týsdagur 19. juni 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juni 2018 · Nr. 69
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stjóri í Numo saman
við Bjarna Arnassyni
Grannskoðara-og ráðgevingarfyritøkan Numo fer frá 1. september at hava
tveir stjórar
Vilmund Jacobsen
Fyrrverandi stjórin í Eik,
Súni
Schwartz
Jacobsen,
byrjar hin 1. september í
nýggjum starvi sum stjóri í
grannskoðara-og ráðgeving
arfyritøkuni, Numo.
Her fer fyrrverandi banka
stjórin at virka sum stjóri
saman við Bjarna Arnasyni,
sum er hin stjórin í fyritøk
uni.
Súni
Schwartz
Jacob
sen er statsautoriseraður
grannskoðari og var stjóri á
Spekt árini 1996 til 2006, tá
hann gjørdist stjóri í Føroya
Banka.
Í
2011
gjørdist
Súni
Schwartz Jacobsen stjóri í
Eik, har hann var stjóri til á
heysti 2017.
Síðan hann gavst í starv
inum í Eik, hevur statsaut
oriseraði grannskoðarin eitt
skifti verið fíggjarleiðari í
entreprenørfyritøkuni, J&K
Petersen Contractors.
STARVSMARKNAÐUR
Heri Ziska verður
kropsligur venjari
Heri Ziska er settur sum
kropsligur
venjari
hjá
Hondbóltssambandi Før
oya, og hann hevur verið
knýttur at ymiskum hond
bóltslandsliðum í styttri
tíðarskeið.
- Nú fer meira at vera
lagt fyri, so kropsligu venj
ingarnar koma í eina fasta
legu, og menningin kann
halda fram, siga tey í HSF.
Síðan 1988 hevur Heri
Ziska verið virkin í frælsum
ítrótti, og sjálvur hevur
hann eisini vunnið ein hóp
av heiðursmerkjum.
Seinnu
árini
hevur
hann virka sum venjari,
mest í frælsum ítrótti, men
síðan á sumri 2015 hevur
hondbólturin eisini fylt
nógv hjá honum.
Heri Ziska hevur eitt
nú verið kropsligur venj
ari hjá monnunum í H71
seinastu trý árini, og tá
U21-landsliðið spældi seg
til HM í fjør, var eisini
heitt á fyrrverandi diskus
kastaran um at veita eina
hjálpandi hond.
Í HSF siga tey, at før
oyskir landsliðsleikarar í
hondbólti sum heild eru
verri fyri kropsliga enn
leikarar á mótstøðuliðun
um.
Fyri at fáa betri hond
bóltsspælarar og fyri at
kunna spæla upp móti
størri hondbóltstjóðum, er
neyðugt, at fysikkurin má
mennast hjá spælarunum.
Hetta er júst orsøkin
til, at starvsnevndin í HSF
hevur valt at hava Hera
Ziska sum fastan part av
føroyskum hondbólti, har
hann fer at taka sær av
kropsligu venjingunum hjá
landsliðunum.
Heri Ziska fer eisini at
leggja feløgunum lag á, um
tey hava tørv á tí, siga tey
í Hondbóltssambandi Før
oya.
Sjálvur sigur kropsligi
venjarin, at hansara upp
gáva verður at gera spæl
ararnar størri, sterkari og
kvikari.
vilmund@sosialurln.fo
Áki Johansen
aftur fótbólts
mennari
Um dagarnar kom fram, at
ein av fótbóltsmennarun
um hjá Fótbóltssambandi
Føroya, Thomas Thing
gaard, gevst í starvinum.
Hann fer heim aftur til
Danmarkar, har hann skal
vera venjari hjá U17-liðnum
hjá Sønderjyske.
Við hesum gevst Thom
as Thinggaard sum før
oyskur U17-landsliðsvenj
ari í fótbólti.
Men, ein nýggjur fót
bóltsmennari og venjari er
longu settur í hansara stað.
Talan er um Áka Johansen,
sum var venjari áðrenn
Thomas Thinggaard varð
settur í starvið.
Áki Johansen var venj
ari,
tá
U17-dreingirnir
spældu seg til EM-enda
spælið í Kroatia, og nú skal
hann aftur standa á odda
fyri liðnum restina av hes
um árinum.
- Tá landsliðið kallar,
kanst tú sjálvandi ikki siga
nei. U17-dreingirnir vanta
venjara, og tá heitt varð á
meg, kundi eg ikki annað
enn siga ja.
Áki Johansen heldur, at
komandi avbjóðingar eru
sera spennandi og áhuga
verdar.
-
U17-landsliðið
við
dreingjum skal til tvær
kappingar seinni í ár. Í
august er NM á skránni,
og í september skal liðið
til innleiðandi EM-undan
kapping í Makedonia. Um
framt øll norðanlondini,
verða Kina og Norðurír
land eisini við í NM-kapp
ingini, sum í ár verður í
Føroyum, sigur hann.
vilmund@sosialurin.fo
SØKIR EFTIR
Heilsuhjálpara í fast starv til
heimatænastuna í sunnaru helvt frá
1. juli 2018, ella eftir nærri avtalu.
Talan er um 30 tímar um vikuna. Viðkomandi
skal kunna arbeiða úti í økinum og inni á
stovnum. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag -
kvøld - nátt – og annað hvørt vikuskifti.
Vit vænta at tú:
•
Hevur royndir innan primera økið
•
Hevur góð samstarvsevnir
•
Hevur telduførleika á brúkarastøði
•
Hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
•
Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv har tú
er við til at mynda og menna tænastuna í
økinum.
•
Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvið
•
Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan
galdandi.
•
Fakliga og persónliga menning
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya
Um tú ynskir at vita meir um starvið ert tú
vælkomin at ringja til
Beintu Virgarsdóttir deildarleiðara tlf. 793530
ella
Daimi Kjærbo eindarleiðara tlf. 793503
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal
sendast til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
Teldupostadressa: bhs@bhs.fo
Umsóknarfreist 27. juni 2018
Eingin søkti
í Skálavík
Skálavíkar kommuna lýsti
herfyri eitt starv leyst at
søkja til eitt ætlað frítíðar
skúlatilboð í kommununi.
Tilboðið er ætlað børnum
til og við 3. flokk komandi
skúlaár.
Men, tað verður einki frí
tíðarskúlatilboð uttan ein
leiðara, sum skal taka sær av
uppgávuni.
Tí søkti kommunan eftir
leiðara, sum ætlandi skuldi
byrja í starvinum hin 1.
august í ár.
Arbeiðstíðin hjá frítíðar
skúlaleiðaranum verður 30
tímar um vikuna og av tí, at
talan er um eina royndar
skipan, verður starvið fyri
bils avmarkað til hin 30. juni
í 2019.
- Vit bjóða eitt áhugavert
starv, har tú hevur møgu
leika at seta dám á stovnin og
leggja til rættis eitt tilboð um
frítíðarskúlan í kommununi,
sum verður staðsettur á
skúlanum í Skálavík.
Men, tá umsóknarfreistin
var farin, hevði eingin søkt
starvið.
Sum skilst á Skálavíkar
kommunu, fara tey at lýsa
starvið sum leiðari í ætlaða
frítíðarskúlanum leyst av
nýggjum.
vilmund@sosialurin.fo
Bjarni Arnason, stjóri
í Numo, sum fær ein
makkara til heystar
Súni Schwartz Jacobsen
hin stjórin í Numo
frá 1. september