Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juni 2018 · Nr. 69 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað var eitt rimmar punktum, sum teir á Orminum Langa settu, tá ið tað í fínum líkindum varð kapp­ rógvið á Skálafjørðinum leyg­ar­ dag­in. Avrikið var undirstriking og stað­festing av, at tíggjumannafarið hjá Róðrarfelagnum Knørri er nógv tað besta í ár, og at rákið er undan fram ímóti FM heitinum. Undan róðrarárinum eru tríggj­ ar kappingar við ódnartøkum, og eftir FM kappingina eru aftur tríggj­ar kappingar við ódnartøkum. Teinurin við ódnartøkum er 140 metrar. Harvið snýr tað seg um startspurt og endaspurt ella við øðrum orðum mest sum ein langan spurt. Avrikið hjá Orminum Langa á Skálafjørðinum var ódnartøk á túsund metrum, sum tað annars ber illa til at ímynda sær skulu eydn­ast, tá ið talan er um væl trimm­aðar kapprógvarar. Tað kiksaði hjá bláa bátinum í sjálvum startinum, og í eini tvey trý sekund spøkti spurningurin, um dómarin mundi fara at skjóta róð­urin av. Tað gjørdi hann ikki, og so var Klaksvíkingur, sum higartil hevði verið fremsti avbjóðarin, eina báts­longd frammanfyri Ormin og Suð­uroyingurin bara hálvan skutin aft­anfyri Klaksvíking. Tá fóru veteranarnir umborð á Orminum Langa undir reisnið, sum sjáldan ella kanska ongantíð er framt áður. Í Klaksvík og Kolla­firði hevur taktikkurin verið, at Orm­ urin hevur skrætt seg framum av­ bjóð­ararnar, og so hevur tað kenst lætt hjá oddafiskinum at stýra kapp­ingini og at halda avbjóð­ar­ arn­ar aftanfyri seg. Á Skálafjørðinum var grund­ arlagið undir hesum taktikkinum í einum nú burtur. Tað ráddi um teknikk og styrki og úthaldni, og tað skal valdast, sum tað leið væl eftir. Eftir 300 metrar var Ormurin Langi komin upp á síðuna av Klaks­víkingi. Suðuroyingur var tað mesta av einari hálvari bátslongd undan Klaksvíkingi. Ormurin legði eftir Suðuroyingi, og tá ið málið var hálvrógvið, lógu hesir báðir bát­arnir borð um borð og stavn um stavn. Ormurin fór skutin framum. Spurn­ingurin var so, um óvæntaða støðan og rimmar tøkini høvdu kostað so mikið nógva orku, at tað fór at ganga útyvir endaspurtin. Suðuroyingur hevði ikki hug at sleppa, men Ormurin Langi helt tørn, og tá ið teir fóru um málið, var Ormurin Langi skutin frammanfyri Suðuroyingin, sum aftur var framm­anfyri Klaksvíking. Ormurin hevur fult stigatal, og moralski sigurin leygardagin mundi kennast serliga søtur. Serliga hjá Klaksvíkingi mundi talan vera um dyggan smeit. Suðuroyingur stóð seg betri, enn hann hevði gjørt tvær tær undanfarnu ferðirnar. Leyg­ ardagin verður jóansøka í Vági. Tá er møguleiki hjá Suðuroyingum at gera bart. At tað fer at bera til er ilt at ímynda sær, eftir avrikið sum teir á Orminum Langa avrikaðu á Skálafjørðinum. Nýggi vinnarin Í flestu kappingunum vóru vinn­ar­ arnir teir somu í triðju FM kapp­ing­ ini, sum tað vóru í tveimum teim­ um fyrstu kappingunum. Einasti nýggi vinnarin var Jall­ ur­in í kappingini millum dreingir. Knørradreingirnir vóru alla tíðina fremstir. Eina løtu vóru teir tað mesta av einari bátslongd undan bátunum hjá Havnar Róðrarfelag, Sílinum og Drekanum, men fram ímóti málinum tók Drekin nógv aft­ur av tí, sum Jallurin hevði tikið í start­inum og miðróðrinum. Síðstu tvey hundrað metrarnar tók Drekin mest sum alla ta mistu bátslongdina aftur, men tað eydn­ aðist ikki at taka Jallin, sum var skutin undan Drekanum. Harvið er spenningur framvegis í FM kappingini millum dreingir. Høv­uðsstaðurin eigur framvegis øll heiðusmerkjaplássini. Royndin Fríða var aftur nummar fýra, og tað fer kanska at gleppa hjá vágs­ dreingj­um á jóansøku í Vági. FM kandidatar Genturnar á Bliki av Argjum vóru einasti nýggi vinnarin í Kolla­ firði. Blikur vann aftur á Skála­ fjørðinum. Tambar, sum vann á norðoyastevnu og var næst­ fremst­ur á sundalagsstevnu, datt leygardagin aftur á fjórða plássið, með­an Heykur úr Hósvík var næst­ fremst­ur eftir í eina løtu at hava verið fremstur. Kvinnurnar á Sølmundi vunnu mest sannførandi sigurin av øllum á Skálafjørðinum. Kvinnurnar á Erlu Kongsdóttir kappaðust eina løtu við Sílið, men so glapp, og fuglafjarðarbáturin var eina báts­ longd undan avbjóðaranum, tá ið bát­arnir fóru um málið. Soleiðis var eisini í kappingini mill­um 5-mannafør við dreingjum. Heldur ikki hesa ferð var starturin nakað serligur hjá Páll Fanga úr Klaksvík, og aftur hesa ferð vóru klaksvíkingarnir teir drúgvastu. Gongurólvur hjá Havnar Róðrar­ felag var leingi drúgvur, og tað kann benda á, at talan framvegis fer at verða um kapping. Kappingin millum 8-manna­før­ ini Árnfirðing og Argjabátin var nett tann sama leygardagin, sum KAPPRÓÐUR Ein nýggjur vinnari var, tá ið triði FM kappróðurin var í fagrastu líkindum og bestu umstøðum, sum tað ber til at ímynda sær ORMURIN LANGI FRAMDI BRAGD VIÐ ÓDNARTØKUM