týsdagur 19. juni 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. juni 2018 · Nr. 69
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Champions League:
VÍKINGUR FEKK BEST
HUGSANDI LUTAKASTIÐ
HJK Helsinki úr Finnlandi er mótstøðuliðið hjá Víkingi í 1. umfari í
Champions League. Í mun til valmøguleikarnar, so er talan um best
hugsandi lutakastið ítóttarliga – og Víkingur hevur góð minni úr
Finnlandi
Tróndur Arge
Í nógv ár hevur Víkingur verið
steypaliðið í Føroyum, men ikki
bara í føroyskum kappingum. Vík
ingur hevur somuleiðis skrivað
søgu í Europa League, tá liðið í
2013, undir leiðslu av Sigfríði Clem
entsen, kom heilt til triðja umfar.
Sigfríður Clementsen er nú aftur
venjari hjá Víkingi, sum skal spæla
móti HJK Helsinki úr Finnlandi í
fyrsta umfari í Champions League.
-Vitandi um at øll liðini eru
sterk, sum vit kundu møta, so var
hetta fínt. Vit hava góð minnir úr
Finnlandi, har vit vunnu á FC Inter
Turku í 2013. Ítróttarliga er talan
nokk um tað veikasta av hasum
sterku liðunum, sigur Sigfríður S.
Clementsen og leggur afturat:
- Rosenborg hava vit spælt ímóti
fyrr, meðan eg havi roynt meg móti
Malmø við HB. Legia Warszawa er
eisini sterkt, meðan marran nokk
hevði verið Ludogorets Razgrad
úr Bulgaria. Einasta góð við tí luta
kastinum, hevði verið útlitini fyri
at fáa sand millum tærnar, sigur
Sigfríður S. Clementsen brosandi
á málinum.
Hann leggur tó afturat, at hon
er fortalt, at bulgarska liðið heldur
til inni í landinum, so útlitini til eitt
sindur av strond hevði høvdu ikki
verið so góð.
Hava vunnið í Finnlandi fyrr
Finskur fótbóltur er á væl hægri
støðið enn føroyskur, men alíkavæl
hava føroysk lið fingið góð úrslit
móti finskari mótstøðu. Besta
úrslitið eigur Víkingur í 2013, tá teir
vunnu samanlagt á FC Inter Turku.
Liðini spældu 1-1 javnleik í Før
oyum, meðan Víkingur vann 1-0 í
Finnlandi. Sermrkt við dystinum
er, at dómarin í seinna dystinum
bleiv tikið fyri mutur. Armenski
dómarin, Andranik Arsenyan, hevði
móttikið mutur, og skuldi tryggja
at bæði liðini skoraðu. Tað gjørdi
hann við at bríksla fyri einum
brotsparki í part. Trupulleikin var
bara, at FC Inter Turku brendi sítt
brotsspark.
-HJK Helsinki er eitt sterkari
lið enn FC Inter Turku. Tað er eitt
ynski úr Finnlandi, um at broyta
raðfylgjuna, so at vit spæla á
heimavølli fyrst. Tað kann hava
ein fyrimun fyri okkum, tí talan
er um sterka mótstøðu. So fáa vit
møguleikan at halda lív í uppgerð
ini sum longst, sigur Sigfríður S.
Clementsen.
Fleiri finsk lið í Føroyum
HJK Helsinki var í Føroyum í 1994
og spældi í táverandi Cup Winners
Cup kappingini, sum var fyri
steypalið. Tá vann HJK Helsinki
samanlagt 7-0 á B71.
Í bæði 1998 og 1999 stóð HB
seg væl móti finskari mótstøðu í
Føroyum, men tapti á útivølli. Í 1998
Í 1998 vann HB 2-0 á heimavølli móti
VPS Vassa, men tapti returdystin
4-0. Í 1999 spældi HB 1-1 á heimavølli
móti FC Haka, men tapti 6-0 í Finn
landi. ÍF spældi í 2014 í Europa
League móti MyPa og tapti tepurt
1-0, meðan EB/Streymur tapti 2-1
samanlagt móti saman MyPa í 2007.
Møguliga til Georgia
– Siggi ónøgdur
Endar Víkingur við at tapa í 1. um
fari, so skulu teir luttaka í 2. umfari
í Europa League partinum, sum
verður rópur “Meistara-vegurin”.
Her hevur eisini verið lutakast
og Víkingur skal møta taparanum
av uppgerðini millum Torpedo
Kutaisi úr Georgia og Sheriff úr
Makedonia. Hetta er lutfalsliga
torført lutakast fyri Víking, tí liðið
bleiv ikki styrkismett til lutakastið.
Orsøkin er, at UEFA hevur valt at
hava lutakastið áðrenn umførini
eru spæld. Tí verða liðið styrkismett
eftir tí liðnum, sum hevur sterkast
styrking av teimum báðum, sum
møtast. Tað vil siga, at Víkingur fær
styrkismetingina hjá HJK Helsinki,
men venjarin hjá Víkingi er ikki
heilt nøgdur við tað.
-Tað er eitt sindur óheppið, at
vit aftaná fleiri góð ár í Evropa,
nú skulu revsast, tí UEFA vil gera
lutakastið so skjótt sum gjørligt.
Vinna allir favorittar, so høvdu vit
blivið strykismettir og fingið eitt
møguligt betri lutakast, sigur Sig
fríður S. Clementsen.
Hann leggur tó dent á, at hetta
verður ikki hugsað so nógv um nú,
tí Víkingur hevur ein kjans at vinna
á HJK Helsinki.
trondur@sosialurin.fo.
Champions League lutakastið 1. umfar:
Vinnarin av undanumfarinum - Malmö
HJK Helsinki - Víkingur
Ludogorets Razgrad - Crusaders
Cork City - Legia Warszawa
Valur Reykjavík – Rosenborg
Champions League 2. umfar
(Um Víkingur kemur víðari)
BATE Borisov (Hvítarussland) – Víkingur
Europa League lutakastið – meistaravegurin:
(Um Víkingur tapur fyri HJK Helsinki)
Torpedo Kutaisi (Georgia) / Sheriff (Makedonia) - HJK Helsinki/Víkingur