týsdagur 19. juni 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juni 2017 · Nr. 69
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kommunan
reingir aftur
veruleikan. Eing
in søgulig ella
fornfrøðilig lýs
ing er gjørd um
Húsagarð. Hóast
talan er um eitt
av gomlu hús
unum í Havn
Jóhann
Mortensen
Um Húsagarð – Mexico – 2
”Givið er, at eitt fólk við
ongari søgu, er eitt fátækt
fólk.” Við hesum orðum legg
ur Marin Katrina Frýdal frá
landi við eini áhugaverdari
grein um varðveitingarátøk
í Havnini. Greinin í Sosiali
num tann 29. mai ber heitið
”Varðveitingarátøk í hópatali
verða gjørd í Havn”
Forkvinnan í byggi- og bý
arskipanarnevndini nevnir:
• Rættina hjá Eystara
Húsagarðsfesti undir Svarta
fossi,
• Vesturvarða, sum eina
ferð aftrat er laðaður upp
aftur, nú sum ein des,
• Brúnna um Sandá, sum
skal hava smiðjujarnsgelend
ara,
• Stóragarð,
• Fiskastykki yvir á Tór
garði,
• Og harafturat er ætlanin
at menna gomlu bygdargøt
urnar og laða niðurdotnar
varðar uppaftur.
”Marin Katrina loypir el
egant upp um Húsagarð”,
letur í einum eldri manni í
Havn. Hann er í telefonini
sama dag sum Sosialurin
kemur út. Haldi í øllum før
um, at tað er løgið, at hon
ikki tekur upp spurningin,
um Húsagarður er varðvei
tingarverdur ella kki. Hús
garður er annars søguligur.
Og er millum elstu hús í
Havn, hóast hann er fluttur.
Í bókini hjá sorinskrivara
num, N. Andersen, ”Færøerne
1600-1700” er kortmynd yvir
Havnina frá 1710 . Á henni er
Húsagarður einasta hús, sum
verður nevnt. Í øllum førum
er hann frá hesi tíðini. Men
Gudrun Jacobsen, sum var
dóttur Júst á Húsum segði
mær einaferð, at tann elsti
parturin av húsinum var frá
1600-árunum. Løgið, at í hug
anum hjá býráðsliminum
er bara rættin hjá Eystara
Húsagarðsfesti niðan fyri
Svartafoss er varðveitingar
verd, men ikki sjálvur garð
urin.
Eingin søgulig ella
fornfrøðilig kanning
Eg skrivaði eina grein í Sosi
alinum tann 16. mai um Hús
agarð: ”Nú rýkur Mexico…”. Í
greinini varð víst á, at eingin
søgulig ella fornfrøðilig lýs
ing lá í málinum at broyta
byggisamtyktina fyri økið
millum R. C. Effersøesgøtu
og Oknarvegin. Eftir hesi
ætlanini skal Húsagarð bein
ast burtur. Tað undraði meg.
Spurdi tí, um hetta ikki eis
ini var ein mentaligur spurn
ingur, nú Býarsavnið er end
urskipað.
Forkvinnan
í
menta
nevndini, Gunvør Balle, hev
ur ikki latið við seg koma.
Hon hevur annars fleiri
ferðir verið frammi í sam
bandi við tað endurskipaða
býarsavnið. Og um dagarnar
fegnaðist hon um, at eitt
gamalt torvhús í Marknagili
er laðað uppaftur og hevur
fingið flagtekju.
Eftir at eg skrivaði grein
ina í Sosialinum, hevði Viku
blaðið hjá Miðlahúsinum
samrøðu við Tummas Just
inussen. Hann er nevndar
formaður í Hotel Hafnia,
sum skal byggja hotell uppi í
Mexico. Í samrøðuni verður
sagt, at Tórshavnar komm
una hevði havt fólk at hyggja
at Húsagarði. Men bónd
ahúsini høvdu ikki nakað
fornfrøðiligt virði, stóð í
greinini.
Søkti um innlit í málið. Í
innlitinum verður upplýst,
at eingin frá Tórshavnar
kommunu hevur kannað
húsini. Sagt verður, at slíkt
áliggur ikki kommununi,
men Tjóðsavninum. Tað vita
tey flestu, sum hava áhuga
fyri slíkum. Men tað kundi
hugsast, at tá Tórshavnar
kommuna viðger málið at
beina burtur eitt tað elsta
húsið í Havnini, at hon eisini
fekk lýst tann søguliga og
fornfrøðiliga spurningin.
Men eftir øllum at døma
hevur rættin hjá Húsagarði,
fiskaplássið oman fyri Tór
garðstanga og torvhúsið í
Marknagili størri áhuga.
Annars er tað frálíkt, at
býráðslimir eru vaknaðir
við atliti at fiskaplássinum
Yviri við Strond. Tað munnu
vera eini 20-25 ár síðani, at
eg gjørdi fólk í kommununi
varug við hetta fiskaplássið.
Tá var tað við at grógva til,
og alskyns órudd var blakað
á stykkið. Tað tykist ofta, tí
verri, at býráðspolitikkarar
vita lítið um høvuðsstaðin.
Men upplýsast kann, at ein
leivd frá einum fiskastykki
er eisini á Argjahøvda.
Og so sjálvandi ein
reinging – mani
pulatión
Eitt mótmæli kom inn um
ætlanina at broyta byggi
samtyktina í Gundadali og
ríva Mexico niður. Ein annar
havnarborgari, Bogi Samuel
sen, mælti til at varðveita
hetta økið í Gundadali sum
eitt hagagrønt lendi. Ella
gera tað til eitt grønt p-øki,
tí í Gundadali vanta parker
ingspláss.
Byggi- og býarskipanar
nevndin viðgjørdi mótmælið
tann 30. mai, men gekk
hvørki mótmælinum ella
ynskinum á møti. Virkandi
býararkitekturin, Eyð Strøm,
og Marin Katrina Frýdal, for
kvinna, hava skrivað undir
skjalið.
Nú veit eg frá náttúru
oyðingarmálinum á Sundi,
at bæði fyrisiting og polit
ikkarar hava lyndi at reingja
– manipulera – veruleikan, tá
teimum lystir.
So er eisini í hesum máli.
Sum grundgeving fyri ikki at
ganga mótmælinum á møti
verður víst til Tórshavnar
býaratlas frá 2007. Í skjal
inum verður sagt: ”Í Tórs
havnar býaratlasi … eru bónd
ahúsini ei heldur skrásett
sum varðveitingarverd”.
Í
býaratlassinum
hjá
mær
hevur
Húsagarður
annars miðalhøgt varðveit
ingarvirði. Ikki høgt. Held
ur ikki lágt. Men miðal.
Húsagarður – tó ikki fjósið
og hoyggjhúsið – hevur í
hvussu er tað reydliga lit
brigdið, sum stendur fyri
miðal
varðveitingarvirði.
Tað merkir, at eisini í hesum
máli verður roynt at reingja
veruleikan.
Hvør hevur valdið?
Tá arvingarnir á Húsagarði
samráddust
við
Føroya
Banka um at selja ognina í
Gundadali, vildi bankin ikki
lata arvingarnar hava Húsa
garð – bóndahúsini – eftir.
Bankin vildi hava alt ella
einki. Jørð og hús. Síðani
hevur bankin bygt eini hús
ovast á herðini, og nýliga
seldi bankin Smyril Line –
ella Hotel Hafnina – lendið
og Húsagarð.
Tað er at fegnast um, at
menn eru sinnaðir at byggja
gistingarhús til økta talið á
ferðafólkum. Men tað átti at
borið til at funnið eina javn
vág millum at byggja nýtt og
varðveita søgulig hús.
Tá arvingarnir á Húsa
garði royndu at fáa byggi
samtyktina fyri økið broytta,
lat tað seg ikki gera. Einki bar
til, men nú letur tað seg gera.
Nú er leyst og liðugt. Hvør
ræður? Kapitalurin?
Arkitektur hevur annars
sagt mær, at bankin varð
lagdur ovast á herðuni, so
grøni bleturin millum R. C.
Effersøesgøtu og Oknarvegin
skuldi fáa frið. Um tað er so,
veit eg ikki. Staðfestast má
bara einaferð aftrat, at teir
grønu blettirnir í bygdum øki
í Havnini fækkast í stórum.
Kann Húsagarður
flytast?
Eftir at eg skrivaði greinina
í Sosialinum í mai, ringdu
nøkur
um
ætlanina
hjá
Tórshavnar kommunu. Onk
ur vísti á, at fleiri eldri hús
í Havnini eru flutt. Eitt nú
Gamla hospital, Sersjanta
húsini og gomlu húsini hjá
Hans á Lag. – Ber ikki til at
flyta Húsagarð, spurdu tey.
Óivað. Men líkt er ikki til,
at býráðið hevur áhuga fyri
tí. Býráðið hevur heldur ikki
latið eina søguliga ella forn
frøðiliga lýsing gera.
Í innlitinum verður m. a.
sagt: ”Umsitingin hjá Tórs
havnar kommunu fer ikki
inn yvir hetta, men vísir á,
at Tjóðsavnið kann, í sam
ráð við eigaranum av bónd
ahúsinum, gera avtalu um
skráseting, tilfar og at fáa
húsini flutt”. Tað merkir, at
tann søguliga og mentanar
liga spurningin kastar bý
ráðið frá sær.
Framvið R.C. Effersøes
gøtu – nærri býnum – er
bøur, sum liggur til Eystara
Húsgarðsfesti. Hann verður
sligin á hvørjum ári. Onkur
hevur nevnt møguleikan
at flyta bóndahúsini oman
í hetta umhvørvið, og lata
hann vera eitt minni um
Húsagarð har. Hann er í øll
um førum einasta minni
um ein bóndagarð í sjálvari
Havnini.
Gamli Júst á Húsum
noyddist
at
útvega
sær
nýggjan bø í fleiri umførum,
tí Havnin vaks. Bóndahúsini
lógu tá á Húsabrúgv, haðani
tey vórðu flutt í 1939. Tá Júst
fekk hetta økið oman fyri
Trapputrøðna, ynskti hann
at koma undir somu treytir
sum traðarmenn. Traðar
menn kundu keypa trøðna,
teir høvdu fingið tillutaða, tá
ein ávís vídd varð velt. Jarð
armyndugleikin gekk undir
ynskið hjá Jústi. Hann fekk
hetta økið til keyps.
Lagt fyri Tjóðsavnið
Havi frætt, at Føroya Forn
minnafelag hevur heitt á
Tjóðsavnið um at meta um
tann fornfrøðiliga spurning
in. Um tað er gjørt, ella verð
ur gjørt, havi eg ikki frætt.
Veit ikki, um Húsagarður
hevur fornfrøðiligt virði. Aft
urímóti er hann ið hvussu er
ein partur av Havnar søgu.
Tí taka óivað mong undir
við Marini Katrinu Frýdal,
tá hon sigur: ”Givið er, at
eitt fólk við ongari søgu, er
eitt fatækt fólk. Tað eigur tí
at verða lagt í okkum øll um
at kenna okkara søgu, tí vit
hava skyldu til at bera hesa
víðari til børn okkara og eft
irkomarar annars”.
Nú
er
áhugavert
at
frætta, hvat býráðið ger, tá
tað skal umrøða málið við
aðru viðgerð, áðrenn tað fer
í Heilsu- og Innlendismála
ráðið.
Vil varðveita rættina men ikki Húsgarð
KJAK