna borð­reiddi við te og pannu­køk­um. Men størsta lønin er dýr­a­bæru minnini um góðu løt­ur­nar og tað er ikki sørt - nú tað fækk­ast í eldra ættarliðnum - at man leingist aftur til summ­ar­ dag­ar­nar í hoyna. Eg búði í Qatar tá telefonin ringdi og ein rópandi Poul í hin­ um endanum, gav mær boð um at flyta heim til Føroya at starvast á Skipa­smiðj­uni í komandi olju­ vinnuni. Hesi átta árini á Skip­a­ smiðj­uni undir hansara leiðslu vóru sera góð og hava givið mær nógv­an lærdóm og virðismikla barl­ast. Tá starvið sum fyrsta sendifólk til Íslands varð lýst gekk hann kykur út til mín at fregnast, hvør mundi fáa starvið. Hetta hevði hansara stóra áhuga - íslendskur konsul og ís­lands­ fjepp­ari sum hann var - og ikki eina løtu kom tað honum til hugs, at eg kundi koma uppá tal. Gloymi ongantíð, tá eg fortaldi honum, at eg hevði fingið starvið. Hetta var fyrstu ferð eg upplivdi, at hann misti pippið. Hann segði einki og fór bara av stað. Eina løtu seinni ringdi hann og helt fyri, at hatta var kanska ikki so gal­ið! Tíðina meðan eg røkti starv­ið var eg í tøttum sambandi við Poul, og hann var altíð klárur við góð­um ráðum, rósandi orðum og var mær ein hollur stuðul. Góði Poul, stórur saknur verð­ ur í tær, - tínum gávumildni, tín­ u­m meiningum og tínum skemti. Takk fyri ríkar løtur. Goymd eru góð minnir. Systirdóttir tín Gunvør Til minnis um kæra mammubeiggja mín, Poul Mohr Vit selja málningar, steinprent, vatnlitsmyndir o.a Vit reinsa málningar. Vit ramma inn - eisini við uv glasi. Umboðshandil - Vit selja títt listaverk. GLARSMIDJAN.FO Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR ÁRSAÐALFUNDUR Ársaðalfundur felagsins verður Hósdagin 28. juni 2018 kl. 18.00, í hølum felagsins, Sverrisgøta 22, Tórshavn Dagsskrá samb. lógum felagsins HØLIÐ P/F